Sjáldan havi eg myndatólið í bilinum, men í kvøld ætlaði eg at fáa samrøðu í lag við rógvara, men fekk ikki fatur. Fært tú ikki fyrstu søguna, er at taka næstu søguna. Úti Argjum lá bátar frá Brimli við bryggju og bíðaði, og eg fekk nøkur orð á báðar menninar, sum vóru við bátinum. Eg spurdi, um teir høvdu kannað nógvar kappróðrarbátar í summar. Teir søgdu, at vaktarskipini hava nógv at gera í løtuni, men er møguleikin til staðar, og teir eru nær landi, gera teir eitt legg við skjóttgangandi bátunum og kanna kappróðrarbátar. Vit fara at kanna fleiri bátar í næstum, søgdu teir.
Eisini fekk eg orð á nevndarlim í Argja Róðrarfelag, sum eisini rør. Hann segði mær, at tey í Argja Róðrarfelag leggja stóran dent á trygdina. Á felagsfundi verður undirvíst, hvussu rógvarar skulu handfara vestin, um teir fara fyri borð. Tað er hetta at hála í snórin, sum ger, at luft frá fløskuni pumpar upp vestin. – Vit umborð á Drekanum reyða rógva allir í vesti. Vesturin er lættur, darvar ikki venjingini og er partur av ítróttaútgerðini, segði rógvarin.
Báturin frá Brimli sigli síðani spakuliga út úr Havnini. Tá ið eg var komin heim til Landsskjúkrahúsið, sá eg, at teir løgdu á borði hjá bláum báti, sum varð kannaður. Allir rógvarar róðu í vesti, men so er spurningurin, um onnur útgerð var í bátinum sambært kunngerðina um trygd á sjónum. Menninir frá Brimli søgdu, at tey í Argja Róðrarfelag hava veruliga lagt seg eftir trygdini, men tað haldar framvegis nakað í hinum báðum feløgunum í Havn.
Ì seinastu viku gjørdist eg ikki sørt ovfarin, tá ið nevndarlimur í róðrarfelag á “Kappróðrarkjakinum” á Facebook sigur, at vestarnar eru følsk trygd, og at viðkomanandi bara var í vestinum, so hann ikki fekk bót. Eg øtaðist, má eg siga. Eg svaraði aftur, at vestarnir kunnu ikki vera følsk trygd, tá vestarnir eru góðkendir av Fiskiveiðueftirlitinum. Eru vestarnir ikki nóg góðir, sum mugu finnast aðrar vestar, tí trygdin má og skal vera í lagi.
Nú er at vóna, at rógvarar hugsa um trygdina, tí verða teir tiknir og ikki eru í vestinum, fellir hamarin. Uttan ávaring 1000 krónur í bót til hvønn rógvara uttan vest. Vónandi verður ikki seinastu ferð í summar, at vit síggja bátin frá Brimli í fjørðinum. Sum eg skilji á lagnum, fylgja eisini onnur fólk hjá Fiskiveiðueftirlitinum við, hvussu gongst at halda trygdina. Hetta eru fólk, sum ikki eru við vaktarskipunum, men arbeiða í landi. (Vagnur)

