Nakrar óvæntaðar broytingar vóru á sundalagsstevnu

Gleðiligt at síggja, at serliga Sølmundur kvinnur kundi geva Jarnbardi kapping

Gleðiligt at síggja, at serliga Sølmundur kvinnur kundi geva Jarnbardi kapping. (Mynd Einar Martin)

Tvær vikur eru farnar síðani FM-róðrarnar á norðoyastevnu, og spenningurin hjá mær var, hvat manningar fáa burturúr tveimum venjingarvikum. Broytingar vóru á hóma á sundalagsstevnu, tó ikki so nógvar. Eg vónaði, at serliga dreingjabátarnir Jallurin og Frúgvin fóru at geva Fípuni Føgru og Bliki skarpan gang á sundalagsstevnu, men frástøðan í sekundum gjørdist fleiri. Gleðiligt var at síggja, at Jarnbardur 6-mannafar kvinnur veruliga fekk kapping serliga frá Sølmundi, og har kann gerasta spennandi næstu róðrarnar.

Skutur á muni men Fípan Fagra var alla tíðina frammanfyri.

Bara skutur á muni, men Fípan Fagra var alla tíðina frammanfyri Blik. (Mynd Einar Martin)

Ov langt gjørdist millum dreingjabátarnar Fípuni Føgru,  og hinar bátarnar.

Ov langt gjørdist millum dreingjabátarnar Fípuni Føgru, Blik, og hinar bátarnar.(Mynd Einar Martin)

Eg vil siga tað soleiðis, at leggja kvinnurnar umborð á Sølmundi og Lómi harðari út næstu ferð og ikki lata Jarnbard fara so langt undan í startinum, kann alt henda. Umborð á Lómi skuldu tær havt tikið longri tøk í mótvindinum, tí so dragnaðu tær ikki so nógv í miðróðrinum. Tað er komið óvart á meg, at drekagenturnar eru so stinnar, tí tær róðu jú barnaróður í fjør. Við HR brillum vóru øll fegin um triðja plássið í Klaksvík, men so vunnu tær í dag á Fípuni Føgru í spennandi endaspurti. Allar gentumanningarnar býttu um pláss frá norðoystevnu. Størstu framgongdina í øllum flotanum høvdu sílagenturnar, sum betraðu seg hálvan minutt fram til nummar eitt frá á norðoyastevnu.

Drekin og Fípan Fagra í harðari kapping um fyrsta plássið. (Mynd Einar Martin)

Drekin og Fípan Fagra í harðari kapping um fyrsta plássið. (Mynd Einar Martin)

Javnari var í dag millum gentubátarnar.

Javnari var í dag millum gentubátarnar. (Mynd Einar Martin)

5-mannafør kvinnur higartil í summar gjørdust øðrvísi enn eg nakrantíð roknaði við. Hevði ikki droymt um, at Erla Kongsdóttir fór at sleppa so lætt, tá eg serliga hugsi um Havfrúnna, sum róði so væl í fjør. Munurin er nakað stórur millum bátarnar. Gongurólvur 6-mannafar við monnum hekk eftir í startinum og fór langt afturum, men Ikki havi eg tosað við nakran umborð á Gongurólvi. Kappingardagurin var oyðilagdur fyri hesar rógvarar. Jarnbardur, Hvessingur og Sølmundur vóru fyrstu bátar á norðoyastevnu, men á sundalagsstevnu vann Hvessingur. Fyri mítt viðkomandi við blandaðum kenslum, tí sjálvandi skuldu suðoyingarnir umborð á Hvessingi heldlur sitið umborð á Suðuroyngi.

Hvessingur í kapping við Sølmund um fyrsta plássið. (Mynd Einar Martin)

Hvessingur í kapping við Sølmund um fyrsta plássið. (Mynd Einar Martin)

Tíverri er FM-kappingin fyri 10-mannaførini longu avgjørd, tí bæði teir á Havnarbátinum, Orminum og Eysturoyingi eru slett ikki í somu venjingarstøðu, sum teir umborð á Drekanum Reyða. Kanska kann Klaksvíkingur seinni geva Drekanum Reyða kapping.

Erla Kongsdóttir má fáa meira kapping. (Mynd Einar Martin)

Erla Kongsdóttir má fáa meira kapping. (Mynd Einar Martin)

Umborð á Erlu Kongsdóttir er styrki og gott áralag. (Mynd Einar Martin)

Umborð á Erlu Kongsdóttir er styrki og gott áralag. (Mynd Einar Martin)

jkjkjkjkj

Meira skal til, skulu Havfrúgvin og Teistin gera nakað við Erlu Kongsdóttir. (Mynd Einar Martin)

 

Mest óvæntaðu úrslitini í dag vóru, at drekagenturnar vunnu, og at serliga Sølmundur 6-mannafar kvinnur kundi geva Jarnbardi so mikið av kapping. Nú gloymdi eg Kvívíkingi, sum myndamaðurin ikki fekk mynd av, men  Kvívíkingur vann tryggan sigur, men so gjørdi Argjabáturin veruligt hál síðani á norðoyastevnu. Hevði roknað við, at Miðvingur fór at bjóða Kvíkvíkingi av, men ikki er hildnast nóg væl hesar tvær vikurnar. Ùrslit og støður er at síggja á drekin.fo. (Vagnur)

Frálíkt avrit frá Drekanum Reyði, tó keðiligt, at spenningurin so lítil. (Mynd Einar Martin)

Frálíkt avrit frá Drekanum Reyða, tó keðiligt, at spenningurin er so lítil. (Mynd Einar Martin)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *