Eg var farin oman á Mest at fáa mær upp í sekk av hølvispønum til okkara sankutøðkassa, tá ið eg fekk eyguni á bátasmiðin Kaj Hammer, sum er um at vera liðugur við 4-mannafar, sum hann hevur smíðað úr restinum av timbrinum, sum leyp av, tá ið Teinæringurin varð liðugur og flotaður. Eg fekk mangt at vita bæði um pápa Kaj, Andreas Hammer, sum smíðaði um 300 bátar, og teir 32 bátarnar, sum Kaj higartil hevur smíðað. – Bátasmíð fekk eg inn við móðurmjólkini, tí umframt, at vit øll hjálptu á verkstaðnum hjá pápa, var verkstaðið eisini spæliplássið hjá øllum ellivu børnunum hjá mammu og pápa. Læs resten
Meiningahornið – Sea Shepherd er ikki eitt “flopp” í Føroyum
Eg síggi í fjølmiðlunum løgmann siga, at Sea Shepherd er eitt “flopp”, og at felagsskapurin einki hevur uppnátt við átakinum í Føroyum. Her fer løgmaður púra skeivur, tí tá Sea Shepherd fær stórt løgreglulið at fara stimandi til Hvalbiar, tí ætlanin er at halda grind til har, er nógv vunnið hjá felagsskapinum. Sea Shepherd felagsskapurin hevur niðurbundið føroyska samfelagið, tá talan er um grindadráp. Læs resten
Eingin kreppa er at hóma í Gundadali
Í morgun spákaði eg mær niðan í Gundadali. Hevði myndatólið í lummanum, tí kanska kom eg fram á onkra søgu at skriva um á heimasíðuni. Sólin skein bæði oman og niðan. Eg fekk hugskotið at ganga niðan á høvdina norðan fyri ÍSF húsið, tí eg átti mynd, sum er tikin oman í Gundadal júst frá hesum stað fyri meira enn fimti árum síðani. Òmetaliga nógv er broytt í Gundadali hesi fimti árini, og í Gundadali er eingin kreppa at hóma, tí har grava stórar maskinur, og í nýggja húsinum hjá Fótbóltssambandinum, sum er um at vera liðugt, eru nógvir handverkarar til arbeiðis. Læs resten
Sumbiar skúli skal sjálvandi ikki niðurleggjast
Allir føroyingar áttu at lisið serstaka og áhugaverda grein í seinasta skúlablaði, sum Føroya lærarafelag gevur út. Rúni Bjarkhamar hevur samrøðu við Arnfinn Hjelm Bjarkhamar, fyrstalærara í Sumbiar skúla. Umframt at fáa kunning um virksemið í skúlanum, merkir tú stúran frá fyrstalæraranum, tí lærarin sigur millum annað: Øll politiska skipanin bíðar eftir røttu løtuni at steingja smáskúlarnar. Hesi sterku orð fingu mínar tankar at reika, tí føroyska samfelagið missir nógv, um skúlar sum Sumbiar skúli verða stongdir. Læs resten
Meiningahornið – Annika Olsen traðkaði dyggiliga við síðuna av
Altíð er áhugavert at fylgja við, hvat fer at henda, tá politikarar koma aftur í summarfrí. Í juli mánað eru sjálvt atfinningarsomu fjølmiðlafólkini í summarfrí, og vit onnur fáa hvílt politisku oyruni. Juli mánaður var ógvuliga friðarligur í so máta. Eg bíðaði bara eftir, hvør var fyrstur á avtrekkjaranum eftir ólavsøkurøðu løgmans. Annika Olsen skeyt fyrst við at siga, at tjóðskaparmálið er steindeytt. “Tú ert trý ár ov sein Annika, veljarin gjøgnumskoðar slíkt”. Læs resten
Mín eftirmeting av róðrarárinum 2014
Samanumtikið gekk væl at avgreiða allar FM-róðrarnar í summar, sjálvt um ikki byrjaði nóg væl á norðoyastevnu, har róðurin byrjaði hálvan tíma ov seint. Fara vit fyrst til kappingarreglur og lógir, so vóru tvær hendingar í róðrarárinum, sum vit áttu at sloppið undan. Sjálvandi skuldi verið skotið av, tá Gongurólvur hekk fastur í startinum á sundalagsstevnu. Málið endaði í ÍSF-dómstólinum, sum aftur førdi til, at RSF strikaði 6-mannafarsróðurin. Síðani hendingin við dómarabátinum, sum gav 6-mannafarinum Lómi aldu á vestanstevnu. RSF gav Lómi viðhald í klagu, og tí umróður eitt mánakvøld í Miðvági. Síðani til tey ítróttaligu avrikini. Læs resten
Tey samkyndu fingu enn einaferð dygga undirtøku
Aftur í ár fór stór skrúðgonga fram við hjá okkum fyri ólavsøku, og enn einaferð fingu tey samkyndu dyggan stuðul frá fólkinum . Eg skrivaði somu tíð í fjør, tá ið fólk eisini gingið skrúðgongu, at eini 2000 fólk fóru fram við hjá okkum, og at dupult so nógv fólk løgdust aftrat niðri í býnum. Skrúðgongan í ár var eins stór og í fjør. Hon strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan um Plantasjuna, og har vóru bæði ung og eldri fólk. Hetta ber prógv um, at fólk vilja broytingar. Tíðin er við teimum samkyndu. Læs resten
Myndir av 50 kappróðrarbátum á Havnarvág ólavsøkuaftan
Tá eg um hálvgum trý tíðina ólavsøkuaftan kom oman á “Ískaina”, royndi eg at taka mynd av øllum manningunum, sum komu framvið, har eg stóð. Nógv torførari enn undanfarin ár, tí nú var nýggjur eftirlitisbátur har á leiðini. Í mansaldur var ábyrgdarmaðurin Vilhjálmur Tórsheim, sáli, sum andaðist í vetur. Hann syrgdi fyri, at bátarnir, sum skuldu út á málið, fór dygst fram við landinum og ikki komu inn á róðrarøkið. Ì ár vóru fleiri bátar longri úr landi, tí nú var eingin Vilhjálmur. Tá er torførari hjá mær at taka myndirnar. Nakrir dreingjabátar fekk eg ikki mynd av, tí teir longu hitaðu upp undir Argjalandi. Summar myndir eru betri enn aðrar. (Vagnur) Læs resten
Eftirmeting – maskinbátarnir hildu ikki boðini frá fyrireikarunum
Áðrenn eg komi við serligu atfinningini um ólavsøkuróðrarnar, skal fyrst viðmerkjast, at tað gekk skjótt og væl at avgreiða FM-róðrarnar. Frásøgnin frá Kringvarpinum var frálík og viðmerkingarnar góðar sum altíð. Men tá ið tað er sagt, upplivdi eg nakað heilt serligt á “Ískaini” ólavsøkuaftan. Kom oman til sjóvarmálan klokkan hálvgum trý, og nakað eftir hoyrdi eg útvarpsmannin siga í krinvarpsbátinum og harvið í hátalarunum kring vágna hesi orð: “Vit hava fingið boð frá RSF og stevnufyrireikarunum, at vit mugu sigla spakuliga út aftur á málið millum róðrarnar, so aldur ikki koma á róðrarøkið. “Nýggjar tíðir”, hugsaði eg. Men eftir tveir róðrar var sama skili aftur, har útvarpsbáturin og aðrir bátar østu upp róðrarøkið. Hvat skuldi hetta til? Læs resten
Úrslit og støður í róðrunum á ólavsøku
Ùrslitatænasta, sum liggur á drekin.fo, vóru vit fleiri, sum settu á skránna, nú fyri nógvum árum síðani. Tað var Gunnar Hansen, sum gjørdi heimasíðuna Drekin.fo, og tað var ikki hissini róðrartilfar vit framleiddu í árunum 2003 til 2008. Tá vóru vit so væl mannaðir á hvørjari stevnu, at mynd varð tikið av hvørjari gullmanning við heiðursmerkum um hálsin og steypum. Gunnar sat í málbilunum fyrstu árini, og Christopher Lützen tók hundraðtals myndir. Hesi árini vóru eisini øll hagtølini løgd á heimasíðuna, og royna menn eisini at leggja allar róðrar á heimasíðuna. Hetta eru hagtøl, sum hava stórt søguligt virði. Kappróðrarárið 2014 er av og endaði ómetaliga væl við nógvum manningum og nógvum áskoðarum. Eg havi enn nakað av ólavsøkutilfari at leggja á heimasíðuna. (Vagnur) Læs resten









