Týskvøldið var vakurt at hyggja suður Nólsoyarfjørð. Um ellivu tíðina týskvøldið tók eg omanfyri mynd. Klárt var í veðrinum, men kalt í luftini, tá sólin var farin handan sýnuna. Í Havn hava vit havt frálíkt veður í rúma tíð. Summarið í fjør var einki at reypa av, í hvørfall ikki í Havn. Kalt, vátt og lítil gróður. Minnist, at eg koyrdi til Viðarreiðis í fyrst juli mánað í fjør, eftir at mjørkin hevði fjalt Havnina í fýra, fimm vikur. Í Leirvík gingu børnini í stuttum buksum, og á Viðarreiði arbeiddu tey lættklødd í bønum, urtagørðum ella málaðu hús. Øll vóru tey sólbrend.
Vit minnast øll, tá tað seinast vetur regnaði samanhangandi í fleiri mánaðir. Í fjølmiðlunum las eg, at januar mánaði í ár var vátasti mánaði í áttati ár. Í fjør vár og fyrrapartin av sumrinum gramdu bóndurnir seg um kalda veðrið og ringa gróðurin. Í ár er øðrvísi í hvørfall í Havn, tí grasvøksturin er góður. Tað siga fólk, sum sláa grasvallirnar í garðinum.
Juli mánaður er mjørkamánaður í Havn, og spennandi, hvussu leikur fer í ár. Annars tosaði eg við mann úr Oyndafirði, sum segði mær, at tá veðrið er gott í Havn, er veðrið ivasamt í Oyndafirði. Men er lágætt við mjørka í Havn, hoyggja tey í Oyndafirði og bygdunum norðanfyri. (Vagnur)
Haldi, at føroyingurin gloymir skjótt ringa veðrið um veturin og heldur gleðist um góðu løturnar. So eru tað tey, sum bara seta seg í flogfarið og flúgva beinleiðis til Spania. Møguleikarnir eru nógv fleiri, enn tá vit vóru børn í Havn. (Vagnur)
