Í løtuni havi eg tað soleiðis, at eg fyri tað mesta leiti eftir eldri myndum í mínum gamla myndasavni. Hetta eru myndir frá tíðini, tá ið eg skrivaði um ítrótt í blaðnum Alt um Ítrótt og 14. september. Myndin omanfyri er, tá Hans Holm formaður í hondbóltsnevndini í HSF handar Kára Durhuus VÍF liðskipara steyp. Kanska er myndin frá sama dysti, sum í grein niðanfyri. Steypið sær út at vera tað sama. Á myndini síggja vit til høgru Kyndilsspælararnar Sverra Jacobsen og Áka Davidsen. Høgrumegin Hans Holm sæst Niels Nattestad sum áskoðari. Niels spældi á sama liði sum Sverri, men gavst nakað fyrr enn Sverri at spæla í bestu deildini. Vinstrumegin sæst Bergur Johansen VÍF málverji. Um Kára Durhuus er at siga, at hann um hetta mundið var besti miðspælarin í landinum. Góðir miðspælarar hanga ikki trøunum, tí teir skulu umframt at leiða spælið, eisini hava eitt skot og kunnu spæla linjuna. Kára hevði ómetaliga góð eygu fyri linjuspælinum og stýrdi spælinum væl, men tann heilt stóri skjúttin var hann ikki. Men undir liðini hevði hann menn sum Kára Mortensen og aðrar góðar skjúttar.(Vagnur)
Úr myndasavninum – VÍF-bókin kemur í november mánað

VÌF 1989: St.v.f: Kári Mortensen, Sjúrður Holm, Kári Durhuus, Kristin Johansen, Hjalmar Klein Olsen, Bent Jákup Hansen og Palli Joensen, venjari. Fremst f.v: Rógvi Nielsen, Páll Poulsen, Bergur Johansen, Martin Hansen og Ingi Olsen. (Mynd Vagnur)
Í sambandi við at VÍF fyllir 75 ár skrivar Helgi Jacobsen bók um VÍF. Sjálvur eri eg ómetaliga spentur at síggja bókina, tí longu nú hevur Helgi lagt ørgrynni av myndum á Facebook, so hann á henda hátt kann fáa meira at vita um myndirnar og fáa nøvn á spælarum. VÍF er ikki bara hondbóltur, tí kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. Eisini íðka tey aðrar ítróttagreinar í bygdini millum annað badminton. Myndin omanfyri er av heilt sterkum VÌF mansliði, sum eg haldi er frá 1989, tá VÍF vinnur steypafinaluna á Kyndli 21-19. Taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at hetta liðið var so mikið gott, at tað við táverandi styrki hevði vunnið FM-heitið 2014. Góðir spælarar á øllum plássum, ja, so bestu vinstrahentu spælararnir í landinum, góða verju við tveimum málmansúrmælingum í málinum. Kristin og Bergur eru brøðir. Helgi Jacobsen hevur sagt mær, at VÍF bókin kemur seinast í november mánað. Einar 400 blaðsíður, sigur Helgi. Vit bíða í spenningi. (Vagnur)
Meiningahornið – Sea Shepherd uppnær júst tað, sum ætlanin er

Ikki løgið at slíkar myndir kunnu tykjast ógvusligar fyri útlendingar. Nógv fólk, hvalir og blóð. (Mynd Heimabeiti)
Tá eg síggi í fjølmiðlunum, at politikari sigur, at Sea Shepherd tapti á Sandi, so haldi eg júst tað mótsatta. Sjálvandi vita Sea Shepherd fólkini, at løgreglufólk koma á staðið, um grind er funnin. Sea Shepherd fólk uppliva mangt kring heimin, tá tey mótmæla ymiskum. Og tey leggja nógv fyri. Besta dømi var, tá nógv fólk frá felagsskapinum vóru varðhaldsfongslað í Russlandi í fleiri vikur. Tey kenna váðan. Læs resten
Meiningahornið – Hví skal skipið Ågot missa so nógv?
Omanfyri síggja við fiskiskipið Ågot úr Klaksvík, sum fyrr í ár var ásiglt av Slættabergi. Skaðin var so mikið stórur, at vandi var fyri, at Ågot sakk. Ågot er um at vera liðugt umvæld og liggur við bryggju í Havn, har bara vantar at fáa ymsu tólini at rigga aftur, sum hava ligið still í fleiri mánaðir. Skiparin og reiðarin Hjaltur Poulsen hevur sagt í fjølmiðlunum, at reiðaríið missir nógvan pening í sambandi við stóra skaðan. Nú veit eg ikki, hvussu Ågot er tryggjað, men sammeta við hendingina við bilar, sum stoyta saman, eigur Ågot ikki at missa nakað sum helst. Vildi hildið, at líka mikið, hvussu Ågot er tryggjað, so eigur tryggingin hjá Slættabergi at goldið allan missin hjá Ågot. Soleiðis er, tá bilur, sum bara er ábygdartryggjaður, verður árendur av øðrum bili. Fyri mær sýnist árættvíst, at Ågot, sum liggur við bryggju í Klaksvík og verður ásigld, skal missa nakað sum helst. Umframt at Ågot er tryggjað, so eigur tryggingin hjá Slættabergi at syrgja fyri, at Ågot ikki missir nakað sum helst. Men soleiðis eru kanska ikki leikreglurnar hjá fiskiskipum. (Vagnur)
Tórshavnar kommunuskúli hevur í løtuni ongan góðan
Myndin omanfyri er partur av størri mynd, sum eg eigi. Áhugaverd mynd frá fyrst í 1970-árunum, sum eg keypti úr Noregi gjøgnum Matrikulstovuna. Hyggur tú nærri at myndini, sært tú, at tey hava stoypt grundina til nýtt Sjónleikarhús, sum ongantíð gjørdist veruleiki. Kommunuskúlin fyllir nógv í landslagnum í felag við eldri hús, sum nógv hava sama snið. Hetta er jú eldri býarpartur í Havn. Síðani myndin varð tikin, hava tey bygt barnaskúla sunnanfyri gamla Realskúlan, og skúlabingja er sett í garðin hjá “frk. Chor”. Kommunuskúlin hevur ongan góðan í løtuni, men tankar eru um at brúka skúlan til annað enn fólkaskúla, men eisini eru røddir frammi um at taka skúlan niður. Læs resten
Meiningahornið – Føroyingar eru um at tapa slagið um hvalin

