Eg hevði varhugan, at 8-mannafarið Miðvingur vann í Miðvági

Miðvingur avmyndaður eftir søguliga sigur, tí tað eru 56 ár liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Miðvingur avmyndaður eftir søguligan sigur, tí sigst, at 56 ár eru liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Eftir fjarðastevnu skrivaði eg, at Miðvingur gjørdist betri, sum róðrarárið leið, men tað vantaði tað allar seinasta. Báturin var frammi í oddinum í Vestmanna, men teir høvdu ikki orkuna í endaspurtinum. Tí var við spenningi, at eg leygardagin fylgdi júst Miðvingi á telduskíggjanum. Miðvingur var fremst langt inn, men eg bíðaði bara eftir, at Miðvingur fór at dragna, og at hinir bátarnir nærkaðust, sum teir eisini gjørdu. Kvívíkingur fekk ringan start og sýntist ikki at vera eins “upplagdur” sum í Vestmanna, og hetta gjørdi Miðvingur sær dælt av. Fýra 8-mannafar í 2014 og tríggir vinnarar higartil. Kvívíkingur, Knørrur og nú Miðvingur. Frálíkt.

Fípan Fagra dreingir vinnur tryggan sigur í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Fípan Fagra dreingir vinnur tryggan sigur í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Ternan guli báturin gjørdist nummar fýra og Jallurin nummar fimm. (Mynd Bjarti)

Ternan guli báturin gjørdist nummar fýra og Jallurin nummar fimm. (Mynd Bjarti)

Veruligur spenningur var bara í tveimum róðrum. 8-mannaførini og 5-mannaførini við gentum. Drekin reyði greiddi sína uppgávu í uppvísningsróðri, men Erla kongsdóttir við kvinnum fekk veruliga kapping frá Sílinum, har Havfrúgvin fánaði óskiljandi frá fyrsta róðrartaki í startinum. Her má vera serlig frágreining, hví so var. Fípan Fagra við dreingjum vann tryggan sigur, og tað sýnist, sum blikadreingirnir ikki longur trúgva uppá, at teir vinna á Fípuni Føgru. Blikur sýntist eitt sindur tamari enn vanligt. 6-mannaførini við kvinnum eru javnari enn fyrst í árinum, har Jarnbardur vann sær FM-heitið í Miðvági.

Hvesssingur vinnur tryggan róður í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Hvesssingur vinnur tryggan róður í Miðvági. (Mynd Bjarti)

6-mannaførini við monnum við Hvessingi á odda. (Mynd Bjarti)

6-mannaførini við monnum við Hvessingi á odda. (Mynd Bjarti)

Ég síggi á Facebook, at rógvarar enn einaferð eru ónøgdir við dómarabátin, sum siglir fram millum bátarnar, so kappróðrarbátarnir fáa aldu. Hetta havi eg skrivað um áður, og tað líkist svartasta ongum, at so er. Dómarabáturin má ikki fara fram um aftasta bátin. Var niðri í neystinum í Álakeri leygarkvøldið eftir myndatólinum. Her tosaði eg við ungu genturnar á Drekanum, sum umframt at vera ónøgdar, at tær “bara” gjørdust nummar tvey, har Silja úr Fuglafirði vann róðurin.

jhjhjh

Vøkur sjón at síggja nógvar gentubátar. (Mynd Bjarti)

Silja úr Fuglafirði vann genturóðurin. (Mynd Bjarti)

Silja úr Fuglafirði vann genturóðurin. (Mynd Bjarti)

Drekagentur søgdu mær, at dómari ferð eftir ferð rópti á Drekan, tí tær stýrdu skeivt. Genturnar og harvið eisini róðursgentan søgdu mær, at tað passaði ikki. Tað var annar bátur, sum kom inn á økið hjá Drekanum. Má róðursgenta brúka róðrið nógv, so seinkar tað ferðini. Tað vita øll. Umráðandi er, at rógvarar ikki føla seg vera fyri órøttum. Onkur rógvari sigur eisini, at ár tók í tara í Miðvági, hetta fái eg meg ikki at trúgva. Nú er bara ólavsøkuróðurin eftir, og eg vóni inniliga, at Róðrarsambandið útvegar sær annan bát til ólavsøku. Hví skal ein bátur sigla 100 km/t á Havnarvág á ólavsøku. Fáið nú skil á dómarabátunum og harvið aldunum á róðrarøkinum, hetta mátti ikki verið so ómøguligt, tá bara vanligt skil skal til.

Silið gav Erlu kongsdóttir við kvinnum veruliga kapping. (Mynd Bjarti)

Silið gav Erlu kongsdóttir við kvinnum veruliga kapping. (Mynd Bjarti)

Tá eg siti við skrivarborðið og hugleiði eitt sindur um róðrarárið 2014, nú bara ólavsøkuróðurin er eftir, eri eg bæði nøgdur og eitt sindur ónøgdur við róðrarárið higartil. Tað kann ikki vera rætt, at knappliga í róðrarárinum manna teir Vestmenning og vinna silvurheiðursmerkini. Hetta er alt ov lætt og sigur frá lítlari kapping. Teir mannað Klaksvíking á norðoyastevnu, rógva frílíkan róður, men vinna ikki. Síðan manna teir 6-mannafarið Páll Fanga og vinna róðrar fyri síðan ikki at rógva í Miðvági.

Vóandi fær Drekin reyði meira kapping í 2015. (Mynd Bjarti)

Vóandi fær Drekin reyði meira kapping í 2015. (Mynd Bjarti)

Síggi í fjølmiðli, at klaksvíkingar vita ikki, um teir manna Páll fanga, Nevið reyða ella Klaksvíking á ólavsøku. Slíkt er niðurgerðing av kappróðrinum, boðar frá sjálvtøkuborði og dregur tað ítróttaliga á lágt støði. So mannað kvinnur Sílið, sum gerst nummar tvey í Miðvági. Alt gott um tað. Men kappingin er so mikið lítil, at rógvarar kunnu manna bát seinast í róðrarárinum og uttan nógva venjing, kunnu teir vinna sær silvurheiðursmerki. Hetta sigur alt um støðuna í hesum bólki.

Tað gekk sum altíð væl at avgreiða róðrarnar í Miðvági. Kringvarpið ger frálíkt arbeiði, men tað gongur striltið hjá frásøgufólkum at fáa bent bátanøvnini rætt. Eystoyingur eitur 10-mannafarið. Hann rør við Eysturoyingi og ikki Eysturoyingum og ikki Eysturoyingurin. Miðvingur og ikki Miðvingurin o.s.fr. Solby, tú kláraði teg annars frálíkt sum frásøgufólk. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *