Meiningahornið – Blíðskapur og upplýsing er besta vápnið ímóti Sea Shepherd

Mynd sum henda av Sea Sheperd skipið órógva kanska føroyingin.

Mynd sum henda av Sea Shepherd skipi órógvar kanska føroyingin.

Sá í fjølmiðlunum í gjár grein, at kunningarstovnan á Sandi hevur leigað Sea Shepherd felagsskapinum hús, sum býráðslimur í Havn eigur. Eg stúrsaði við, tá ið eg las viðmerkingarnar frá fólki, sum skrivaði niðurgerandi viðmerkingar um býarslimin. Nú haldi eg, at fólk skulu taka seg saman, tí sambært fjølmiðlunum eru fólkini frá Sea Shepherd stak friðarliga. Sjálvandi skulu vit veita fólkunum sama blíðskap sum øðrum útlendingum, og besta vápnið hjá okkum er blíðskapur og upplýsing um grindadráp og okkara matmentan.

Tað er ov ússaligt at leggja eftir býráðslimi í Havn, tí hann og konan eiga eini gomul hús á Sandi, sum kunningarstovan har umsitur til útleigan. Sea Shepherd fólkini hava jú keypt ferðaseðlar frá Atlantic Airways ella Smyril Line til tess at koma til Føroya. Eisini mugu tey keypa sær okkurt til matna í føroyskum handlum, og kanska leiga tey sær bil. Hesi fólk skulu hava frið at vitja í Føroyum, um tey sjálvandi halda landsins lógir, og tað hava tey gjørt bæði higartil í ár og í fjør. Hvar er so trupulleikin?

Mangan leggja Sea Sheperd fólk nógv fyri, og myndirnar kunnu tykjast ógvusligar.

Mangan leggja Sea Shepherd fólk nógv fyri, og myndirnar kunnu tykjast ógvusligar.

Nú vita vit ikki, hvat Sea Shepherd fólki kunnu finna uppá, um eydnast teimum at uppliva grindadráp í Føroyum, um tey fara út um mark, traðkar løgreglarn til. Neyvan megna tey at steðga drápinum, men tey hava við sær framkomin upptøkutól, sum ognar teimum myndir at vísa fólki úti í heimi. Vit minnast, tá Watson var í Føroyum við skipi sínum og hótti bæði við einum og øðrum, so løgreglan mátti leggja uppí.

Allar besta vápnið hjá føroyingum er upplýsing og blíðskapar, sum vit eru kend fyri. Blíðskapurin førir óivað til, at hesi fólkini fáa heilt aðra mynd av føroyingum og okkara matmentan, enn tey áður ímyndaðu sær gjøgnum ræðumyndir í útlendskum fjølmiðlum. Eg eri vorðin so mikið gamal, at eg minnist ódámligu grindadrápini á Eystaruvág, har summir menn gjørdust óður í høvdinum at síggja blóð og bara stungu frá hond. Havi sæð menn leypa á bláman við knívi í munninum og síggi fyri mær, hvussu ófantaligir summir menn vóru í grindadrápinum. Tí betur er hetta søga.

Tá ið alt oman fyri er sagt, eri eg ikki ímóti grindadrápi og ein spikbiti er góður av og á. Men alt má fara fram við skili, og grindadrápið er jú nógv betur skipað, enn tá eg var unglingi í Havn. Vit skulu ikki drepa bara fyri at drepa. Tí verri er summir føroyingar framvegis ógvuliga “primitivir” bara teir hoyra orðini grindaboð og grindadráp. Nógvar av viðmerkingunum til greinina um býarlimin í Havn og leigaða húsið á Sandi sigur alt um hesi fólkini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *