Ég síggi óivað kappróður øðrvísi enn aðrir áskoðarar, tí eg leiti altíð eftir heildarmyndini at skriva um. Enn einaferð varð staðfest, at tað gongur slett ikki nóg væl at avgreiða FM-róðrarnar, tí lítil tími var farin, áðrenn fyrstu dreingjabátarnir fóru um málið. Hetta kunnu vit ikki bjóða áskoðarunum á bryggjuni og kring landið. Seinna hjartasuffið er 6-mannaførini við monnum, har vit nú knappliga síggja Páll Fanga menn í flotanum og ein læntan Hvessing. Hesir menn skuldu heldur sitið umborð á Suðuroyingi og Klaksvíkingi og givið 10-mannafarinum Drekanum Reyða kapping. FM-kappingin hjá bæði 10-mannaførunum og 6-mannaførunum gerst avskeplað. Læs resten
Manningin á Gongurólvi følir seg illa viðfarna av RSF
Heimasíðan fekk seinnapartin sendandi niðanfyri skriv frá manningini á Gongurólvi menn. Manningin sendi klagu um róðurin á sundalagsstevnu, sum ikki varð skotin av, sjálvt um báturin hekk fastur. Málið líkist nógv málinum um Havfrúnna á ólavsøku í fjør. Talan er um manning, sum følir seg illa viðfarnar fyrst av høvuðsdómara og síðani nevndini í Róðrarsambandinum. Mín niðurstøða er púra greið eftir ein mansaldur sum eygleiðari í føroyskum kappróðri. Okkurt má vera spinnandi galið í lógarverkinum hjá RSF, tí hendingar sum hesar endurtaka seg ár um ár. Lesið skrivið frá Gongurólvi niðanfyri. Læs resten
Stúri altíð, hvussu gongst at leggja bátin og loysa úr krókin
Mikukvøldið leitaði eg mær í sólsskininum í støðna á Argjum. Ørindini vóru at fáa orð á róðursgentu, sum ikki áður hevur stýrt kappróðrarbáti. Ruth Poulsen, hevur róð í nøkur í ár, men í summar stýrir hon 5-mannafarinum Bliki við gentum. Hetta skuldi gerast áhugavert prát. Eg spurdi fyrst Ruth, um hon stúrdi at liggja við startin úti á málinum, og hon sigur soleiðis. Læs resten
Vit hava havt frálíkt veður í Havn seinastu vikurnar
Týskvøldið var vakurt at hyggja suður Nólsoyarfjørð. Um ellivu tíðina týskvøldið tók eg omanfyri mynd. Klárt var í veðrinum, men kalt í luftini, tá sólin var farin handan sýnuna. Í Havn hava vit havt frálíkt veður í rúma tíð. Summarið í fjør var einki at reypa av, í hvørfall ikki í Havn. Kalt, vátt og lítil gróður. Minnist, at eg koyrdi til Viðarreiðis í fyrst juli mánað í fjør, eftir at mjørkin hevði fjalt Havnina í fýra, fimm vikur. Í Leirvík gingu børnini í stuttum buksum, og á Viðarreiði arbeiddu tey lættklødd í bønum, urtagørðum ella málaðu hús. Øll vóru tey sólbrend. Læs resten
6-mannafør menn – Róðurin átti sjálvandi at verðið skotin av
Nú eri eg ikki nøkur ørn, tá ið talan er um kappingarreglur innan kappróður, men so mikið veit eg, at hongur bátur eftir í startinum, skal róðurin skjótast av. Hetta varð ikki gjørt á sundalagsstevnu, tá ið Gongurólvur hekk í fastur í startinum í tólv sekund sambært myndunum. Eg havi tosað við royndan dómara, sum sigur soleiðis: Sambært reglunum skal startur skjótast av, um báturin hongur eftir, so einfalt er tað. Eisini stendur í reglunum, at dómari kann skjóta róður av, áðrenn tjúgu sekund eru farin av róðrinum. Læs resten
Fegnir menn í vøkrum troyggjum umborð á Orminum

