Heilt stórur munur er at rógva 1000, 1500 og 2000 metrar

Olaf Vesturgarð hevur altíð dámað væl at íðka ítrótt og serliga at rógva um kapp. (Mynd Vagnur)

Olaf Vesturgarð hevur altíð dámað væl at íðka ítrótt og serliga at rógva um kapp. (Mynd Vagnur)

Fleiri fólk hava sagt mær, at nú er lætt hjá rógvarum, tí allar FM-manningar rógva 1000 metrar. Nógvar “mytur” eru um 1000 metra, 1500 metra og 2000 metra teinin, og tað at rógva við 10-mannafari, 8-mannafari og 6-mannafari við monnum. Hetta havi eg prátað við Olaf Vesturgarð um, sum hevur roynt alt av hesum, síðani hann byrjaði at rógva við Havnarbátinum í 1986. Eg havi sett Olafi tveir spurningar? Hvør er munurin at rógva við 10-mannafari, 8-mannafari og 6-mannafari, og hvør er munurin at rógva 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar. Olaf sigur soleiðis:

– Á ungum árum spældi eg fótbólti, hondbólti og badminton, men í 1986 byrjaði nýggj spennandi ítróttaverð, tá eg fekk møguleikan at koma umborð á Havnarbátin. Eg róði í fleiri umførum við Havnarbátinum men eisini við Skálabátinum og seinni Vágbingi. í 1989 og 1990 róði eg við 8-mannafarinum Knørri, og so havi eg eisini róð við 6-mannafarinum Jarnbardi. Í løtuni siti eg umborð á 6-mannafarinum Gongurólvi, og tað er eins spennandi og stuttligt, sum tá eg fyrstu ferð fór umborð á Havnarbátinum. Á koma í bátin, merkja frísku sjóluftina og njóta útsýnið, er “terapi” fyri meg. Eg eri bitin av kappróðri.

Olaf rør í summar við Gongurólvi.

Olaf rør í summar við Gongurólvi. Olaf á toftini stýriborð og sjálvandi í vesti. (Mynd Vagnur)

– Sjálvandi er munur á bátastøddum. Tá tú tildømis fert frá 10-mannafari í 6-mannafar sýnist, sum tú fert í eina jollu. Báturin er minni, har sýnist trengri hjá rógvarum, men spenningurin at rógva er hin sami. Tað er lættari og skjótari at finna rætta áralagið, jú, færri rógvarar eru í bátinum. Tú spyrt meg, at nú rógva allir FM-manninar 1000 metrar, og hvat haldi eg um tað? – Um vit fáa fleiri fólk at rógva og harvið fleiri bátar, er í lagi frá mínari síðu. Men at rógva 1000 metrar og rógva 2000 metrar er hvør sín avbjóðing.

Olaf á toftini stýriborð umborð á Jarnbardi. (Mynd Christopher)

Olaf á toftini stýriborð umborð á Jarnbardi. (Mynd Christopher)

– Taktikkurin á 1000 metrar er heilt ein annar enn á 2000 metrum, tí á longu teinunum er langur miðróður, meðan á 1000 metrum byrjað manningar við longum bekkróðri og enda í langum bekkróðri. Ja, eg havi verið við at róð alt ólavsøkumálið í bekk, sum er 901,25 metrar. At fólk nú siga, at rógvarar sleppa lættari, tí teir bara rógva1000 metrar, er tað reina tvætl. Bestu manningarnar eru altíð heilt frammi í oddinum, sjálvt um róð verða 1000 metrar, 1500 metrar ella 2000 metrar.

Olaf og Havnarbáturin á norðoyastevnu í fjør. (Mynd Hvannrók)

Olaf og Havnarbáturin á norðoyastevnu í fjør. (Mynd Hvannrók)

– Tá ið fólk siga, at tað krevst minni á 1000 metrum, og bara er at melda til, sjálvt um venjingin ikki er nóg góð, so er svarið: – Rógvarar fyrireika seg væl til róðrarárið og eru í so góðari venjing, at rógvarar, sum hava róð áður, men bara vilja rógva tildømis á ólavsøku, hava slett ongan møguleika. Vit sóu jú á norðoyastevnu, hvussu stórur munur var á stóru bátastøddunum, sjálvt um “bara” varð róð 1000 metrar. Eg kann leggja aftrat, at á 1000 metrum nært tú næstan ikki at sveitta, fyrr enn tú hoyrir endaskotið. Alt gongur so skjótt, sigur Olaf Vesturgarð at enda.

Vit kunnu fegnast um, at fimm 10-mannafør og fimm 8-mannafør róðu á norðoyastevnu, og nú hoyrist, at Vestmenningur eisini er flotaður. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *