Olja seyrar framvegis út í Havnará

Teir áttu at fingið burtur oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Teir áttu at fingið oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Ikki er vakurt at ganga fram við Havnará frá Sjónleikarhúsinum og niðan um skótahúsið. Oljaforðingar er lagdar í ánna, tí fyri vikum síðani vóru fólk varug við, at olja seyraði út í ánna. Menn frá brandstøðini funnu út av, at hol mátti vera á oljutanga har á leiðini, tí varð oljusperring løgd í ánna. Í ánni er nógv síl bæði stór og smá, og ikki er tespulig sjón at síggja sílini svimja beint undir oljuni. Ein dagin var onnur oljuforðingin slitnað, so olju lá um allan hylin.

Nógv fólk ganga fram við ánni hvønn dag, og fólk støðga eitt bil at hyggja at sílunum, og summi fólk við børnum geva eisini sílunum og dunnunum breyðmolar. Dunnurnar, sum halda til í hyljunum eru fleiri flýddar niðan eftir undan oljuni. Og tú merkir deymin frá oljuni. Við skótahúsið sæst ein nýggjur oljutangi og ein gamal oljutangi, so menn hava óivað funnið lekan. Men tað tekur tíð, at oljan spakuliga seyrar burtur úr lendinum. Haldi, at menn kundu tømt oljuna úr forðingunum oftari.

Nógv fólk ganga fram við Havnará hvønn dag. (Mynd Vagnur)

Nógv fólk ganga fram við Havnará hvønn dag. (Mynd Vagnur)

So kundi onkur spurt, um olja endar niðrí á eystaruvág, men tað ger hon ikki. Nógv eru eru liðin, síðani Tórshavnar kommunu gjørdu tunnil við “amtmansgarðin, og sum kemur út yvir við Strond. Haldi, at bæði ung og eldri eru góð við sílini, tí tað kemur næstan ikki fyri, at unglingar við tráðu ella glúpi eru í ánni. Vit vóna, at menn fáa tamarhald á oljulekanum. Skal sigast, at ikki er fyrstu ferð, at olja og annar lútur endar í ánni, men fólk eru skjót at siga frá, um so er. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *