Spentur og við opnum sinni keypti eg Dimmalætting fríggjadagin seinnapart. Spentur at síggja og lesa nýútkomna blaðið, sum er ein roynd at endurskapa Dimmalætting, í fyrsta umfari sum eitt vikuskiftisblað. Havi áhuga í fjølmiðlum, serliga hvussu – í hesum førinum Dimmalætting – er sett upp, og hvussu blaðfólkini borðreiða tekstin til lesaran. Dimmalætting stóð fyrstu royndina við fleiri áhugaverdum greinum, men summar greinar eru ov langar, og onkur grein hoyrir slættis ikki heima í blaðnum. Læs resten
Ungur argjamaður er nú formaður í Róðrarfelagnum Knørri
21 ára gamli Terji Reidar Jacobsen var errin leygardagin, tá hann eftir ódnartøkini tók ímóti stóra steypinum, sum Róðrarfelagið Knørrur fekk handað sum mest vinnandi felagið í ódnartøkunum. Róðrarárið 2014 var gott ár fyri Róðrarfelagið Knørr, har fleiri sigrar komu í hús. Men hvat fær ein 21 ára gamlan ungan mann, sum er nýggjur í nevndini, at taka við leiðsluni í kappróðrarfelag? Læs resten
Rógvari umborð Fuglfirðingi mátti rógva í undirbuksum
Eg skilti ikki heilt leygardagin, hvussu bar til, at klaksvíkingar vóru komnir til Havnar við 10-mannafarinum Fuglfirðingi. Eftir ódnartøkini nýttu fleiri bátar dráttin í Álakeri, og tá Fuglfirðingur kom at landi eftir róðrarnar, kom rógvari í land í berum undirbuksum, og serliga gentur og kvinnurnar flenti eitt sindur av hesum. Nú havi eg kannað nærri, hví Fuglfirðingur við klaksvíkingum var í Havn til seinastu ódnartøkini. Havi tosað við klaksvíking og við Steingrím á Vollanum, sum hevur slóðað fyri at varðveitt Fuglfirðing, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1963. Læs resten
Havnarskrivstovan segði nei, Mortan Johannensen segði ja.
Stórur ivi var, um ódnartakið varð til nakað leygardagin, tí svart sá út, tá fyrireikararnir í vikuni tosaðu við Havnarskrivstovuna. Trolarin Enniberg, sum lá við spælskaða júst á málinum, kundi ikki flytast, varð sagt av Havnarskrivstovuni. Eisini lá línubátur við startmálið, tí vóru fyrireikararnir í døpurhuga. Men so dittaði ein av fyrireikarunum at tosa við reiðaran á Ennibergi Mortan Johannesen um møguleiki var at flyta Enniberg nakrar tímar. Mortan tók væl ímóti manninum og segði nakað soleiðis: Læs resten
Triðja og seinasta “ódnartakið” var avgreitt bæði skjótt og væl

Ormurin langi fer fyrstur um málið í seinasta av trimum róðrum. Nærmast Fuglfirðingur, síðani Drekin reyði, Ormurin og Havnarbáturin. (Mynd Vagnur)
Frálíkt róðrarveður á Havnarvág, tá triðja og seinasta “ódnartakið” var avgreitt. Tað tók ein tíma og tjúgu minuttir at avgreiða róðrarnar. Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær oman á Vestaru bryggju at fylgja róðrunum. Nakað heilt serligt er at fylgja kappróðrarbátunum so tætt. Tú kanst antin velja at síggja bátarnar starta og bara vera fáar metrar frá rógvarunum, ella tú kanst standa við málið. 140 metrar er bara ein langur spurtur, og tú kanst fylgja bátunum allan teinin. Rógvarunum dáma “ódnartakið” ómetaliga væl. Eg prátaði við fleiri rógvarar eftir róðrarnar leygardagin. Læs resten
Gott boð um ársins mynd tikin á Skálafjørðinum
Havi altíð havt áhuga í serligum myndum. Ein mynd kann siga so ómetaliga nógv, og kring knøttin velja tey ársins myndir av ymsum slagi, og fólk fáa heiðursløn fyri væl tiknar myndir. Mest sum øll fólk taka nú rúgva av myndum við telefonum og digitalum myndatólum. Mangan er tað tilvildin, sum ræður, tá knappliga góð mynd kemur undan kavi. Myndin omanfyri er ein ómetaliga góð mynd, sum eg sá á Facebook. Myndin fær sanniliga tankarnar hjá fólki at reika. Læs resten
Meiningahornið – Eyðmýkjandi fyri suðuroyingar á hvørjum ári
Eg stúrsaði við, tá Strandferðslan í fjølmiðlunum boðar frá, at neyðugt er at skerja túratalið hjá Smyrli tveir túrar í vetur, tí fíggjarligt hall er á stovninum. Hetta er afturvendandi søgu frá Strandferðsluni, og enn einaferð rakar tað fólkini í Suðuroy. Grundgevingin hjá Strandferðsluni er, at altjóða lógir siga, at manningin á Smyrli nú skal hava meiri hvíldartíð. Læs resten
Meiningahornið – Keyp sama heilivág fyri 800 ella 80 krónur
Mangt er undarligt á hesi fold eisini á Apotekinum. Tá tú kemur í mín aldur, fært tú onkuntíð boð frá læknanum, at heilivágur má takast. Hetta er sjálvandi í lagi, men tá tú kemur á Apotekið, skalt tú knappliga taka støðu til nakað, sum tú slett ikki hevur skil fyri. Altíð fyrikomandi fólkini á Apotekinum spyrja, um tú vilt hava tann dýrara heilivágin ella tann bíligari heilivágin. Læs resten
Genturnar umborð á Firvaldi rógva ikki í rógvimaskinum

Firvaldur 5-mannafør gentur á Havnarvág 20. september 2014: Á toftini: Stýriborð Karin Heradóttir Enni, bakborð Rebekka L. Magnussen. Í rúmini: Stýriborð Eir Mortansdóttir Kilgour. bakborð Sára Maria Johansen. Á lærinum: Stýriborð Halldis Michelsen, bakborð Rannvá Wiberg. Róðurskvinnan eitur Kristina K. Sørensen. (Mynd Vagnur)
Vit, sum fylgja við kappróðri, stóðu sum kánus á ólavsøku í ár, tá 5-mannafarið Firvaldur fyrst vann bæði barnaróðurin og lølu seinni 5-mannafør við gentum. Ber hetta til, og hava genturnar loyvi at rógva báðar róðrarnar. Venjarin hjá gentunum er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum eigur eina gentu umborð. – Genturnar venja ikki í rógvimaskinum, men vandu fyrst styrkivenjingar, runnu í gøtunum, trappum og brekkum, sum vit gjørdu í gomlum døgum. Fyrst í apríl mánað róðu vit bara í bátinum, sigur Kristin, sum sjálvur róði við Suðuroyingi frá 1977 til og við 1981. Læs resten
Vit treingja til at royna okkurt nýtt í føroyskum kappróðri
– sigur Teitur Samuelsen, sum saman við Fróða Magnussen, tóku stig til fyrsta snarróður á Havnarvág 24. august í fjør og seinna snarróður 10. mai í ár. Nú skipa teir fyri heystkappróðri “ódnartak”, har manningar rógva tríggjar leygardagar 140 metrar tríggjar ferðir sama dag.
FM-kappingarnar eru bara tveir mánaðir um árið, manningarnar eru fækkaðar seinastu árini, tí treingir kappróðurin til aðrar avbjóðingar, so vit leingja kappingarárið.Hetta gera aðrar ítróttagreinar, sum tildømis fótbólturin, sigur Teitur.
Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Samfelagið broytist, og tað ger ítrótturin og harvið kappróðurin eisini. Tað var tann tíð, tá eini níggju 10-mannafør og tólv 8-mannafør róðu kapp. Vit minnast eisini, tá gentubátarnir máttu rógva í tveimum bólkum, tí manningarnar vóru so nógvar. Læs resten