Hetta minnir ikki sørt um læknastríðið í Klaksvík, tá danskir løgrelgumenn máttu koma til Føroya. (Mynd Torbjørn)
Tá eg eftir svimjininga um Nólsoyarfjørð sá mynd av donskum løgreglubáti, sum er komin til Føroya at verja føroyskar grindamenn ímóti Sea Shepherd, hugsaði eg: Føroyingar eru um at tapa slagið um hvalin. Sjálvt um vit megna at avgreiða eitt dráp, har stórt løgreglulið mannað við føroyingum og dønum verja grindamenninar, so gerast myndirnar, sum fara út í heim so mikið ógvusligar, at enn fleiri útlendingar kom til Føroya næstu árini at stuðla Sea Shepherd. Læs resten
Gjørdist errin av beiggja mínum, tá hann svam um Nólsoyarfjørð
Tá eg seinasta fríggjakvøld hoyrdi, at Leivur yngsti beiggi mín ætlaði at svimja um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnu, helt eg, at nú var maðurin vorðin ørur í høvdinum. Eitt er at svimja “motiónssvimjing “ í Havnar svimjifelag einar tvær ferðir um vikuna, svimja nakrar hundrað metrar á ólavsøku, svimja einar túsund metrar um Trongisvágsfjørð, so er annað at svimja úr Havn til Nólsoyar. – Eg tók ikki avgerðina at vera við fyrr enn fríggjadagin , sigur Leivur. Læs resten
Áhugavert at hitta Kaj Hammer, sum smíðaði Teinæringin
Eg var farin oman á Mest at fáa mær upp í sekk av hølvispønum til okkara sankutøðkassa, tá ið eg fekk eyguni á bátasmiðin Kaj Hammer, sum er um at vera liðugur við 4-mannafar, sum hann hevur smíðað úr restinum av timbrinum, sum leyp av, tá ið Teinæringurin varð liðugur og flotaður. Eg fekk mangt at vita bæði um pápa Kaj, Andreas Hammer, sum smíðaði um 300 bátar, og teir 32 bátarnar, sum Kaj higartil hevur smíðað. – Bátasmíð fekk eg inn við móðurmjólkini, tí umframt, at vit øll hjálptu á verkstaðnum hjá pápa, var verkstaðið eisini spæliplássið hjá øllum ellivu børnunum hjá mammu og pápa. Læs resten
Meiningahornið – Sea Shepherd er ikki eitt “flopp” í Føroyum
Eg síggi í fjølmiðlunum løgmann siga, at Sea Shepherd er eitt “flopp”, og at felagsskapurin einki hevur uppnátt við átakinum í Føroyum. Her fer løgmaður púra skeivur, tí tá Sea Shepherd fær stórt løgreglulið at fara stimandi til Hvalbiar, tí ætlanin er at halda grind til har, er nógv vunnið hjá felagsskapinum. Sea Shepherd felagsskapurin hevur niðurbundið føroyska samfelagið, tá talan er um grindadráp. Læs resten
Eingin kreppa er at hóma í Gundadali
Í morgun spákaði eg mær niðan í Gundadali. Hevði myndatólið í lummanum, tí kanska kom eg fram á onkra søgu at skriva um á heimasíðuni. Sólin skein bæði oman og niðan. Eg fekk hugskotið at ganga niðan á høvdina norðan fyri ÍSF húsið, tí eg átti mynd, sum er tikin oman í Gundadal júst frá hesum stað fyri meira enn fimti árum síðani. Òmetaliga nógv er broytt í Gundadali hesi fimti árini, og í Gundadali er eingin kreppa at hóma, tí har grava stórar maskinur, og í nýggja húsinum hjá Fótbóltssambandinum, sum er um at vera liðugt, eru nógvir handverkarar til arbeiðis. Læs resten






