562 rógvarar fara at rógva á Havnarvág ólavsøkuaftan

Góð róðrarlíkindi á Havnarvág, og vónandi heldur veðrið sær til mánadagin. (Mynd Vagnur)

Góð róðrarlíkindi á Havnarvág, og vónandi heldur veðrið sær til mánadagin. (Mynd Vagnur)

Spákaði mær leygardagin seinnapart inn um girðingina á Eystaru bryggju til tess at taka mynd av róðraøkinum. Frálík róðrarlíkindi tvey døgn fyri ólavsøkuróðrarnar, tó við eitt sindur av síðualdu inn á Molan. Durdarveður seinnapartin men óslætt á vágni, tí serliga tveir skjóttsiglandi skutarar østu upp sjógvin. Løgið, at tú kanst sigla 100 km/t innan fyri Molan millum kappróðrarbátar og aðrar bátar, og eingin sigur nakað. Men koyrir tú 100 km/t í bygdum øki á landi og verður steðgaður av løgregluni, missir tú koyrikortið á staðnum. Nú stundar til ólavsøkukappróður, og sambært veðurtíðindunum verða góð róðrarlíkindi. Seinnapartin mánadagin fer hann frá landsynningi yvir í sunnan 3-8 m/s. Kanska eitt sindur av mjørka og kanska eisini sól. So er spurningurin, um talan er um Havnina, har vit seinastu dagarnar hava havt mjørka og skýggja veður. Eg eri komin til, at 562 rógvarar skulu rógva á ólavsøku, og hetta er ikki smávegis. (Vagnur)

Ikki fyri særtar sálir at vera formaður í Róðrarsambandinum

Vit skriva 2006. Hannis Joensen leggur frá sær og Jan Herman Hansen gerst formaður í RSF. (Mynd Chritopher)

Vit skriva 2006. Hannis Joensen leggur frá sær, og Jan Herman Hansen gerst formaður í RSF.

Formaðurin í RSF Jan Herman Hansen kom í Róðrarsambandið í 2002, og 1. apríl 2006 gjørdist hann formaður í RSF eftir Hannis Joensen, sum takkaði fyri seg. Hannis var formaður í RSF í nógv ár.  – Ikki var ætlan mín at gerast formaður, men tá Hannis bað meg taka formanssessin, tók eg av, tí eg brenni fyri kappróðri, og í dag eri eg fegin um, at eg í 2006 tók røttu avgerðina. Haldi, at eg eri semjusøkjandi persónur, og ikki missi eg svøvnin, um ikki gongst nóg væl í hond á onkrari stevnu, sigur Jan Herman, sum býr í Rituvík. Læs resten

Spell at vit missa hagtølini á longu róðrarteinunum

Brandur avmyndaður eftir snarróðurin í fjør. (Mynd Vagnur)

Brandur avmyndaður eftir snarróðurin í fjør. (Mynd Vagnur)

Í sambandi við at allar bátarstøddir í summar rógva 1000 metrar, havi eg spurt Brand Sjúrðarson, sum rør við Miðvingi, hvussu hann er nøgdur bara at rógva 1000 metrar. Brandur hevur bæði róð við 6-mannafari og 8-mannafari 1500 metrar.

– Tú rørt ikki bara tess at vinna, tú rørt eisini til tess at betra um ymsu metini. Eg haldi, at tað er spell og synd, at vit missa hesi hagtøl, sigur Brandur millum annað.

Á aðalfundinum seinast hjá RSF samtyktu feløgini við teprum meiriluta, at allar bátarstøddir skulu í eini royndartíð rógva 1000 metrar. Vanligi teinurin hjá 8-mannaførunum er 1500 metrar. Læs resten

Fasti starturin er lagdur út undir Argjaland

Her ger menn klárt at fara undir Argjaland. (Mynd Vagnur)

Her gera menn klárt at fara undir Argjaland. (Mynd Vagnur)

Mikukvøldið møttust teir í fasta toyminum í Havnar róðrarfelag í Álakeri, sum í nógv Harrans ár hava lagt út startin undir Argjaland. Eg kendi øll andlitini aftur við Magna Nielsen á odda. Har vóru boyur, søkk, sjálvur starturin og onnur útgerð skipað umborð í ymsar bátar. Fasti starturin er tjóðraður fastur í land á Argjahøvda, og tvær stengur standa uppi á landi í Sandagerði við prestagarðin. Á vágni vóru nógvir kappróðrarbátar, sum løgdu seinastu hond í fyrireikingarnar til ólavsøkuróðurin. Og so róðu bátar um kapp á vágni millum annað Havnarbáturin og Suðuroyingur. Sí mynd niðanfyri. Læs resten

Fróði Ólason Olsen er argjamaður við stóra A og brennur fyri kappróðri

Fróði Ólason Olsen vátur eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)

Fróði Ólason Olsen vátur eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)

Í nógv ár havi eg fylgt Fróða, sum brennur fyri kappróðri bæði á Argjum og kring landið. Hann var eitt skifti formaður í Argja róðrarfelag, og nú er hann í trímannanevndini, sum fyriskipar ólavsøkuróðurin. Hann var eisini við at stovna Argja bóltfelag í 1973. – Í kreppuárunum í 1990-árunum flutti eg til Danmarkar, og afturkomin til Føroya vildi eg “blanda” meg aftur í samfelagið og gera mun, sigur Fróði. Læs resten

