Tá ið eg sá myndina av Vestmenningi omanfyri á Facebook, ringdi eg til Finn Johannesen leiðara í VÍF kappróðri. Spurdi um myndin var gomul, ella um teir nú høvdu mannað Vestmenning. Finnur sigur soleiðis: – Myndin er nýggj, sum eg sjálvur havi tikið. Vestmenningur er mannaður, og ætlanin er, at báturin skal rógva á fjarðastevnu í Vestmanna 5. juli, á vestanstevunu 12. juli og á ólavsøku 28. juli. Men kanska vit síggja Vestmenning fyri fjarðastevnu. Eystanstevnan er jú 21. juni og jóansøkan 28. juni, sigur Finnur.
Tá ið eg hevði Finn í telefonini, komu vit at práta um at manna bátar, og Finnur heldur soleiðis fram: – Vestmenningur er mannaður við monnum, sum áður hava róð við bátinum. Summir heilt aftur í 1990-árini, so hetta eru alt royndir rógvarar. Okkara samfelag er nógv broytt seinnu árini, og menn hava úr at gera. Summir eru uttanlands í arbeiðsørindum, aðrir ganga í skúla í Danmark og onkur er til sjós. Møguleiki er ikki hjá slíkum monnum at byrja at venja á nýggjárinum.
– Tað ber bara til at taka eitt tak í bátinum eina tíð í summarmánaðunum. Hugburðurin er eisini nógv broyttur millum tey ungu, tí tey skulu náa so nógv. Teldan fyllir nógv hjá teimum ungu, og nógv meira ferð er á samfelagnum í mun til, tá ið eg var smádrongur og spældi niðri í fjørðini, sigur Finnur í stuttari viðmerking.
VÍF kappróður hevur bara ein FM-bát við í summar, og tað er nýggja Havfrúgvin mannað við kvinnum, sum róðu fyrstu ferð á norðoyastevnu. Vestmanna er gomul kappróðrarbygd, og tað var tann tíð, tá Vestmenningur var við á hvørjum ári, har róðu bæði gentur og dreingir við Havfrúnnni, og 6-mannfarið Fortuna var eisini mannað. Umstøðurnar eru góðar í Vestmanna við frálíkum neysti og harvið góðum innandura møguleikum. (Vagnur)

