
Knørrur fer fyrstur um mállinjuna. (Mynd Eyðun)
Ùrslitatænasta, sum liggur á drekin.fo, vóru vit fleiri, sum settu á skránna, nú fyri nógvum árum síðani. Tað var Gunnar Hansen, sum gjørdi heimasíðuna Drekin.fo, og tað var ikki hissini róðrartilfar vit framleiddu í árunum 2003 til 2008. Tá vóru vit so væl mannaðir á hvørjari stevnu, at mynd varð tikið av hvørjari gullmanning við heiðursmerkum um hálsin og steypum. Gunnar sat í málbilunum fyrstu árini, og Christopher Lützen tók hundraðtals myndir. Hesi árini vóru eisini øll hagtølini løgd á heimasíðuna, og royna menn eisini at leggja allar róðrar á heimasíðuna. Hetta eru hagtøl, sum hava stórt søguligt virði. Kappróðrarárið 2014 er av og endaði ómetaliga væl við nógvum manningum og nógvum áskoðarum. Eg havi enn nakað av ólavsøkutilfari at leggja á heimasíðuna. (Vagnur)

Tætt var millum Drekan reyða og Klaksvíking. (Mynd Eyðun)

Stuttligt at síggja Greivan og Falk á hvørjari ólavsøku. (Mynd Eyðun)

Stuttligt og áhugavert at júst Tvørabáturin vann á ólavsøku. (Mynd Eyðun)

6-mannafør kvinnur eldri: Jarnbardur er langt fremst. (Mynd Eyðun)

Sum róðrarárið leið gjørdist munurin millum Jarnbard og Sølmund kvinnur minni og minni. (Mynd Eyðun)

Ikki stórur munur á Erlu kongsdóttir og Sílinum á mállinjuni. (Mynd Eyðun)

Blikur dreingir fer fyrstir um málið. (Mynd Eyðun)
Ólavsøka Mánadagin tann 28. juli 2014
Viðmerkingar
viðmerkingar