Ormurin á sundalagsstevnu: F.v: Heri Thomsen, Robert Thomassen, Rúni Joensen, Petur í Gong, Dánjal Joensen, Geir á Lofti, Teitur Samuelsen, Bernt Jacobsen, Kári Rubek Nielsen og Hjalti Gunnarstein. Jonna Linda Christoffersen stýrdi. (Mynd Einar Martin)
Róðrarfelagið Knørrur heldur til í søguligum bygningi á Kongabrúnni. Í bygninginum standa trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt 8-mannafar og eitt 10-mannafar. Eg havi spurt formannin Rúna Joensen, sum er gamal í garði innan rógving, hvussu hevur gingist at mannað bátarnar í summar. Formaðurin rør sjálvur við 10-mannafarinum, og hann sigur soleiðis um 10-mannafarið, sum er mannað við “eldri” rógvarum, sum allir hava róð áður: Læs resten
Nakrar óvæntaðar broytingar vóru á sundalagsstevnu
Tvær vikur eru farnar síðani FM-róðrarnar á norðoyastevnu, og spenningurin hjá mær var, hvat manningar fáa burturúr tveimum venjingarvikum. Broytingar vóru á hóma á sundalagsstevnu, tó ikki so nógvar. Eg vónaði, at serliga dreingjabátarnir Jallurin og Frúgvin fóru at geva Fípuni Føgru og Bliki skarpan gang á sundalagsstevnu, men frástøðan í sekundum gjørdist fleiri. Gleðiligt var at síggja, at Jarnbardur 6-mannafar kvinnur veruliga fekk kapping serliga frá Sølmundi, og har kann gerasta spennandi næstu róðrarnar. Læs resten
Meiningahornið – Blíðskapur og upplýsing er besta vápnið ímóti Sea Shepherd
Sá í fjølmiðlunum í gjár grein, at kunningarstovnan á Sandi hevur leigað Sea Shepherd felagsskapinum hús, sum býráðslimur í Havn eigur. Eg stúrsaði við, tá ið eg las viðmerkingarnar frá fólki, sum skrivaði niðurgerandi viðmerkingar um býarslimin. Nú haldi eg, at fólk skulu taka seg saman, tí sambært fjølmiðlunum eru fólkini frá Sea Shepherd stak friðarliga. Sjálvandi skulu vit veita fólkunum sama blíðskap sum øðrum útlendingum, og besta vápnið hjá okkum er blíðskapur og upplýsing um grindadráp og okkara matmentan. Læs resten
Teir hava mannað 10-mannafarið Vestmenning
Tá ið eg sá myndina av Vestmenningi omanfyri á Facebook, ringdi eg til Finn Johannesen leiðara í VÍF kappróðri. Spurdi um myndin var gomul, ella um teir nú høvdu mannað Vestmenning. Finnur sigur soleiðis: – Myndin er nýggj, sum eg sjálvur havi tikið. Vestmenningur er mannaður, og ætlanin er, at báturin skal rógva á fjarðastevnu í Vestmanna 5. juli, á vestanstevunu 12. juli og á ólavsøku 28. juli. Men kanska vit síggja Vestmenning fyri fjarðastevnu. Eystanstevnan er jú 21. juni og jóansøkan 28. juni, sigur Finnur. Læs resten
Ågot úr Klaksvík verður liðugt umvæld á ólavsøku
Nógv var at hoyra um hendingina seinast í februar mánað , tá ið nótaskipið Slættaberg sigldi inn í síðuna á Ågot, sum lá við bryggu í Klaksvík. Skaðin var so mikið stórur, at vandi var fyri, at Ågot kundi søkka, og at fiskifarið gjørdist vrak og ikki kundi gerast aftur. Eg spáki mest sum dagliga á Vestaru bryggju og hvørja ferð fram við Ågot, sum stendur á minna sleipivogninum. Arbeiðið at umvæla fiskifarið er umfatandi, og hevði Slættaberg rakt Ågot eitt sindur longri afturi og skatt maskinrúmið, varð Ågot neyvan gjørd aftur. Eg havi prátað við leiðara á Mest um Ågot: Læs resten








