Skalt tú finna út av, hvussu nógv 10-mannafør hava róð á ólavsøku síðani 1932, tá Havnar róðrarfelag varð stovnað, eru tveir møguleikar. Í 1982 gav Niels Juul Arge út bókina Drekin í sambandi við, at Havnar róðrarfelag fylti hálvthundrað ár. Aftast í bókini sært tú nøvnini á øllum kappróðrarbátum, sum hava róð á ólavsøku frá 1932 til og við 1981. Hin møguleikin eru hagtølini á drekin.fo, har tú sært øll hagtøl frá 1973 til í dag. Á ólavsøku í ár rógva ellivu 10-mannafør í sama róðri, og hetta er næstan met á ólavsøku. Á ólavsøku í 1990 róðu tólv bátar og í 1979 tíggju bátar á núverandi teini.
Á 2000 metra teininum inn í Vágsbotn róðu í fleiri ár í 1960-árunum níggju 10-mannafør. Ì 1961, 1962, 1963, 1965,1967. 1969 og 1970. Í ár er 10-mannafarsróðurin serligur, tí av teimum ellivu báturnum rógva Ormurin, Vestmenningur, Drekin reyði, Klaksvíkingur, Eysturoyingur og Havnarbáturin vanliga FM-róður, meðan Sunnbingur, Skálabáturin, Suðuroyingur og Nólsoyingur koma undir bólkin 10-mannafør (eldri).
Síðan er Hoyvíkingur eisini við, sum ein slaks gestabátur, hvat tað so merkir. Kanska mannaður við útisetum, sum ikki kunnu rógva FM-róður og heldur ikki við 10-mannaførum (eldri). Óivað rógva øll 10-mannaførini saman í einum róðri til tess at hóva áskoðarunum. Um hetta er skeivt ella rætt, kunnu onnur døma um, men hetta er eindømi í føroyskum kappróðri. Eitt er heilt vist, at heilt stórur munur verður millum fremsta og aftasta 10-mannafarið, tí venjingarstøðan hjá monnum er so ymisk. (Vagnur)
