Um níggjutíðina fríggjakvøldið spákaði eg mær gjøgnum miðbýin og oman á Bursatanga, har nøkur av abbabørnunum vóru. Havi ongantíð sæð so nógv fólk í býnum, telja vit ikki við á ólavsøku. Mest áhugaverda var, at so nógv foreldur við børnum vóru í býnum, og at eg sá hvørki lummafløsku, øl ella rúsaðan persón nakrastaðni. Niðri á Bursatanga stóðu abbabørn í langari bíðurøð, tí tey vildu sleppa at royna stigabilin hjá Brandstøðini, sum lyfti børnini langt upp í luftina, so tey sóu yvir allan býin.
Stuttligt eisini at síggja børnini hava so stóran áhuga í brandbilunum niðra á Bursatanga. Har vóru bæði gamlir og nýggir brandbilar, og fólk frá Brandstøðini koyrdu persónbil á sjógv og síðani við kavarum og kranabili vístu stóru mannfjøldini, hvussu farið varð fram, tá bilur var endaður á botni og fingin upp aftur á bryggjuna.Tey ungu sluppu eisini at seta seg í brandbilarnar, og nógvar vóru myndir tiknar av børnum, sum “stýrdu” brandbilunum. Bjargingarbáturin Lív lá við bryggju, og sjúkrabilur var eisini á Bursatanga. Allir brandmenninir og onnur atbeiðsfólk arbeiddu ókeypis.
Tiltøk vóru alla staðni. Eg sá eisini í skránni, at fólk fyrr um kvøldið í hópatali nýttu høvi at síggja ymisk tól á Landssjúkrahúsinum og sluppu at ganga í tunlunum undir jørð, sum binda allar bygningarnar saman, so matur og annað kann flytast millum bygningarnar. Í gøtunu seldu tey okkurt til matna, og allar hurðar í handlum stóðu víðopnar.
Komin niðan í býin, sá eg oman í Vágsbotn, og har vóru eisini nógv fólk. Uppi við Auto spældi tónleikabólkur. Veðrið var av tí fagrasta hesa løtuna. Stilt og vakurt summarveður, har sólin framvegis skein og harvið torført at fáa nóg góðar myndir. Nú eg siti við telduna og hyggi út í tún, er longu annað virksemi í havnargøtu. Tórshavn Marathon er á skránni, og nógvir rennarar eru farnir framvið hjá okkum.
Klokkan hálvgum ellivu “Mentunarnáttina” var eg við húsa aftur, men seinni hoyrdi eg nógv fólk práta uttan fyri hjá okkum. Tá eru tey ungu óivað farin oman í býin at skemta sær. Mentunarnáttin er frálíkt tiltak, men veðrið er altíð partur av tiltakinum, og fríggjakvøldið var veðrið av tí allar besta, og tí vóru so nógv fólk í havnargøtum. Frá vinmanni fekk eg í dag at vita, at nógv fólk vóru í býnum seinni um náttina.(Vagnur)










