Nógv var at hoyra um hendingina seinast í februar mánað , tá ið nótaskipið Slættaberg sigldi inn í síðuna á Ågot, sum lá við bryggu í Klaksvík. Skaðin var so mikið stórur, at vandi var fyri, at Ågot kundi søkka, og at fiskifarið gjørdist vrak og ikki kundi gerast aftur. Eg spáki mest sum dagliga á Vestaru bryggju og hvørja ferð fram við Ågot, sum stendur á minna sleipivogninum. Arbeiðið at umvæla fiskifarið er umfatandi, og hevði Slættaberg rakt Ågot eitt sindur longri afturi og skatt maskinrúmið, varð Ågot neyvan gjørd aftur. Eg havi prátað við leiðara á Mest um Ågot:
– Vit hava skift út 190 fermetrar av stálplátum, har talan er um síðuplatur og dekk, eisini skift út partar av lúnningini, og nógv stálbond eru skift. Síðani er alt frystirúmið tikið niður og bjálvingin í lastini. Ljósmotorar eru tiknir sundir og alt kølianleggið. Vit miðja ímóti, at arbeiðið verður liðugt um ólavsøkutíð, sigur leiðari á Mest. Eg spurdi viðkomandi, um talan nakrantíð var, at Ågot gjørdist vrak?
– Skaðin er umfatandi, men rakti Slættaberg við Ågot bara nakrar metrar longri afturi og rakti maskinrúmið, var fiskifarið neyvan gjørt aftur. Tá gjørdist skaðin uppaftur meira umfatandi, tí tá fóru allir bjálkar undir høvuðsmotori av lagi, og motorur kanska eisini fekk skaða. Tú spyrt, hvussu stórur skaðin er í peningi? Hetta er torført at siga, tí skaðin er ikki uppgjørdur enn, men vit tosa óivað um einar níggju milliónir krónur.
Óheppið hjá reiðarínum at missa skipið í bestu fiskitíð, men skiparin Hjaltur Poulsen segði soleiðis eftir hendingina: “Vit fara ikki at leggja okkum at sova, men spell var, at skaðin skuldi henda júst nú, tí tað gekk okkum so væl”, segði skiparin Hjaltur Poulsen. Eisini rørandi at síggja og hoyra skiparan siga, at teir síggja ljóst upp á framtíðina, tí fiskiskapurin við gørnum norðanfyri er spennandi. (Vagnur)
–
