
Seinnu árini hava róðraráhuga staðið spyrjandi, hví ikki er eydnast at manna 10-mannfar hvørki á Argjum ella í Havn. Eingin Havnarbátur, eingin Ormur og eingin Drekin reyði. Bert trý 10-mannafør úr Norðoyggjum.
Á mínum ungu døgum róðu altíð millum seks og níggju 10-mannafør. Havnarbáturin hevur ikki verið mannaður í nøkur ár, men í summar ætlar nýggjur Havnarbátur at bjóða av.
Seinnapartin í dag á krossmessu klokkan 14.00 var nýggjar Havnarbátur flotaður, sum Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað. Nógvar hendur hava verið á bátinum til tess at fáa bátin kláran. Vakurt 10-mannafar má sigast. Hvør mannar so bátin?

Havnar róðrarfelag hevði megnar róðrarár í fjør. Felagið vann 72 heiðursmerki og gjørdist ársins róðrarfelag. Felagið mannaði eisini tvey 8-mannafør. Tórsbáturin vann FM-heitið, og Ørvur gjørdist nummar tvey á ólavsøku. Nú er manningin á Tórsbátinum farin umborð á nýggja Havnarbátin, og Tórsbáturin, sum er nýggjur bátur frá í fjør, eitur nú Ørvur og er mannaður.
Tíðliga í róðrarárinum eru altíð gitingar, hvussu nógv 10-mannafør rógva. Vit hoyrdu, at Ormurin var mannaður, og at bæði á Eiði og í Fuglafirði ætlaðu menn at manna 10-mannafar. Mín eygleiðing er í løtuni, at einans trý 10-mannafør rógva í summar. Norðoyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. Vónandi kemur okkurt 10-mannafar aftrat. Harafaturímót rógva heilt nógv 8-mannafør.

Umstøðurnar hjá Havnar róðrarfelag eru broyttar til tað betra í summar, tí nýggja bátaneystið er so mikið liðugt, at bátarnir kunnu standa har. Seinnu árini hava bátarnir staðið í bingjum, sum ikki er gott fyri bátarnar.
Havnar róðrarfelag eigur fimm 5-mannafør Sílð, Drekan, Títtling, Ingibjørg og Skansan. Sætta 5-mannafarið fær felagið í næstum. Hetta, tí so nógvir ungdómar ynskja at rógva. 5-mannaførini skulu bæði brúkast til barnaróður dreingir og gentur. Síðani eisini til gentur og dreingir yngri og eldri. Kvinnur skulu jú eisini rógva við 5-mannafari. (Vagnur)