Meiningahornið – Vága floghavn satt vónbrot

Uttan sær hampuligt út, men innan er arbeiðið ikki væl frágingið. (Mynd Vága Floghavn)

Uttan sær hampuligt út, men innan er arbeiðið ikki væl frágingið. (Mynd Vága Floghavn)

Fyri viku síðani var eg vesturi á flogvøllinum, og ávegis vestur var eg spentur at síggja nýggju floghavnina, sum vit í fjølmiðlunum hava hoyrt so nógv um. Satt vónbrot, má eg siga. Ikki var øðrvísi enn at koma inn í pakkhús í Havn ella á Hjalla. Alt sá út at vera gjørt á bíligastan hátt. Bara hyggja at plátunum uppi undir loftinum, har tú eisini sær ymisk stór rør. Arbeiðið er óivað ikki liðugt, hugsaði eg. Ringast var lítla upphaldsrúmið, har avvarandi kunnu sita, meðan tey bíðaðu eftir ferðafólki. Høgir ringir stólar og lítið pláss. Hugsaði beinanvegin, hvussu skilið er, um tvey flogfør eru seinkað. Fólk kunnu ikki sum áður sita seg niður, hvíla beinini og vera saman við teimum, sum skulu við flogfarinum. Alt sá út, sum arbeiðið ikki var liðugt. Hoyrdi fólk spyrja: Hvør hevur teknað? (Vagnur)

Sølmundur kvinnur: Á norðoyastevnu sóu vit, at tað ber til

Sølmundur 2014. Frá vinstu: Inga Weihe, Sarita Annikudóttir, Bjørg Olsen, Beinta á Reynatrøð, Kristbjørg Skibenæs og Sólrun Davidsen.

Sølmundur 2014. Frá vinstru: Inga Weihe, Sarita Annikudóttir, Rósa Tyril, Bjørg Olsen, Beinta á Reynatrøð, Kristbjørg Skibenæs og Sólrun Davidsen. (Mynd Krstfríð Tyril)

Tilvildin kann mangan vera løgin, tí tú kemur í samband við fólk, sum tú slett ikki kennur, og sum tú ongantíð áður hevur sæð. Men eftir nakrar minuttir tykist, sum vit hava kenst altíð. Hetta hendi, tá ið eg hitti tvær kvinnur umborð á Sølmundi. Eg fekk fyrst samband við Beintu á Reynatrøð, sum rør við Sølmundi, og gjøgnum Facebook fekk eg telefonnummar, so eg kundi práta við hana um 6-mannafarið Sølmund. Læs resten →

Hugo Joensen er eygleiðari og hjálpari hjá høvuðsdómaranum

Hugo Joensen í dómarabáti í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

Hugo Joensen frammi í dómarabáti í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

Eg havi í eina tíð ætlað fáa orð á 25 ára gamla Hugo Joensen, sum eg veit brennur fyri kappróðri, og sum fekk kappróður inn við “móðurmjólkini”, tí Hannis Joensen pápi Hugo var formaður í Róðrarsambandinum. – Sum smádrongur var eg altíð við pápa mínum bæði, tá hann var í neystinum, tá hann róði við Havnarbátinum old boys, og tá hann var á stevnum. Eg havi óivað verið ein plága fyri pápa mín, tí eg vildi hava alt við. Í 2006 varð eg biðin at koma í toymið í RSF, sum tók sær av FM-róðrunum, sigur Hugo og heldur fram: Læs resten →

Børn royna fyrst fleiri ítróttagreinar fyri síðani at velja eina burturav

Nógv fólk koma til fimleikaframsýningarnar. (Mynd Hannis Wardum)

Tá ið vit vóru ungir hondbóltsspælarar, varð spælt hondbólt um summarið. Um veturin spældu vit eitt sindur av borðtennis, seinni eitt sindur av flogbólti, og onkur gjørdi fimleik. Vit vandu ikki eins nógv, og ítróttafólkini nú mangan gera, og til bar til hjá ungum at íðka fleiri ítróttagreinar. Men hetta er nú broytt, tí kravt verður meira av teimum ungu, tey venja meira, og tí mugu fleiri longu á ungum árunum velja eina ítróttagrein burturav. Tey kunnu koma í tvístøðu.  Læs resten →

Vit áttu eisini at filmað allar barnaróðrarnar

Junkarin úr Kvívík mátti lúta fyri gula bátinum úr Runavík. (Mynd Torkil)

Junkarin úr Kvívík mátti lúta fyri gula bátinum úr Runavík. (Mynd Torkil)

