
Mladen hevur staðið avbera væl í kyndilsmálinum. Klárt besti málverji siga spælarar, eg havi tosað við. (Mynd Álvur)
Kyndilsmenn mugu sigast at vera á beinari kós í FM-finalurnar saman við VÍF. Kyndilsliðið er áhugavert at fylgja, tí liðið skjýtur ikki tey nógvu málini, men liðið vinnur dystir, tí verjan er góð, og í kyndilsmálinum stendur Føroya besti málverji. Eg tosaði við ein av kyndisvenjaranum, og hann segði mær, at tað var ivasamt, um Mladen kom til Føroya hetta kappingarárið. Sjálvt um vit bert eru í øðrum umfari av fýra í grundspælinum, so talar alt fyri, at VÍF og Kyndil spæla FM-finalurnar í vár.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 9 | 243 | 197 | 46 | 16 |
| 2 | Kyndil | 10 | 231 | 203 | 28 | 15 |
| 3 | H71 | 9 | 218 | 187 | 31 | 10 |
| 4 | Neistin | 9 | 201 | 231 | -30 | 7 |
| 5 | KÍF | 8 | 205 | 217 | -12 | 6 |
| 6 | StÍF | 9 | 216 | 236 | -20 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 8 | 188 | 231 | -43 | 4 |
Hyggja vit í stigatalvuna, so hevur VÍF bara tapt tvey stig higartil í kappingini, Kyndil tapt fimm stig, og H71 tapt átta stig. So skulu vit heilt niður til Neistin og KÍF, sum hava tapt ávikavist ellivu og tíggju stig. Nógv skal broytast ellar rættari sagt eitt undur skal henda, um Nestin, KÍF, StÍF og Team Klaksvík koma við aftur í oddastríðið. H71 er eitt gott lið við góðari verju, men liðið skjýtur eins og Kyndil ov fá mál í fleiri dystum. Og so hevur Kyndil David Edvardsen, sum er í essinum í løtuni, og sum er lyklarspælarin hjá Kyndli til tess at náa FM-finalunum.
Havi skrivað tað so mangan. Føroysku mansliðini eru mannað við nógvum ungum spælarum og einstøkum útlendingum. Liðini eru tí viðbrekin. Føroysku hondbóltur er enn á slíkum støði, at nokk er at fáa einar tveir hampuligar góðar útlendingar á liði, so er liðið frammi í oddinum í kappingini. Vit kunnu nevna Mladen og David úr Kyndli, Filip úr VÍF og ikki at gloyma Niclas Selvig úr KÍF, sum kenna frá undanfarnum árum. So kunnu vit hugleiða, um nú Bogdan Florea framvegis var í H71, tí H71 vantar ein veruligan toppskjútta til tess at koma heilt upp á tindin.
Stigatalvan lýgur ikki og er áhuguverd at kaga í. Longu nú er dragnað so mikið sundur, har bara trý lið í løtuni kappast um FM-finaluplássini. Sunnudagin 30. november spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. (Vagnur)
Kyndil – H71: 21-18 (10-7)
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 7, Rógvi Dal Christiansen 4, Bjarni Sørensen 3, Høgni Klein Olsen 3, Frank Askildsen 2, Hans Arni Thomsen 1, Andrias Sólsker 1
Málskjúttar H71: Hallur Biskopstø 7, Hans Kári Hansen 3, Rúni Højgaard 2, Pætur Thomsen 2, Helgi Hoydal 2, Ári E. Dam 1, Mark L. Marcher 1, Tróndur Arge 1