Eins og undanfarin ár stóð eg á “Ískaiuni” og hugdi at ólavsøkukappróðri. Tað vil siga tveyhundrað metrar frá málinum. Ikki serliga spentur um úrslitini, tí ikki roknaði eg við, at nakar bátur hjá Havnar róðrarfelag fór at vinna. Ørindini vóru serliga myndirnar, sum altíð eru áhugaverdar at taka og so vita, hvussu skert. Allir bátarnir, sum komu fram við “Ískaiini” vórðu avmyndaðir, myndir, sum eg klippi til seinna og leggi á heimasíðuna. Skjót og væl gekk at avgreiða róðrarnar, men eingin róður uttan onkur atfinngin, sum kemur seinni.
Men fyrst til FM-róðrarnar. Tvær vikur eru farnar síðani FM-róðurin í Miðvági, og nógv kann henda í tvær vikur. Ólavsøkuróðrarnir eru altíð serligir, tí róðrarárið endar á ólavsøku. Fleri FM-róðrar vóru eisini serligir á Havnarvág ólavsøkuaftan. Tað byrjaði við Bliki á Argjum, sum stakk stavnin fram um tíðliga í róðrinum og helt leiðsluna inn á málið. Fípan Fagra var føroyameistari, hevði vunnið fimm FM-róðrar, meðan Blikur hevði ein sigur í skjáttuni fyri ólavsøku.
6-mannaførini við kvinnum gjørdist meira spennandi enn eg roknaði eg, tó eru kvinnurnar umborð á Sølmundi mentar heilt nógv, sum róðrarárið leið. Jarnbardur vann, men heilt lítil munur var millum Jarnbardur og Sølmund. Umborð á Sílinum sita nakrir royndir rógvarar, tó ikki í so góðari venjing, tí tær mannaðu bátin í róðrarárinum. Tær góvu Erlu kongsdóttir veruliga kapping í Miðvági, og á ólavsøku var bara eitt sekund á muni millum bátarnar. Erla kongsdóttir vann sjeynd FM-sigurin á rað.
8-mannafarsróðurin er altíð spennandi, og í dag var einki undantak. Knørru leyp av stað á startinum og legði seg eitt skifti hálv bátslong á odda. Eg haldi, at kvívíkingar rógva ov seigan róður á stutta teininum á ólavsøku, har teir umborð á Knørri róðu eitt sindur týttlari og styttri tøk í lítla lotinum undan. Hetta gjørdi munin. Miðvingur var eisini við eina løtu, men Knørrur vildi nakað annað frá byrjan til endan í dag.
Torført at fáa skil á genturóðurin, har “favorittarnir” Silja og Drekin, sum kappaðust um FM-heitið, fóru eftir hali. Firvaldur av Tvøroyri, sum var eitt slags gestarógvari, legði seg á odda beinanvegin og vann tryggan sigur. Gentur av Tvøroyri róðu væl og sýntist at vera væl fyri. So kundi ein spurt, hvar hevur Fróðbiar róðrarfelag funnið hesa góðu rógvarar, sum vinna so trygd á ólavsøku? Silja ur Fuglafirði vann FM-heitið.
6-mannafarsróðurin við monnum gjørdist eisini óvæntaður, tí knappliga gjørdi Tvørábáturin bart og legði seg trygd á odda longu á Molanum. Stuttligt, at Tvørábáturin vinnur, og at Sølmundur megnaði at halda føroyameistaran Hvessingin aftur fyri seg. Hvessingur er føroyameistari.

Kvinnur (eldri). Jarnbardur fremst, tí ikki á myndini. Sølmundur, Lómur og Strálan dystast um annað plássið. (Mynd Vagnur)
95% av áskoðarunum hildu við Drekanum reyða
Ikki taki eg munnin ov fullan, tá ið eg siga, at 95% av øllum áskoðarunum, sum sóu 10-mannafarsróðurin, hildu við Drekanum reyða. Ikki ein áskoðari á “Iskaiini” helt við Klaksvíkingi, og eg tosaði við eina kvinnu, sum var millum áskoðararnar við málbilin á Molan. Hon segði mær, at tá Drekin reyði fór fyrstur um málið róptu og veittraðu øll so langt eyguni sóu. Pulsurin hjá mær fór nakað upp, tá ið 10-mannaførini róðu, og eg ynskti inniliga, at Drekin reyði vann. Orsøkin er einfalt, eg eri leiddur og keddur um allan sjónleikin um Klaksvíking og Páll fanga og aftur Klaksvíking. Fólk tíma rætt og slætt ikki hetta longur, hetta skulu bæði Svein Rógvi Nielsen og Magnus Norðberg og allir klaksvíkingar vita.

Fyri meg var frálíkt, at Drekin reyði vann á ólavsøku. Drekin reyði er uppiborin føroyameistari. (Vagnur)
Mín vón er, at vit síggja aftur Klaksvíking í 2015, har báturin rør allar sjey FM-róðrarnar. Hann skal tá vera vælkomin á ólavsøku, og ikki eitt orð, um hann vinnur á ólavsøku. Bara vit sleppa undan øllum gitingunum og sjónleikinum í róðrarárinum, so er frálíkt. Til lukku øll, sum vunnu á ólavsøku, og sum vinnu FM-heitið. Nú er klokkan 19.00, og eg havi nú arbeitt fimm tímar við kappróðri. Næsta uppgávan er klippa til allar myndirnar øllum bátunum, sum kom fram við “Ískaini”. Men nú verður teldan sløkt. (Vagnur)

Stuttligt at síggja tíggju 10-mannafør á Havnarvág. Javnt gekk á millum Drekan reyða og Klaksvíking. (Mynd Vagnur)