Barnaróðurin hevur frálíka undirtøku í ár, men tað er, sum tey ungu ikki verið tikin í nóg stóran álvara. Sjálvandi veit eg, at fjølmiðlar skriva ikki um piltadystir og útvarpa ikki gentu- ella kvinnufótbólt, men áhugavert og stuttligt hevði verið at sæð barnaróðrarnar á bandi. Róðrarfelagið Knørrur tók einaferð stig at filma barnaróðrar og vísa teir á heimasíðuni, men eg dugi ikki at síggja, at hetta verður gjørt longur. Á jóansøku vann Firvaldur enn einaferð barnaróðurin við gentum, og ein gulur bátur óivað Tjaldrið vann barnaróðurin við dreingjum. Men eg síggi ikki endaligu úrslitini frá barnaróðrinum nakrastaðni. Heldur ikki á heimasíðuni www.drekin.fo Ungi rógvarin, sum eg bað taka myndir á jóansøku, fekk nakrar myndir frá barnaróðrinum. Fleiri myndir niðanfyri. (Vagnur) Læs resten →

Ikki gitti eg nóg væl um jóansøkuróðrarnar

Her fer Knørrur fyrstur um málið í góðum jøvnum 8-mannafarsróðri. (Mynd Torkil)

Her fer Knørrur fyrstur um málið í góðum jøvnum 8-mannafarsróðri. (Mynd Bjarti)

Marita á Rógvi bað meg gita um FM-róðrarnar á jóansøku, men sjálvt um eg var vísur í, at vit fingu í hvørfall ein nýggjan vinnara, so fór eg skeivur í fleiri róðrum. Orsøkin er einfald. Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og á eystanstevnu var mótvindur meira og minni, men í dag var lítið lot undan. Og himmal víður munur er at rógva undan lotinum, og á jóansøku á Vági er altíð óvæntað úrslit. So er tað myndatólið. Eg bað ungan rógvara, sum eg kenni, taka myndatól mítt við til Vágs, so eg fekk nakrar myndir. – Eg dugi ikki at taka myndir, segði ungi rógvarin. Royn bara okkurt, fái eg bara eina góða mynd, eri eg nøgdur, segði eg. Og fleiri av myndunum er heilt góðar. Læs resten →

Meiningahornið – Nakrar viðmerkingar um fjølmiðlar

Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)

Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)

Tá ið vit um dagarnar fingu hálvárs kringvarpsgjaldið sendandi, hugsaði eg um nógvu skrivingina um fjølmiðlar í seinastuni. Í míni fjølmiðlaverð er ómetaliga týdningarmikið, at vit hava eitt vælrikið og sterkt alment kringvarp. Eg haldi, at summar ákoyringarnar ímóti Kringvarpinum eru á sera lágum støði og serliga frá teimum niðri í Vágsbotni. Eg havi upplivað øll bløðini, sum av fíggjarligum ávum máttu blaka handklæðið í ringin. Spell, at Dimmalætting mátti gevast, men eisini spell, at sjálvt Sosialurin er viknaður. Læs resten →

Claus Rasmussen gleðir seg til avbjóðingina í Vági

Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

Claus Rasmussen hevur nógvar royndir sum venjari, og hondbóltur hevur altíð fylt nógv í hansara gerandisdegi. Hann hevur vant kvinnulandsliðið, vant fleiri manslið í bestu deildini, og seinasta kappingarár vandi hann ungdómslið hjá Neistanum.

Eg havi spurt Claus, hvussu hann fær alt at hanga saman, tá hann er leiðari á dagstovni í Hoyvík og eisini skal venja VB kvinnur. Claus sigur soleiðis.

– Mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari, og tá eg fekk møguleikan at venja VB kvinnur, helt eg hetta vera so mikið áhugaverda uppgávu, at eg tók av. Men allar fyrst mátti eg fáa á pláss venjingartíðirnar. Læs resten →

6-mannafarið Gongurólvur fekk dómarauppreisn á eystanstevnu

Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)

Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)

Nú er endaliga staðfest, at dómarin á sundalagsstevnuni gjørdi stórt mistak, tá hann ikki skjeyt róðurin av, tá Gongurólvur hekk fastur. Á eystanstevnu var júst sama støða, tá 5-mannafarið Tekla hekk eftir. Róðursdrongurin á Teklu fekk at enda tó krøkt krókin úr, dreingirnir rógva nakrar metrar, tá dómarin skjýtur róðurin av. Men hetta var ikki gjørt á sundalagsstevnu, tá Gongurólvur hekk fastur. Læs resten →

Átjan barnamanningar kýttu seg á eystanstevnu

Junkarin

Barnamanningarnar við dreingjum rógva væl. Junkarin er her á odda. (Mynd Einar Martin)

Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Leygardagin á eystanstevnu róðu sjey dreingjamanningar og ellivu gentumanningar. Barnamanningar kappast ikki um FM-heitið, men gerast stevnuvinnarar. Á eystanstevnunu vann Junkarin við dreingjum og Firvaldur við gentum. Niðanfyri eru nakrar myndir frá barnaróðrinum. Læs resten →