Skalt tú gera tær eina meining um nýggja havnarlagið, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja, so er ikki nógmikið at síggja tekningarnar í fjølmiðlunum. Tú mást fara tær út á Skansa, hyggja suður í hav og síggja alt virksemið á Eystaru bryggju. Júst tað, eg gjørdi í morgun. Ikki eri eg dagligur gestur á Skansanum, men tað gingu ikki nógvir minuttir, tá eg gjørdi mær niðurstøðuna um nýggja havnarlagið, sum ætlanin er at byggja fyri 360 milliónir krónur. Nýggja havnarlagið má ikki fara norður um grótkastið. Læs resten
Stigatalvan boðar frá serligum lagnudystum sunnudagin
Vit spæla nú seinastu hondbóltsdystirnar í øðrum umfari av fýra í grundspælinum. Nú telja allir dystir ómetaliga nógv, tí skjótt er, at ketan leypur av hjá summum liðum, so tey næstan ikki longur eru við í toppstríðnum um at koma í FM-finalurnar. Javnt er millum fýra lið í kvinnukappingini, meðan mansliðini hjá VÍF og Kyndli liggja væl fyri í løtuni. Sunnudagin eru serliga fýra ómetaliga spennandi dystir. Tveir í kvinnudeildini og tveir í mansdeildini. Læs resten
Hevur nakar hugsað um kappróðurin í útbygda havnarlagnum

Havnarlagið gerst fjall av hundrað tals bingjum. Eg vónaði, at vit fingu nýggjan 1000 metrar róðrartein, men so er ikki.
Tá eg sá tekningina av nýggja havnarlagnum í Havn, leitaði eg fyrst á tekningini, um tey “kønu” hava hugsað um kappróðurin. Vit, sum eldru eru, minnast, tá róð varð inn í Vágsbotn. Men longdir molar gjørdu, at kappróðurin fyrst í 1970-árunum misti 2000 metrar teinin og noyddist at taka til takkar við 901,25 metrar teini frá Argjahøvda og fram við Molanum. Læs resten
Stuðlafelagið Neistin kundi havt mist allan peningin í EIK
Vit hoyra framvegis í fjølmiðlunum um EIK, sum á sinni fór á húsagang. Nógv fólk mistu stórar upphæddir, og fleiri sakarmál komu á kjalavørrinum á skrædlinum í EIK. Sjálvur havi eg ongantíð átt eitt partabræv og havi ikki havt áhuga í slíkum. Men fyri nøkrum árum síðani vóru Djóni Dalsgarð og eg báðir nevndarlimir í Stuðlafelagnum Neistanum inni á gólvinum hjá EIK Yviri við Strond. Ørindini vóru at fáa at vita, hvat vit kundu fáa í rentu fyri stóru upphæddirnar, stuðlafelagið átti. Talan var um fleiri milliónir krónur. Læs resten
Borgarstjórin skuldi heldur havt útvegað sær grundøkið
Tá ið eg í góðveðrinum í morgun stóð uppi á Oyggjarvegnum og sá Havnina frá síni allar bestu síðu, hugsaði eg, tá eg sá nýggja BankNordik húsið, at í hesum snotuliga bygningi skuldi borgarstjórin í Havn húsast heldur enn nakrir bankastjórar. Nýggi bygningurin hjá BankNordik tekur seg væl út og kemur veruliga til sín rætt í umhvørvinum. Ikki ein av hesum stóru betongkassunum, sum misprýða nógvastaðni í býnum. Alt týður uppá, at nógv glas verður í bygninginum. . Læs resten
Jacob Jónsson tikið á seg serliga venjarauppgávu í Søljuni
Jacob er kent hondbóltsnavn í Føroyum, og hevur hann, síðani hann kom til Føroya á ólavsøku 1998, vunnið meistaraheitið í bestu deildini bæði sum venjari og spælari. Jacob hevur altíð strembað eftir at spæla um heiðursmerki, men nú er hann farin at venja kvinnurnar hjá Søljuni, sum higartil hava tapt allar dystirnar við nógvum málum. Eg hava spurt Jacob, hví hann hevur valt júst hesa venjarauppgávuna? Læs resten
Mladen Mjerimacka er nógv tann besti málverjin í landinum

Mladen hevur staðið avbera væl í kyndilsmálinum. Klárt besti málverji siga spælarar, eg havi tosað við. (Mynd Álvur)
Kyndilsmenn mugu sigast at vera á beinari kós í FM-finalurnar saman við VÍF. Kyndilsliðið er áhugavert at fylgja, tí liðið skjýtur ikki tey nógvu málini, men liðið vinnur dystir, tí verjan er góð, og í kyndilsmálinum stendur Føroya besti málverji. Eg tosaði við ein av kyndisvenjaranum, og hann segði mær, at tað var ivasamt, um Mladen kom til Føroya hetta kappingarárið. Sjálvt um vit bert eru í øðrum umfari av fýra í grundspælinum, so talar alt fyri, at VÍF og Kyndil spæla FM-finalurnar í vár. Læs resten
Meiningahornið – Nú eisini ein “Listakassa” í Gundadali
Vit kunnu øll vera samd um, at byggilistin hevur ikki verið í hásæti, síðani vit sum ung fyrstu ferð í 1960-árunum komu í tá vakra Gundadal við hugnaligari og vakrari á og einum fótbóltsvølli. Tórsvøllur og aðrir bygningar er bygdir so hvørt tørvurin er komin undan kavi, ein heildarætlan um Gundadal er ikki at hóma nakrastaðni, og Gundadalur er í dag ikki nakað prýði. Læs resten
Nú kava vit enn djypri niður í stigatalvurnar og hagtølini

Jacklin og tær á neistaliðnum mugu vera nøgdar við annað stigið eftir fimm mál leiðslu til Kyndil við hálvleik
Stóran søgan hesuferð er, at KÍF vann á Skála við Nicklas Selvig á liðnum eftir slaka byrjan í kappingini, og mansliðini hjá VÍF og Kyndli vunnið sínar dystir ávíkavist ímóti H71 og Neistanum. VÌF kvinnur hava bitið seg fastan í oddin, Neistin og Kyndil kvinnur spældu javnleik. Tað eydnaðist at fáa allar dómaraseðlarnar skjótt og væl, og klokkan er bara 18.35, og alt tilfarið skrivað og lagt á heimasíðuna. Læs resten
So hyggja vit enn eina ferð í stigatalvurnar
Í grundspælinum eru vit bara í øðrum umfari í bestu hondbóltsdeildunum, men longu nú mugu vit staðfesta, at kollfirðingar óivað ikki síggja sítt manslið spæla FM-finalunum í apríl mánað næsta ár. KÍF tapti fyri Team Klaksvík á heimavølli mikukvøldið og hevur bara fýra stig higartil. Tað kom heilt óvart á meg, at neistakvinnur fingu slíkan avsmurning í Vestmanna, og nú hevur VB knappligt tapt fæst stig í deildini. So skjótt kann alt broytast. Læs resten






