Frálíkur og væl fyriskipaður kappróður á Havnarvág

jkjkjkjkj

5-mannafør gentur við startin: Nærmast Jallurin, síðani Drekin, Silja og Blikur. (Mynd Vagnur)

Tíverri var eg ikki til kappróður á Havnarvág fyri tveimum vikum síðani, tí var eg í dag spentur at síggja bátarnar í øðrum av trimum kappróðrardøgum. Tað byrjaði í fjør við snarróðri, har bátarnir rógva 470 metrar frá Molanum og inn í Vágsbotn. Men trupulleikar stóðust av snarróðrinum í vár, tí róðrarbátarnir sleppa ikki framat Molanum, tí farmaskip liggja har. Tí varð valt at gera nýtt tiltak “ódnartak”, har róð verður millum Skipasmiðjumolan og “Ískaiina!. Teinurin einir 140 metrar, har manningarnar rógva teinin tríggjar ferðir sama dag. Eg spurdi nakrar rógvarar, hvussu teimum dámdu hetta róðrarátak.

jkjkjkjk

Altíð áhugavert at fylgja 5-mannaførini við gentum. (Mynd Vagnur)

– Hetta er frálíkt og stuttligt átak, tí samanlagt fáa vit frálíkan róðrardag. Fyrst rógva vit, síðani fáa vit okkum góðan bita, og síðani ein túr í býin. Ì býin fara við ikki í FM-kappingini um summarið, segði rógvari mær. Sjálvt um teinurin bara er 160 metrar, so er munur á bátunum. Manningarnar, sum hava bestu venjingina, klára seg best, og tað vísir seg, at mest sum somu bátarnir, sum vóru fremst í FM-kappingini í summar, eisini eru fremst í “ódnartakinum”. .

jkjkjk

barnaróður gentur við startin. Nærmast Pílurin, Hvassi og Firvaldur. (Mynd Vagnur)

klklk

Firvaldur heldur fram, har hann slepti í ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Rógvari segði mær eisini, at í slíkum róðrarátaki er stuttligt bara at vera við. Ikki júst sami álvari sum í FM-róðrunum um summarið. Eg stóð við mállinjuna og eygleiddi startdómaran Trúgva Johansen. Hann rópti á meg til stuttleika, tá ið komið var hálva leið og segði, at vit í dag seta føroysk met. – Vit eru tíggju minuttir framman fyri tíðarætlanina, segði Trúgvi við einum smíli. Jú, tað gekk sum eftir ánni at avgreiða róðrarnar í frálíka veðrinum.

gfggf

8-mannaførini við startin: Nærmast Knørrur, síðani Argjabáturin, Miðvingur og Kvívíkingur. (Mynd Vagnur)

åpå

Tætt var har frammi í oddinum allar tríggjar róðrarnar. (Mynd Vagnur)

Bátarnir liggja allir nær startinum, og lætt er hjá dómararnum at fáa bátarnar til startin, og bátarnir eru ikki so nógvir í tali sum í FM-kappingini. Tá bátarnir hava krøkt í startin, rópar dómarin, at skotið brestur um 35 sekund. Løtu seinni telur hann niður frá tíggju sekundum til startskotið brestur. Tjóvstartar bátur, verður ikki skotið av, men verður báturin seinni kolldømdur fyri tann róðurin. Hongur bátur eftir í startinum, verður skotið av.

ghghg

6-mannfør kvinnur við startin. Nærmast Sundabáturin síðani Rádni. (Mynd Vagnur9

xcxcxc

Sundabáturin vinnur her fyrsta at trimum róðrum. (Mynd Vagnur)

Fyri okkum ótolnu er frálíkt við slíkum róðrum, tí nakað hendir alla tíðina. Eg sá á Vestaru bryggju, at tað eru somu persónar, sum skipað fyri ólavsøkuróðrinum, og sum eisini hjálpa til við ódnartakróðrinum. Høvuðsfyrireikarar eru Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, sum eisini rógva. Teitur róði í dag við Knørri og Fróði við Havnarbátinum. Eg havi ikki fingið nøkur úrslit, men úrslitini eru løgd á “Kappróðrarkjak” á Facebook.

klklklkl

6-mannafør menn við startin. Nærmast Jarnbardur, síðani Rádni, Herningur og Gongurólvur. (Mynd Vagnur)

bvbvbvb

Stuttligt at síggja hesar fýra 6-mannaførini. (Mynd Vagnur)

Tú sært altíð okkurt áhugavert slíkan dag. Eg sá millum anað ungu menninar, sum róðu við Orminum, hetta er ungir menn, sum róði við Knørri í summar. Eg sá, at teir góvu Drekanum reyða skarpan gang. Eisini sá eg, at kvinnurnar, sum róði við Erlu kongsdóttir í summar, sótu umborð á 6-mannafarinum Rádna. Ja, so var 6-mannafarið Sundabáturin við kvinnum eisini á Havnarvág.

ø

5-mannafør dreingir við startin: Nærmast Jallurin, síðani Blikur og Frúgvin. (Mynd Vagnur)

jkjkjk

Blikur vinnur her fyrsta av trimum róðrum. (Mynd Vagnur)

Takk øll tit fyri frálíkt róðrarátak, sum vit øll eru fegin um. Frálíkt at leingja róðrarárið á henda hátt. Mín vón er, at vit næsta vár sleppa at síggja Snarróðurin aftur á Havnarvág. Tað er nakað heilt serligt at síggja bátarnar rógva inn í Vágsbotn, og tá er teinurin eisini 470 metrar. Vit síggja aftur um tvær vikur. (Vagnur)

Nærmast Nevið Reyða, Ormurin og síðani Havnarbáturin. (Mynd Vagnur)

Nærmast Drekin reyða, Ormurin og síðani Havnarbáturin. (Mynd Vagnur)

hjhjhjh

Drekin reyði vinnur tepurt fyrsta róðurin av trimum. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *