Nú eri eg ikki nøkur ørn, tá ið talan er um kappingarreglur innan kappróður, men so mikið veit eg, at hongur bátur eftir í startinum, skal róðurin skjótast av. Hetta varð ikki gjørt á sundalagsstevnu, tá ið Gongurólvur hekk í fastur í startinum í tólv sekund sambært myndunum. Eg havi tosað við royndan dómara, sum sigur soleiðis: Sambært reglunum skal startur skjótast av, um báturin hongur eftir, so einfalt er tað. Eisini stendur í reglunum, at dómari kann skjóta róður av, áðrenn tjúgu sekund eru farin av róðrinum.
Tá eg síggi og hoyra slíkt, hugsi eg altíð um, at allir rógvarar mugu vera líka fyri lógini, og dómarar mugu døma eins. Ikki gongur væl hjá mær at fáa nakran at siga nakað um málið, men manningin á Gongurólvi hevur sent klagu til Róðrarsambandið, og sum eg skilji, kemur málið fyri á fundi í RSF í kvøld. Hevur høvuðsdómarin gjørt mistak og ikki fylgt kappingarreglunum, fáa vit ein umróður. Vit skulu minnast til, at tað er álvarsamt, tá bátur hongur eftir í startinum, tí hann kann missa so mikið nógv stig, at vónirnar at vinna sær heiðursmerki eru mest sum farnar, tí í hesum førinum eru bara fimm FM-róðrar eftir.
Umráðandi er fyri rógvaran, at dómararr døma eins og eru líka fyri lógunum á øllum stevnum. Øll kunnu gera mistøk, men altavgerandi er at viðurkenna mistøkini, um tey eru framd. Vit hava jú dømið um Havfrúnna á ólavsøku í fjør. Dómarin, eg tosaði við, segði mær, at veður og vindur spælir inn, tá ið startað verður. Vanligt er, at missir báturin kanska hálvt tak ella okkurt líknandi, verður ikki skotið av. Men hongur bátur fastur í startinum í sekundir og í hesum førinum tólv sekund, skal sjálvandi skjótast av. Á myndunum sæst, at Gongurólvur misti einar fýra bátslongdir. Nú fáa vit at síggja, hvat úrslit Róðrarsambandið kemur til. (Vagnur)
