Eftirmeting – maskinbátarnir hildu ikki boðini frá fyrireikarunum

Er neyðugt at sigla so skjótt útaftur á málið. (Mynd Vagnur)

Er neyðugt at sigla so skjótt útaftur á málið. (Mynd Vagnur)

Áðrenn eg komi við serligu atfinningini um ólavsøkuróðrarnar, skal fyrst viðmerkjast, at tað gekk skjótt og væl at avgreiða FM-róðrarnar. Frásøgnin frá Kringvarpinum var frálík og viðmerkingarnar góðar sum altíð. Men tá ið tað er sagt, upplivdi eg nakað heilt serligt á “Ískaini” ólavsøkuaftan. Kom oman til sjóvarmálan klokkan hálvgum trý, og nakað eftir hoyrdi eg útvarpsmannin siga í krinvarpsbátinum og harvið í hátalarunum kring vágna hesi orð: “Vit hava fingið boð frá RSF og stevnufyrireikarunum, at vit mugu sigla spakuliga út aftur á málið millum róðrarnar, so aldur ikki koma á róðrarøkið. “Nýggjar tíðir”, hugsaði eg. Men eftir tveir róðrar var sama skili aftur, har útvarpsbáturin og aðrir bátar østu upp róðrarøkið. Hvat skuldi hetta til?

Hesir megnaðu bert at halda sær fyrstu róðrarnar, men sýntist, sum teir sigldu kapp fram við Molanum. (Mynd Vagnur)

Hesir megnaðu bert at halda sær fyrstu róðrarnar, men so sýntist, sum teir sigldu kapp fram við Molanum. (Mynd Vagnur)

Vit hava í summar upplivað atfinningar frá rógvarum, at dómarabátar geva bátunum aldur, tí teir sigla ov langt fram millum bátarnar, so teir aftastu bátarnir fáa aldur. Eisini er umróður farin fram í summar, tí dómarabátur gav kappróðrarbáti aldur. Eingin trupulleiki á ólavsøku av dómarabátunum, meðan róð varð. Heldur var tað báturin hjá Kringvarpinum, sum ikki dugdi sær hógv, tí eftir tveir róðrar vórðu boðini slept frá RSF og stevnufyrireikarunum at sigla spakuliga út aftur á málið milllum róðrarnar.

Hesin bátur dugdi sær hógv og helt boðini frá RSF og stevnufyrireikarunum. (Mynd Vagnur)

Hesin bátur dugdi sær hógv og helt boðini frá RSF og stevnufyrireikarunum. (Mynd Vagnur)

Onkur lesari heldur kanska, at nú fer heimasíðan ov langt, tí alt gekk jú væl á Havnarvág. Eg haldi, at tá vit eftirmeta, skal alt við. Ikki er nóg gott, at hesir stóru maskinbátar soleiðis øsa upp sjógvin á róðrarøkinum, tí aldurnar frá maskinbátunum hava ikki lagt seg heilt, áðrenn næsta startskotið er brostið undir Argjalandi. Vit á “Ískaiini”, síggja, hvussu aldurnar bresta í bryggjuna og halda leiðina víðari tvørtur um vágna. Og hví skal kringvarpsbáturin sigla mitt eftir vágni. Gamalt var, at útvarpsbáturin fór “´sníkjandi” fram við landi til tess ikki at órógva kappróðrarbátarnar, sum rógva út á málið, og ikki gera óneyðugar aldur á róðrarøkinum.

Avgreiðslan av róðrunum á ólavsøku gekk so mikið skjótt og væl, at startdómarin kann bíða fáar minuttir, til Kringvaprsbáturin er náddur út á málið aftur. Ikki var neyðugt at sigla so skjótt, sum gjørt var seinastu róðrarnar. Á myndini síggja vit bát TN 1438. Áhugavert at eygleiða serliga henda bátin á vágni, har “skiparin” veruliga ansaði eftir ikki at órógva kappróðrarbátarnar. Hesin bátur dugdi sær hógv. (Vagnur)

Skilji ikki rættilga, hví slíkir skjóttgangandi bátar skulu brúkast til ólavsøkuróðrarnar. (Mynd Vagnur)

Skilji ikki rættilga, hví slíkir skjóttgangandi bátar skulu brúkast til ólavsøkuróðrarnar. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *