Tá eg fylgi við hondbólti í bestu deildunum, hyggi eg ómetaliga nógv eftir innanhýsisúrslitum, sum kunnu telja heilt nógv seinastu dystirnar í grundspælinum. Vit plagdu at siga, at skalt tú ovasta á tindin, mást tú í hvørfall vinna heimadystinar og so nakað aftrat. Fyri kappingarbyrjan í bestu kvinnudeildini roknaði eg fyrst og fremst við fýra liðum, sum komu at kappast um at náa FM-finalurnar. Kyndil, VÍF, Neistin og VB. StÍF liðið kom at vera í eini millumstøðu, sum argaði hini, og eg hevði avskrivað Stjørnuna og Søljuna. Læs resten
Meiningahornið – Føroyskir politikarar og hægri útbúgvingar

Ein politikari skal allar fyrst duga politiska handverkið og vera reiðiligur og álítandi. (Mynd Vagnur)
Í seinastuni er spurningur settur við útbúgvingar hjá okkara politikarum. Skulu vit seta krøv, at landsstýrisfólk skulu hava hægri útbúgvingar. Eg rokni við, at hægri útbúgvingar skulu skiljast sum prógv frá hægri læristovni uttanlands og ikki tildømis námsfrøðingar, lærarar, handverkarar ella sjúkrasystar. Í mín politiskum verð snýr politikkur seg ikki um hægri útbúgvingar ella ikki. Politikkur snýr seg fyrst um gott politiskt handverk, og at viðkomandi er reiðiligur og álítandi. So er krøvini uppfylt fyri mítt viðkomandi. Læs resten
Meiningahornið – Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt
Drúgv áhugaverd grein “Johan visti alt” er at lesa í Sosialinum mikudagin. Eftir at hava lisið greinina og hoyrt løgmann í sama máli í útvarpinum, er mín niðurstøða púra greið. Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt í hesum máli, og løgmaður “bagatelliserar” málið við at siga, at hann kann ikki siga landsstýrisfólki úr starvi, hvørja ferð ein stovnur ikki heldur játtanina. Uppsøgdu starvsfólkini á Strandferðsluni í umstrídda málinum letur løgmaður sigla sín egna sjógv, og hetta er órættvíst. Læs resten
Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at eingin hálkubreyt er í Føroyum
Fríggjadagin 20. sepember las eg áhugaverda og kensluborna grein í Sosialinum um unga kvinnu, sum doyði í ferðsluni í januar mánað í 2012. Systirin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór út av vegnum í hálku. Unga kvinnan, sum doyði, sat ikki í trygdarbelti og varð slongd úr bilinum. Nú hava vit í fjøruti ár tosa um at fáa hálkubreyt í Føroyum, men framvegis doyggja fólk og fáa á skaða í ferðsluni, tí tey ikki hava fingið koyrufrálæru á hálkubreyt. Hetta er ábyrgarleyst. Læs resten
Hondbóltskappingin í bestu deildunum fekk óvanliga byrjan
Altíð er áhugavert at fylgja við, hvussu fyrsta dystirnir í bestu hondbóltsdeildunum fara at laga seg. Liðini spæla í grundspælinum fýra dystir hvør ímóti øðrum. Tað óvanliga er nú hent bæði í kvinnu- og mansdeildini, at øll liðini hava mist tvey ella fleiri stig, nú fyrsta umfar ikki er liðugt spælt. Serliga roknaði eg ikki við, at mansliðini Kyndil og KÍF fingu so slaga byrjan, og at kvinnuliðini VB og VÍF longu hava mist óvikavist trý og fýra stig. Men fyrst nøkur orð um kvinnukappingina. Læs resten
Hon sat har so køld uttanfyri við sigarettini í munnklovanum (e)
Tá ið eg ein morgun í kalda góðveðrinum kom oman Landavegin, sá eg løgna sjón uttan fyri hárfríðkanarstovu. Ein kona var farin út í tún á fáa sær ein royk beint úr hárfríðkanarstólinum.
Hon hevði silvurpappír í hárinum, tí hon óivað var ávegis at lita sær hárið, og hon hevði eitt slags fyriklæði um seg. Eg steðgaði á og spurdi kvinnuna, sum eg hevði sæð á ungum árum, um trongdin var so stór til sigarettina, at hon ikki megnaði at gera seg lidna í hárfríðkanarstovuni, áðrenn hon festi sær í.
Hon segði mær, at hon roykti meira enn ein pakka um dagin, og at hon ikki roykti á ungum árum, men var byrjað at roykja, tá ið hon kom í tretivu árini. Eg kendi andlitið aftur, tí hon gekk í skúlanum, har eg arbeiddi sum lærari, men eg kendi ikki kvinnuna. Hon var bæði blíð og týð og hevði einki ímóti, at mynd varð tikin, sjálvt um eg segði henni, hvat eg ætlaði at brúka myndin til. Læs resten
Jákup Hanusson er farin at venja ungdómslið á Eiði
Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði, og tað var tann tíð, tá EB bæði hevði manslið og kvinnulið í bestu deildini. Í 1970-árunum gjørdist hondbóltur innanduraspæl, og tá kundi EB ikki fylgja við, tí tey høvdu onga høll. Nú er snotulig ítróttarhøll á Eiði, men tey vanta nóg góðar venjarar, tí tey nýggju ættarliðini hava ikki lært at spæla hondbólt. Jákup Hanusson er kendur og góður neistavenjari, og hann og Eyðun R. Jensen eru farnir norður til Eiðis at venja teirra ungdómslið. – Eg havi ofta hugsað um, at tað kundi verið stuttligt at roynt seg sum venjari hjá einum lítlum felag, og tá ið møguleikin beyðst, tók eg av, og so fáa vit at síggja, hvussu alt fer at laga seg. Læs resten
Ummæli – Kærkomna Dimmalætting stóð royndina, men…
Spentur og við opnum sinni keypti eg Dimmalætting fríggjadagin seinnapart. Spentur at síggja og lesa nýútkomna blaðið, sum er ein roynd at endurskapa Dimmalætting, í fyrsta umfari sum eitt vikuskiftisblað. Havi áhuga í fjølmiðlum, serliga hvussu – í hesum førinum Dimmalætting – er sett upp, og hvussu blaðfólkini borðreiða tekstin til lesaran. Dimmalætting stóð fyrstu royndina við fleiri áhugaverdum greinum, men summar greinar eru ov langar, og onkur grein hoyrir slættis ikki heima í blaðnum. Læs resten
Ungur argjamaður er nú formaður í Róðrarfelagnum Knørri
21 ára gamli Terji Reidar Jacobsen var errin leygardagin, tá hann eftir ódnartøkini tók ímóti stóra steypinum, sum Róðrarfelagið Knørrur fekk handað sum mest vinnandi felagið í ódnartøkunum. Róðrarárið 2014 var gott ár fyri Róðrarfelagið Knørr, har fleiri sigrar komu í hús. Men hvat fær ein 21 ára gamlan ungan mann, sum er nýggjur í nevndini, at taka við leiðsluni í kappróðrarfelag? Læs resten
Rógvari umborð Fuglfirðingi mátti rógva í undirbuksum
Eg skilti ikki heilt leygardagin, hvussu bar til, at klaksvíkingar vóru komnir til Havnar við 10-mannafarinum Fuglfirðingi. Eftir ódnartøkini nýttu fleiri bátar dráttin í Álakeri, og tá Fuglfirðingur kom at landi eftir róðrarnar, kom rógvari í land í berum undirbuksum, og serliga gentur og kvinnurnar flenti eitt sindur av hesum. Nú havi eg kannað nærri, hví Fuglfirðingur við klaksvíkingum var í Havn til seinastu ódnartøkini. Havi tosað við klaksvíking og við Steingrím á Vollanum, sum hevur slóðað fyri at varðveitt Fuglfirðing, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1963. Læs resten








