Mikukvøldið leitaði eg mær í sólsskininum í støðna á Argjum. Ørindini vóru at fáa orð á róðursgentu, sum ikki áður hevur stýrt kappróðrarbáti. Ruth Poulsen, hevur róð í nøkur í ár, men í summar stýrir hon 5-mannafarinum Bliki við gentum. Hetta skuldi gerast áhugavert prát. Eg spurdi fyrst Ruth, um hon stúrdi at liggja við startin úti á málinum, og hon sigur soleiðis.
– Tá báturin skal leggjast til startin, leggi eg stóra áherðslu á beinanvegin at koma beint á pláss. Hetta, so ikki strongd kemur á manningina og meg sjálva. Eg stúri fyri, um dómararin fer at rópa á Blik, sum í ringasta føri kann geva kort ella burturvísing. So er tað krókurin, sum kann vera torførur at loysa úr. Eg syrgi altíð fyri at royna krókin einar tvær ferðir fyri start, so eg erí vís í, at krókurin er í lagi. Umráðandi er, at tú hálar rætt í krókin, og at vinkulin er í lagi í línuni. Haldi ikki, at tað er so lætt at loysa úr krókin, men tað gekk væl at á norðoyastevnu og sundalagsstevnu.

Á toftini sita Kristina Sundstein Petersen og Linda Klein. Í rúminum Marta Petersen og Eyð Fróðadóttir og á lærbekki tvíburarnir Marta Jørgesen og Rita Jørgensen. Sólin skein bæði oman og niðan hesa løtuna. (Mynd Vagnur)
– Tú spyrt um sjálvan róðurin og mína ábyrgd umborð. Er veðrið gott, er alt lættari, men er nógvur vindur, er ikki lætt at halda bátinum beinan. Genturnar á toftubekki halda bátinum beinan, meðan eg samskifti nógv við genturnar á lærbekki. Ògvuliga umráðandi er at stýra beint, og tað er mín ábyrgd, um báturin fer av kós. Á sundalagsstevnu stýrdu fleiri bátar skeivt, og Blikur var ein av teimum. Tað var, sum fleiri bátar vórðu drignir í annað borðið óivað orsaka av vindi og streymi, sigur Ruth at enda.
Meðan eg bíðaði eftir róðursgentuni, sat eg eina løtu í hugnaligum rúmi í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Bleytir og góðir lenistólar, har var sjónvarp og nógvar vakrar kappróðrarmyndir av bátum og manningum. Hugnaligt rúm og blíðir og fyrikomandi ungir rógvarar. Ikki vóru genturnar á Bliki nøgdar við róðrarárið higartil, tí tær blivu nummar fýra á norðoyastevnu og nummar seks á sundalagsstevnuni. Besta úrslit í fjør var eitt annaðpláss.
Fýra bátar hjá felagnum vórðu flotaðir hesa løtuna, meðan eg var í støðni. Genturnar søgdu mær, at samhaldið í neystinum er ómetaliga gott, og hetta merkti eg eisini á rógvarum. (Vagnur)
