Fegnir menn í vøkrum troyggjum umborð á Orminum

Ormurin á sundalagsstevu: F.v:

Ormurin á sundalagsstevnu: F.v: Heri Thomsen, Robert Thomassen, Rúni Joensen, Petur í Gong, Dánjal Joensen, Geir á Lofti, Teitur Samuelsen, Bernt Jacobsen, Kári Rubek Nielsen og Hjalti Gunnarstein. Jonna Linda Christoffersen stýrdi. (Mynd Einar Martin)

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í søguligum bygningi á Kongabrúnni. Í bygninginum standa trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt 8-mannafar og eitt 10-mannafar. Eg havi spurt formannin Rúna Joensen, sum er gamal í garði innan rógving, hvussu hevur gingist at mannað bátarnar í summar. Formaðurin rør sjálvur við 10-mannafarinum, og hann sigur soleiðis um 10-mannafarið, sum er mannað við “eldri” rógvarum, sum allir hava róð áður:

Tey halda til í hesum pakkhúsi, men eingi eru skiftingarrúmini, brúsur ella vs. (Mynd Vagnur)

Tey halda til í hesum pakkhúsi, men eingi eru skiftingarrúmini, brúsur ella vs. (Mynd Vagnur)

– Vit venja tvær ferðir um vikuna og skulu rógva allar sjey FM-róðrarnar, tað vil siga, at vit eru hampuliga “seriøsir”. Vit valdu ikki kappingina 10-mannafør “eldri”, tí har har eru bara tríggir FM-róðrar seinastu tríggjar stevnurnar. Sjálvandi vita vit, at vit ikki vinna gullið, men fyri okkum er týdningarmikið at vera við, og menn er fegnir um at venja regluliga til tess at halda seg í venjing. Tú spyrt, hvussu gongst at manna bátarnar í summar?

Rúni er formaður í Róðrarfelagnum Knørri. (Mynd Vagnur)

Rúni er formaður í Róðrarfelagnum Knørri. (Mynd Vagnur)

– Støðan er hampuliga góð, tí 10-mannafarið er við, tað er 8-mannafarið Knørrur eisini við góðum úrslitum, Jarnbardur kvinnur vinnur gull, og tað gjørdi Jarnbardur menn eisini á norðoyastevnu. Síðani hava vit yngru manningarnar. Vit halda til í pakkhúsinum hjá Evensen á Kongabrúnni. Staðið er frálíkt, men vit hava eingi skiftirúm, brúsur ella vs. Landið eigur bygningin, og sjálvandi ynskja vit, at funnið verður felagnum varandi loysn, so vit fáa eins góðar umstøður sum onnur róðrarfeløg, sigur Rúni Joensen í stuttari viðmerking.

Eg plagi at spáka mær framvið neystinum, og vøkur sjón at koma í gamla pakkhúsið hjá Evensen á Kongabrúnni. Har standa sjey vakrir bláir kappróðrarbátar. 5-mannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, tvey 6-mannafør Jarnbardur og Herningur, 8-mannafarið Knørrur og 10-mannafarið Ormurin Langi.

Felagið byrjaði virksemið í gomlum neysti við “Lágikai” granni við Skeiva pakkhús hjá Valdemari Lützen. Har ætlaði felagið byggja nýtt neyst, men ymsar forðingar gjørdu, at ætlanin er slept. Eg havi varhugan av, at Róðrarfelagiði Knørrur er frálíkt róðrarfelag. Har eru nakrar eldsálir, sum slóða fyri. Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur eru farin at samstarva um ólavsøkuna, og hetta er frálíkt.

Frálíkt stað hjá bláu bátunum at húsast. Vónandi finst ein varandi loysn hjá bátunum. (Mynd Vagnur)

Frálíkt stað hjá bláu bátunum at húsast. Vónandi finst ein varandi loysn hjá bátunum. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg sá allar tær vøkru bundnu troyggjurnar omanfyri, hugsaði um allar troyggjurnar mamma bant okkum, tá ið vit vóru smádreingir. Vit gingu altíð í slíkum troyggjum. Litfagrar og vakrar troyggjur omanfyri, men eisini hugsaði eg, um Guðrun og Guðrun var høvuðsstuðul hjá bláa 10-mannafarinum, og at manningin er “modellini” hjá fyritøkuni. Teir rigga bara heilt væl. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *