Tankarnir hjá Ludvík við Stein gerast ongantíð veruleiki

Lúdvík við Stein nærmast og Jón Rosenblad umborð á Eysturoyingi. (Mynd Christopher)

Ludvík við Stein nærmast og Jón Rosenblad umborð á Eysturoyingi. (Mynd Christopher)

Í Sosialinum seinasta mikudag er drúgv samrøða við Ludvík við Stein, sum er kendur rógvari og viðmerkjari. Eisini var hann at hoyra í Rás 2. Tað, sum fall mær fyri bróstið, vóru serliga orðini, har Ludvík sigur, at tíðin er komin at gera skilnað millum bygdarstevnur og kappróður, tí hetta eru tvey ting, sum ikki nýtast at vera saman, og sum ber til at skylja sundur. Ludvík sigur eisini, at summi støð eru kanska ikki egnað at fyriskipa kappróður, og tað er stórur trupulleiki, at róðrarstøðini ikki eru tey somu hvørt ár. Læs resten →

Olja seyrar framvegis út í Havnará

Teir áttu at fingið burtur oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Teir áttu at fingið oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Ikki er vakurt at ganga fram við Havnará frá Sjónleikarhúsinum og niðan um skótahúsið. Oljaforðingar er lagdar í ánna, tí fyri vikum síðani vóru fólk varug við, at olja seyraði út í ánna. Menn frá brandstøðini funnu út av, at hol mátti vera á oljutanga har á leiðini, tí varð oljusperring løgd í ánna. Í ánni er nógv síl bæði stór og smá, og ikki er tespulig sjón at síggja sílini svimja beint undir oljuni. Ein dagin var onnur oljuforðingin slitnað, so olju lá um allan hylin. Læs resten →

Eg hevði varhugan, at 8-mannafarið Miðvingur vann í Miðvági

Miðvingur avmyndaður eftir søguliga sigur, tí tað eru 56 ár liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Miðvingur avmyndaður eftir søguligan sigur, tí sigst, at 56 ár eru liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Eftir fjarðastevnu skrivaði eg, at Miðvingur gjørdist betri, sum róðrarárið leið, men tað vantaði tað allar seinasta. Báturin var frammi í oddinum í Vestmanna, men teir høvdu ikki orkuna í endaspurtinum. Tí var við spenningi, at eg leygardagin fylgdi júst Miðvingi á telduskíggjanum. Miðvingur var fremst langt inn, men eg bíðaði bara eftir, at Miðvingur fór at dragna, og at hinir bátarnir nærkaðust, sum teir eisini gjørdu. Kvívíkingur fekk ringan start og sýntist ikki at vera eins “upplagdur” sum í Vestmanna, og hetta gjørdi Miðvingur sær dælt av. Fýra 8-mannafar í 2014 og tríggir vinnarar higartil. Kvívíkingur, Knørrur og nú Miðvingur. Frálíkt. Læs resten →

Úr myndasavninum – Kappróður hevur djúpar røtur í Miðvági

Miðvingur á ólavsøku í 2004.

Miðvingur á ólavsøku í 2004. (Mynd Hans Pauli við Misá)

8-mannafarið Miðvingur var fyrsti kappróðrarbátur Niclas í Koltri smíðaði. Hetta var í 1957, og tá var Miðvágs Róðrarfelag eisini stovnað. Tað má sigast at vera ein sólskinssøga, at felagið nú eigur vakurt neyst, fleiri nýggjar kappróðrarbátar og skyldar ikki eitt oyra. Greinina niðanfyri skrivaði eg fyri tíggju árum síðani í 2004 á www.drekin.fo Læs resten →

Klaksvíkingur átti ikki at sloppið at róð á ólavsøku í ár

Dugi ikki síggja meining í, at Klaksvíkigur rør á ólavsøku.

Dugi ikki síggja meining í, at Klaksvíkigur rør á ólavsøku.

Eg síggi át Facebook, at Svein Rógvi og teir ætla at manna Klaksvíking á ólavsøku. Haldi mær til góðar í Klaksvík, men eg síggi slett ikki meiningina, at Klaksvíkingur rør á ólavsøku. Menn manna Klaksvíking til norðoyastevnu, síðani fara menn umborð á Páll Fanga, og so í farnu viku stóð at lesa, at menn vístu ikki, um teir mannaðu Páll Fanga, Nevið Reyða ella Klaksvíking. Alt hetta fær Norðlýsið nógvar greinar burturúr í summar, og sjónleikurin heldur fram. Læs resten →

Úr myndasavninum – Tríggir rógvarar umborð á Havnarbátinum búgva í Eysturoynni

Tríggir úrmælingar innan rógving. Frá vinstru Ingi á Tórgarði, Jón Rosenblad og Búgvi Poulsen. (Mynd Christopher)

Tríggir úrmælingar innan rógving. Frá vinstru Ingi á Tórgarði, Jón Rosenblad og Búgvi Poulsen. Myndin er tikin í Lamba. (Mynd Christopher)

Fyri tíggju árunum í 2004 skrivaði eg niðanfyri greinastubba á heimasíðuni www.drekin.fo. Eg stimaði mest sum hvørt venjingarkvøld við Havnarbátinum. Og serliga fyri ólavsøkuróðurin stóð nógv á monnum, tí Havnarbáturin mátti vera framman fyri Nólsoying til tess at vinna FM-heitið. Vágbingur spældi bæði Havnarbátinum og Nólsoyingi eitt “puss”, tí hann var á Molanum eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin og Nólsoying. Havnarbátur tók Vágbing nakrar metrar frá mállinjuni við einum fóti, sum myndin niðanfyri sýnir. Òtrúlig róðrarupplivilsir at minnast aftur á. Læs resten →

Mangt er í neyðini nýtt – fór fyrstu ferð í kyndilstroyggju

Ikki føldi eg meg nógv væl við kyndilsmerki á bringunum.

Ikki føldi eg meg  nóg væl við kyndilsmerki á bringunum.

Vit hava havt frálíkt veður seinastu vikurnar og eísini frálíkt hoyggingarveður. Í Havnardali vóru vit fyrrapartin í dag júst liðug heingja upp í turkilag, tá svigardótturin bjóðaði drekkamunn. Eg var vátur í sveitta, tí sólin skein bæði oman niðan í harða arbeiðinum.

Eftir drekkamunnin spurdi eg í húsinum, um eg kundi lána troyggju. Fyrst komu tey við troyggju, sum var ov lítil, men so komu tey smílandi við hvítari troyggju við stórum kyndilsmerki á bringuni. Abbabørnini var skjót at speireka, tá eg segði, at eg altíð kundi skriva søgu at leggja í heimasíðuna. Læs resten →

Ítróttadómstólurin setir enn einaferð Róðrarsambandið á pláss

Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)

Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)

Allir rógvarar og øll róðraráhuga í Føroyum eiga at lesa úrskurðin hjá ítróttadómsstólinum niðanfyri. Viðmerking er eisini allar niðast frá manningini á Gongurólvi. Fyri meg er ørkymlandi og beinleiðis ræðandi, at bæði nevndin í Róðrarsambandinum og dómsnevndin í RSF avvístu bæði klaguna frá Havfrúnni í ólavsøku í fjør og Gongurólvi á sundalagsstevnu, tá Ítróttardómsstólurin er komin til niðurstøðuna, at RSF hevur ikki grundarlag at vísa aftur kæruna frá Gongurólvi og heldur ikki taka stigini frá Havfrúnni. Ítróttardómsstólurin sigur, at lógarverkið í RSF er nakað ófullfíggað, og siðvenjan at skjóta róður av, tá bátur hongur eftir, er so long og sterk, at RSF átti at gingið kæruni hjá Gongurólvi á møti. Hetta mátti verið ringur biti hjá RSF at svølgt, og átti av álvara fingið RSF í stundini at rudda upp í lógarverkinum í RSF. Tí rættvísi og líkarættur má valda í føroyskum kappróðri.  Læs resten →

Mánakvøldið klokkan 19.00 rógva 6-mannaførini við kvinnum umróður í Miðvági

Her rógva 6-mannafør kvinnur í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Her rógva 6-mannaførini við kvinnum í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Av tilvild fekk eg fyrrapartin at vita, at 6-mannafarið Lómur av Argjum við kvinnum fekk viðhald í kæruni um vestanstevnuróðurin. Hugdi inn á heimasíðuna hjá RSF, har stóð einki, og eingin annar fjølmiðil boðar frá hesum. Manningin á Lómi sigur í kæruna, at fyrst í róðrinum á vestanstevnu kemur dómarabátur út eftir. Hann stimar framvið Lómi, sum er nærmast dómarabátinum. Lómur fær aldur frá dómarabátinum, sum órógvar róðurin hjá Lómi. Hetta sæst eisini á myndunum í Kringvarpinum  Læs resten →

Kapping er framvegis bara í tveimum, trimum FM-róðrum

Javnir bátar. Nærmast Rádni, Jarnbardur, Hvessingur, Páll Fangi fremst og longst burtur Tvørabáturin. (Mynd Torkil)

Javnir bátar. Nærmast Rádni, Jarnbardur, Hvessingur, Páll Fangi fremst og longst burtur Tvørabáturin. (Mynd Torkil)

Ikki er nemt hjá mær at leggja aftrat kappróðrartilfar frá fjarðastevnu, nú Krinvarpið veruliga er farið at spenna seg út, og aðrir fjølmiðlar eisini taka myndir og fylgja kappróðrinum. Tó havi eg altíð okkurt at leggja aftrat. Eg hyggi at kappróðri óivað øðrvísi enn onnur, tí eg havi altíð verið HR maður og havi hjálpt eitt sindur til í nógv ár, men so dámar mær eisini  ómetaliga væl, tá kappróður vaknar úr dvala á støðum, har ikki er eydnast at manna bátar í fleiri ár. Leygardagin komi eg at hugsa um, hvussu stórur munur veruliga er á bátum, sjálvt um allar bátastøddir nú rógva túsund metrar. Barnaróður undantikin. Læs resten →