Eg gleði meg at starta kappróðrarbátarnar á ólavsøku

Trúgvi Johansen hevur verið dómari í fjúrtan ár. (Mynd Vagnur)

Trúgvi Johansen hevur verið dómari í fjúrtan ár. (Mynd Vagnur)

– sigur Trúgvi Johansen, sum í fjúrtan ár hevur virkað sum startdómari og høvuðsdómari í Róðrarsambandinum og heldur fram, at hann er eins spentur til ólavsøkuuppgávuna sum rógvararnir. Hann fylgir alla vikuna við veðurtíðindunum og fyrireikar seg sálarliga til uppgávuna undir Argjalandi ólavsøkuaftan. Men allar fyrst spyrji eg Trúgva, nær hann fekk áhuga fyri kappróðri, tí pápi hansara Karl hjá Talisi stimaði við Havnarbátinum í 1970-árunum? Trúgvi sigur: Læs resten

Brúgvin um Sandá: Fyrsta byggistig væl frágingið arbeiði

Ovfarin at koyra fyrstu ferð í nýggju rundkoyringini. (Mynd Vagnur)

Ovfarin at koyra fyrstu ferð í nýggju rundkoyringini. (Mynd Vagnur)

Eg var ovfarin, tá eg í vikuni koyrdi í nýggju rundkoyringina við Velbastaðvegin. Havi fylgt eitt sindur við málinum um brúnna um Sandá, tí eg heinti av og á abbabørnini úr skúlanum á Hamrinum. Og hvørjaferð vit koma oman ímóti staðnum, har nýggja brúgvin skal fara um Sandá, spyrja børnini: “Nær kemur brúgvin”. Ikki eri eg tann rætti at gera av, um arbeiðið at gera nýggju rundkoyringina er væl frágingið, men arbeiðið er gingið skjótt og væl, sjálvt um alt var ein “ruin” eitt skifti á arbeiðsleiðini. Læs resten

Tankarnir hjá Ludvík við Stein gerast ongantíð veruleiki

Lúdvík við Stein nærmast og Jón Rosenblad umborð á Eysturoyingi. (Mynd Christopher)

Ludvík við Stein nærmast og Jón Rosenblad umborð á Eysturoyingi. (Mynd Christopher)

Í Sosialinum seinasta mikudag er drúgv samrøða við Ludvík við Stein, sum er kendur rógvari og viðmerkjari. Eisini var hann at hoyra í Rás 2. Tað, sum fall mær fyri bróstið, vóru serliga orðini, har Ludvík sigur, at tíðin er komin at gera skilnað millum bygdarstevnur og kappróður, tí hetta eru tvey ting, sum ikki nýtast at vera saman, og sum ber til at skylja sundur. Ludvík sigur eisini, at summi støð eru kanska ikki egnað at fyriskipa kappróður, og tað er stórur trupulleiki, at róðrarstøðini ikki eru tey somu hvørt ár. Læs resten

Olja seyrar framvegis út í Havnará

Teir áttu at fingið burtur oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Teir áttu at fingið oljuna burtur oftari, sum er fangað í forðingunum. (Mynd Vagnur)

Ikki er vakurt at ganga fram við Havnará frá Sjónleikarhúsinum og niðan um skótahúsið. Oljaforðingar er lagdar í ánna, tí fyri vikum síðani vóru fólk varug við, at olja seyraði út í ánna. Menn frá brandstøðini funnu út av, at hol mátti vera á oljutanga har á leiðini, tí varð oljusperring løgd í ánna. Í ánni er nógv síl bæði stór og smá, og ikki er tespulig sjón at síggja sílini svimja beint undir oljuni. Ein dagin var onnur oljuforðingin slitnað, so olju lá um allan hylin. Læs resten

Eg hevði varhugan, at 8-mannafarið Miðvingur vann í Miðvági

Miðvingur avmyndaður eftir søguliga sigur, tí tað eru 56 ár liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Miðvingur avmyndaður eftir søguligan sigur, tí sigst, at 56 ár eru liðin, síðani Miðvingur seinast vann í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Eftir fjarðastevnu skrivaði eg, at Miðvingur gjørdist betri, sum róðrarárið leið, men tað vantaði tað allar seinasta. Báturin var frammi í oddinum í Vestmanna, men teir høvdu ikki orkuna í endaspurtinum. Tí var við spenningi, at eg leygardagin fylgdi júst Miðvingi á telduskíggjanum. Miðvingur var fremst langt inn, men eg bíðaði bara eftir, at Miðvingur fór at dragna, og at hinir bátarnir nærkaðust, sum teir eisini gjørdu. Kvívíkingur fekk ringan start og sýntist ikki at vera eins “upplagdur” sum í Vestmanna, og hetta gjørdi Miðvingur sær dælt av. Fýra 8-mannafar í 2014 og tríggir vinnarar higartil. Kvívíkingur, Knørrur og nú Miðvingur. Frálíkt. Læs resten