Hugaligt at síggja mynd av Hans Jacob abba, sum eg ongantíð hitti

Mynd í Gongini. Hans Jacob abbi uttast til vinstru:

Úr myndagoymlu hjá Ejler Dahl Michelsen pápabeiggja fekk eg myndina omanfyri, sum fyri okkum er forvitnislig. Tá á døgum vóru ikki nógvar myndir tiknar. Myndin er serlig, tí abbi okkara Hans Jacob í Dalólavstovu (1878-1943) stendur uttast til vinstru at húsunum í leðurstylvum, koti og kolli. Vit eru stødd í Gongini. Áhugavert at síggja, hvussu menninir og dreingirnir eru klæddir. Dreingirnir í húðaskóm og bulmikli maðurin í tuflum. Hans Jacob var føddur og uppvaksin í Dalólavstovu á Reyni. Læs resten

Gudmundur Sjúrðarson Norðbúð lærdi báta/skipasmíð í Noregi

34 ára gamli bátasmiðurin í holt við at gera alt liðugt umborð. Motorurin er ikki enn ísettur, og tí stendur húsið ikki á rætta stað. (Mynd Vagnur)

Ikki hvønn dag tú sært nýsmíðaðan seksærng í Havn, tí træbátarnir fækkast og harvið bátasmiðirnir eisini. Í tjaldi við Skipasmiðjuna stendur nýggjur seksæringur, sum Gudmundur hevur smíðað úti í Nólsoy, har hann býr.Tá Gudmundur fyrstu ferð róði kapp í 2006, fekk hann áhuga í føroyska bátinum og tess sniði. Ætlaði sær at læra til bátasmið, men fáir føroyskir bátar vera smíðaðir í Føroyum og tí bátasmiðinir fáir. Hann leitaði sær tí til Noregs at læra til bátasmið ella rættara sagt eisini skipasmíð, tí tað var tað, hann mest fekst við í Noregi. Hitti í vikuni Gudmund í tjaldinum, har seksæringurin stendur og skal gerast liðugur. Fekk orð á Gudmund. Læs resten

Álaker í nýggjum snotiligum hami – nú má Argir eiga tørn

Við bátabrúgvarnar er pláss til umleið 240 bátar. Parkeringspláss eru gjørd til bátarnar, og hvørt pláss hevur eitt nummar. (Mynd Vagnur)

Eri komin nógv oman í Álaker, og tað var við sorgblídni, at hetta skuldi gerast bátapláss til umleið 240 bátar. Økið við Álakar hevur nú í nógv ár verið stórt arbeiðspláss, tí H-bygningurin við Landssjúkrahúsið tók seks ár at byggja, og tunga ferðslan mátti øll gjøgnum vegin við Álaker.

Men við eitt gjørdist alt liðugt mest sum í senn. H-bygningurin, bátahavnin og bátaplássið. Økið er asfaltertað, og tað besta er, at nú er komið veruligt skil á økið, har bátar skulu umvælast. Alt er rudduligt og reint. Hetta er samarbeiði millum Tórshavnar Havn og Bátatænastuna. Læs resten

Thor gongur nýggjar leiðir at bunkra bátarnar hjá felagnum

Haltbakk Star er bygt í 1975. Nógvir ymiskar fyritøkur hava átt veitingarskipið síðani 1975. (Mynd Vagnur)

Altíð áhugavert at koma oman á Vestaru bryggju, tí har er altíð okkurt nýtt at sjá. Tá norska skipið Haltbakk Star í farnu viku legði at bryggja við ”Ískaina” í Havn, gjørdist tú forvitin at vita, hvat skipið gjørdi í Føroyum. – Jú, umborð vóru 900 tons av olju, sum skuldu bunkrast umborð á skipini hjá P/F Thor.

Umboð frá Thor var eisini á bryggjuni, og eg spurdi, hví tey ikki heldur keyptu oljuna frá Effo ella Magn. Svarið var einfalt. – Oljuna keypa vit úr Noregi, frakta hana til Føroya og so umborð á skipini hjá okkum, segði umborðið hjá Thor. Læs resten

Í Føroyum liva tit í “Paradís” í mun til okkum í Brasilia

Kvinnan býr í ..

Kvinnan býr í statinum Santa Catarina, og búgva um átta milliónir fólk í statinum. Býurin eitur Joinville.

