Blikalong á Havnarvág í morgun og frílík róðrarlíkindi

Blíkalogn í Havn í morgun og frálík róðrarlíkindi. Myndin tikin úr sovukamaranum. (Mynd Vagnur)

Blíkalogn í Havn í morgun og frálík róðrarlíkindi. Myndin tikin úr sovukamaranum. (Mynd Vagnur)

Fyrsta eg gjørdi, tá eg steig úr songini í morgun, var at hyggi suður í Nólsoyarfjørð. Dyrdarveður, tó skýggjað, men blikalogn á Havnarvág. Fann fram kikaran at hyggja undir Argjalandi og so eftir myndatólinum. Klokkan er níggju ólavsøkuaftan. Abbadótturin, sum rør við Sílinum og fyrstu ferð rør á ólavsøku, fær hinar av manningini til morgunmatar í morgun, og eg veit, at tær eru ómetaliga spentar til seinasta róðurin á árinum. Og tað eru so sanniliga eisini hinir hálv sættahundrað rógvararnir, sum rógva á Havnarvág í dag. Óivað er onkur teirra vaknaður við kaldan dreym í nátt, tá ið tey í dreyminum nærkast málinum á ólavsøku. Eingin ivi um, at nógvir eru summarfuglarnir í maganum hjá rógvarum kring landið, sum gera klárt at leggja leiðini til Havnar. Tey gleða seg til róðurin, og tað gera vit onnur eisini. Góðan ólavsøkukappróður og góða ólavsøku øll somul. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *