Í Sosialinum seinasta mikudag er drúgv samrøða við Ludvík við Stein, sum er kendur rógvari og viðmerkjari. Eisini var hann at hoyra í Rás 2. Tað, sum fall mær fyri bróstið, vóru serliga orðini, har Ludvík sigur, at tíðin er komin at gera skilnað millum bygdarstevnur og kappróður, tí hetta eru tvey ting, sum ikki nýtast at vera saman, og sum ber til at skylja sundur. Ludvík sigur eisini, at summi støð eru kanska ikki egnað at fyriskipa kappróður, og tað er stórur trupulleiki, at róðrarstøðini ikki eru tey somu hvørt ár.
Eftir at hava lisið drúgvu greinina, har nógv áhugavert er at lesa, kom eg beinanvegin til niðurstøðuna, at sjálvandi fara kappróðrarfeløgini kring landið ikki at grava sína egnu grøv og ganga við til, at teirra “heimavøllur” soleiðis verður kolldømdur og harvið strikaður sum róðrarøki.
Eg fari so langt og sigi, at einki róðrarøkið í Føroyum er 100% egnað sum róðrarøki, tí fleiri støð kunnu ikki bjóða 1000 metrar róðrartein. Millum annað er róðrarteinurin í Havn 901,25 metrar og teinurin í Miðvági færri enn 1000 metrar. Skal so ikki rógvast á ólavsøku í 2015?
Síðan koma vit til róðrarøkini kring landið, sum stríðast við streym og afturundirgerðir, har streymur og veður ikki eru eins fyri allar bátarr. Komi júst at hugsa um eina norðoyastevnu mitt í 1980-árunum, tá eg var umborð á útvarpsbátinum til tess at taka nakrar myndir. Jógvan Arge og ein ljóðmaður vóru framman fyri húsið í maskinbátinum, og eigarin og eg vóru aftanfyri húsið.
Tá ið eg spurdi eldra mannin um róðrarlíkindini, segði hann nakað soleiðis: – Ì dag fáa bátarnir næst Kósabrúnni stóran fyrimun, tí streymurin er harður, og rákið háttar seg soleiðis serliga fyrstu róðrarnar, at bátarnir næst Kósabrúnni fáa viðrák, meðan bátarnir í miðjuni fáa mótrák, tí rákið kemur fram við Kósabrúnni fyri síðani at snara inni á vágni og fer út eftir miðjuni á fjørðinum ella undir hinum landinum. Tað gekst sum maðurin segði. Fleiri bátar næst Kósabrúnni vóru langt fremst henda dagin.
Fleiri eru orsøkirnar, at færri áskoðarar eru til FM- róðrarnar. Ein orsøk eru nógvu festivalarnir, sum eru “inn” í løtuni. Men trúgv mær. Festivalarnir eru nú vorðnir so nógvir, at teir við tíðini fara at kappa høvdið hvør av øðrum.
Føroyski kappróðurin er serligur
Nú verða nógv átøk gjørd til tess at stytta um tíðina at avgreiða róðrarnar. Tí verri vórðu longu teinarnir strikaðir, men missa fleiri støð kring landið møguleikan at fyriskipað FM-kappróður, uppliva vit endaliga mønustingin fyri tjóðarítrótti okkara.
Føroyskur kappróður er serligur og skal vera serligur. Veður og vindur er partur av kappróðrinum, og soleiðis hevur altíð verið. Hetta vita rógvarar og mugu tí brynja seg við, at teir bæði mugu rógva í undanvindi, mótvindi, síðuvindi ella stilli. Taktikkurin má leggjast eftir veðurlagnum og er spennandi og áhugavert í sær sjálvum.
Tá ið alt omanfyri er sagt, nemur Ludvík við Stein á nógv annað áhugavert í greinini. Eg gevi Ludvík rætt, tá ið hann sigur, at liðandin er viknaður, og at fólk í 2014 eru vorðin meira egoistisk og arbeiða í sjálvdrátti. Hetta er eisini gongdin uttanlands, har limatalið í felagsskapum fækka, meðan fólk heldur leita til innandura venjingarstøðir, har tey umframt at venja í ymsum venjingartólum kunnu fáa sól og hoyra góðan tónleik.
Sjálvnadi mugu vit varðveita bygdarstevnurnar. Men eru støð, sum ikki ynskja fyriskipað FM-róðrar, skulu tey fáa loyvi til tess. Sjálvur havi eg víst á, at eingin meining er í fyriskipað FM-róðrar á staðið, sum ongan bát hevur við í kappingini. (Vagnur)