Fyri nítjan árum árum árum síðani fekk eg mær vangamynd á Facebook, men rúm tíð gekk, til eg gjørdist vinur við nakran. Visti ikki rættiliga, um eg tímdi slíkt. Men so helt eg, at kanska tímdu fólk at lesa tað, eg skrivaði á heimasíðuni, og tí vildi eg gerast vinur við fólk, sum ynsktu at gerast vinur við meg. Segði “ja” til mest sum øll, og nú eru vinirnir á Facebook eini 1200 fólk eisini nakrir útlendskir vinir. Eg kom at fáa samband við eldri brasilska kvinnu, sum hevði áhuga í føroyskum viðurskiftum. Læs resten

Nøkur orð um Niels í Heiðunum og Westward Ho ferðina til Danmarkar í 1968

Niels í Heiðunum (1885 – 1974) og Mia (1887 – 1970) áttu tólv børn, og her eru øll á myndini saman við foreldrunum. Aftast frá vinstru: Bergit, Ásmundur, Nina, Petur, Eirikur, Hans Andreas, Hildur, Leivur og Mimmi. Fremst frá vinstru Niels Jákup, Elly, Mia, Niels og Brynhild.

Sum smádrongur kom eg nógv í Tórsgøtu, tí omma mín Amanda búði har, og tá omma doyði í 1960, tók Eiler pápabeiggi yvir húsini. Nærmasti grannar suðureftir vóru Niels Nielsen róptur Niels í Heiðunum og konan Anna Maria rópt Mia av Argjum. Serliga við húsunum var, at seglvirki var í uppíbygdu húsunum, og tú merkti tjøruangan um næsarnar, hvørjaferð tú komst framvið húsunum ella á gátt. Niels var stórur maður, og eg síggi hann fyri mær á seglvirkinum við nál í hond og segli í fanginum. Læs resten

Faroe Boys spældu í Íslandi í 1964 og 1966 og vóru róptir føroysku beatlarnir

Faroe Boys manning nummar tvey. Frá vinstru: Tummas Nielsen, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Milson Zachariassen, Trygvi Restorff og Atli Hansen.

Í seinnu greinini um Faroe Boys leita tankarnir fyrst í Sjónleikarhúsið miðskeiðis í 1960-árunum. Stúgvandi fult av fólki inni í Sjónleikarhúsinum og nógv fólk uttanfyri og lýddu á, meðan tey hugdu gjøgnum vindeyguni upp á pallin. Har stóðu Robert McBirnie, Bjarni Skaalum, Kári Mouritsen, Jógvan Sofus Vágsheyg og Jógvan Dahl væl ílatnir og spílaðu seg út. Hetta var seinasta manningin í Faroe Boys, sum góvust at spæla í 1967. Í 1988 fóru teir aftur á pallin í Aftur í 60-árini, og fólk streymaðu úr øll landinum í Høllina á Hálsi. Læs resten

Oldboyslið hjá Neistanum til 25 ára hald hjá Kyndli

Neistamenn í 1981. St.f.v: Hildibjart Johansen, Hansemann Mikkelsen, Bjarni Johansen, Torbjørn Mikkelsen, Johnny Reinert, Henning Eysturoy og Egil Lyngsø. Húkandi f.v: Poul Johannes Johansen, Petur av Sandi og Mortan Mørk. (Mynd Evald Larsen)

Liðmyndin er frá 1981, tá ið Kyndil fylti 25 ár, og 31 ár eru tí liðin, síðani Evald Larsen tók myndina. Neistaspælararnir á myndini spældu flestir í 50-árunum, men spælari sum Mortan Mørk, sáli, spældi eisini í 40-árunum, og Johnny Reinert og Bjarni Johansen spældi eisini fyrst í 60 árunum. So er onkur, sum spyr, hví Torbjørn Mikkelsen, sáli, er á myndini og er farin í bláan búna. Læs resten

Ófatiligt, at ein søgulig perla í Havn var burturbeind í 1975

Skammiligt, at henda søguliga perlan mátti burtur. Og alt grótarbeiðið, sum máttu lúta fyri stórum gravmaskinum.

Tá eg herfyri sá eldri áhugaverda mynd av søguligu húsunum í grannalagnum hjá okkum við Landavegin, gjørdist eg ikki sørt harmur. Talan er um eini gomul hús, sum vóru tikin niður úti á Reyni og í 1835/36 bygd uppaftur úti á Trøðni við Landavegin. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og fólkum í býnum, vildi Tórshavnar kommuna ikki lurta. Ein ússalig avgerð tikin av snævurskygdum persónum. Søgan um perluna á Trøðni er henda: Skrivað í 2016. Læs resten

Sandur tikin á Hólmanum brúktur til vegir í 1950-árunum

Áhugavert at síggja myndina frá fyrst í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Myndina omanfyri tók Christian Holm Jacobsen, sáli. Vit síggja tríggjar Bedford lastbilar koyra sand av Hólmanum í Kollafirði, men ein av bilunum er smokkaður í bleyta sandinum. Eg havi prátað við eldri kollfirðing um myndina, og hann sigur mær, at teir tríggjar Bedford lastbilarnar áttu Karl Jensen, Menning Geyti og Hallgrímur Hansen. Myndin er tikin fyrst í 1950-árunum. Áhugavert, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juli í 1966, tá koyrandi var millum Havnina og Kollafjørð. Nógv annað áhugavert er at síggja á myndini. Læs resten