Suðurvarði – gomul skip hava langa og áhugaverda søgu

Tá Suðurvarði kom á sleipivognin var eingin skrúva og einki róður. Tyktist, sum báturin skuldi til upphøggingar, men so er ikki. (Mynd Vagnur)

Altíð nógv áhugavert fyri eyguni á Vesturu bryggju. Meira og minni virksemi, skip og bátar fara og koma. Altíð nýggj mynd. Herfyri stúrsaði eg við, tá gamalt rustaður bátur stóð á innara sleipivogninum hjá Mest. Báturin líktist skitnum klútateppi við ongari skúvu og róri, og sum uttan iva var ávegis til upphøggingar uttanlands.

Helt meg kenna bátin, sum nú eitur Christian Høy GR 6-5115 úr Nuuk. Gjørdist forvitin, og so fyrst at venda mær til vinmannin Finn Bjørn Guttesen á Fjóni. Vit tosa mangan um skip í telefonini. Øll skip og bátar hava jú sína søgu..

lklkl

Minnist væl, tá føroyingar seinast í 1950 – og fyrst í 1960 – árunum byrjaðu at fiska rækjur í Grønlandi. Síggi fyri mær flaggskríddu bátarnar Suðurvarða frá 1974 og Vesturvarða frá 1968 koma inn um Molan, sum Skipafelagið Føroyar læt byggja. Skiparin John Dam var ein av undangongumonnunum, sum funnu nógv nýggj rækjumið í Grønlandi. Las í bókini um John Dam, har hann millum annað var firtin inn á danir, tá Danmark fóru upp í EU. Føroyski rækjuskipini, sum høvdu funnið nógvu rækjumiðjuni, vóru tá rikin úr grønlendsku góðu rækjuøkjunum.

Christian Høy GR 6-5115.úr Nuuk fyrrverandi Suðurvarði umvælast til garnabát. Skal fiska svartakalva og o.a. (Mynd Vagnur)

Mín fyrsta eygleiðing henda dagin av Suðurvarða var, at báturin var ávegis til upphøggingar uttanlands. Men so var ikki. Báturin skal aftur í vinnu at fiska serliga svarkalva. Thor í Hósvík eigur bátin. Felagið eigur eisini Túgvustein og Thor sum fiska havtasku og svartkalva við gørnum..

Suðurvarði var í 1974 bygdur á “Langsten Båt- og Skibsbyggeri” A/S, Tomrefjord í Noregi. Báturin var skrásettur sum SUÐURVARÐI VA 57. P/F “Suðurvarði” Sørvágur v/ Oddur Niclasen Tórshavn. Minnist, hvussu væl gekst Vesturvarða og Suðurvarða fyrstu árini við rækjufiskiskapinum, og hvussu nógvir mans vildu sleppu umborð á hesar bátar. Nógvur peningur at forvinna.

í 1982 kom Suðurvarði at eita Sjúrðrarberg. J.F Kjølbro átti bátin í tólv ár fýri síðani at fara til Suðuroyar.

Í 1982 endaði Suðurvarði í Klaksvík og kom at eita SJÚRÐARBERG KG 180, Klaksvík. P/F “J. F Kjølbro” átti nú bátin. Í føroysku fiskivinnuni skifta bátar og skip mangan eigara, og soleiðis er eisini við Suðurvarða. Ì 1994 endaði báturin í Suðuroy: SUÐURVARÐI, TG 488, Trongisvágur við P/F Seta sum eigara. Men søgan hjá Suðurvarða endar ikki her.

Havi spurt meg fyri hjá Thor, hvat báturin skal eita í framtiðini, men stjórin er í løtuni Kyrrahavinum. Suðurvarði er mítt boð. (Mynd Vagnur)

Í 2011 keypir Royal Greenland Suðurvarða, sum skjótt var lagdur í Qaqortoq (Julianehåb) við brotnum motori. Ja, so í 2023 keypir Thor bátin, sum hevur ligið við bryggju á Oyri til hann nú er á sleipistøð í Havn. í løtuni vera royndir gjørdar av skokkinum, tað vil siga, hvussu nógv av stálplátunum rusturin farin avstað við. Lesarin kundi spurt, hví Thor ikki heldur byggir nýtt skip ella keypur yngri og betri skip. Svarið er einfalt, at henda kvotuvinna eftir svartkalva og havtasku fíggjar ikki kostnaðarmiklar bátar.

VESTURVARÐI gekk í 1991 burtur við 26 fólkum

Hitti herfyri mann, sum á ungum árum var á rækjuveiðu við Vesturvarða í Grønlandi. John Dam var skipari. Vesturvarði var tá slóðbrótandi sjógóður rækjubátur, sum trolaði eftir rækjum. Tað var Tórshavmar samløgufelag, sum átti Vestuvarða TN 487, sum kom til Føroyar 31 desembur 1968. Reiðari Oddur Niclasen. Seinni átti felagið Kjølur í Klaksvík bátin.

Upprunaliga var Vesturvarði sjógóður rækjubátur.

Vesturvarði fekk syndarliga lagnu, tí danski fískaríbankin kom at eiga bátin, sum var seldur til Portugal. Ymsar gitinar eru, hvussu Vesturvarði endaði sínar dagar á havsins botni, tí 4. desembur 1991 gekk Vesturvarði burtur við 26 fólkum. Gitingar eru nógvar millum annað, at báturin hevði fullan last av vápnum. Ein danskur verkfrøðingur var eisini ein av manningini. Bók er skrivað og greinar skrivaðar um Vesturvarða og tess lagnu. Froskmenn sigst seinni finna vrakið av Vesturvarða, men tað gjørdist ongantíð greitt, hví Vesturvarði gekk burtur.

Ein giting er, at Vesturvarði var umbygdur í Nyborg, har dekk var bygt aftrat, og tí javnvágin í bátinum gjørdist nógv verri. Annars segði fyrrverandi sjómaðurin mær, at bæði Vesturvarði og Suðurvarði gjørdist skjótt ótíðarhóskandi. Føroyingar bygdu størri rækjutrolarar tildømis Hvítanes, Sólborg og Hviltenni. Greinin skrivað 1. mai 2025 (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply