Vit hoyra framvegis í fjølmiðlunum um EIK, sum á sinni fór á húsagang. Nógv fólk mistu stórar upphæddir, og fleiri sakarmál komu á kjalavørrinum á skrædlinum í EIK. Sjálvur havi eg ongantíð átt eitt partabræv og havi ikki havt áhuga í slíkum. Men fyri nøkrum árum síðani vóru Djóni Dalsgarð og eg báðir nevndarlimir í Stuðlafelagnum Neistanum inni á gólvinum hjá EIK Yviri við Strond. Ørindini vóru at fáa at vita, hvat vit kundu fáa í rentu fyri stóru upphæddirnar, stuðlafelagið átti. Talan var um fleiri milliónir krónur.
Vit stóðu framman fyri fólkum, sum vit kendu, men tað gekk skjótt upp fyri okkum, at her høvdu vit einki at gera. EIK kundi bjóða okkum ymisk partabrøv við ymsum váðum. Starvsfólk í EIK søgdu okkum, at vit kundu fáa heilt upp í sjey, átta og kanska meira í rentu. Tá fekst tú umleið trý prosent í rentu fyri innistandandi pening. Nú er tað soleiðis, at felagsskapir og harvið ítróttafeløg hava skattafrælsi, tá peningurin fer til gottgerandi endamál, Tí var her nógvur peningur at forvinna, um tú kundi fáa eini átta prosent ella meiri í rentu.
Tá vit spurdu EIK fólkini, at lótu vit peningin at umsita hjá EIK, kundu vit so fáa rentufótin váttaðan skrivliga? Tað kundu vit ikki, søgdu tey. Komnir út í tún vóru vit báðir samdir um, at vit fóru ikki spæla eydnuspæl við peningi hjá stuðlafelagnum. Eitt er at royna eydnuna við okkara egna peningi, annað er at royna eydnuna við pengum, sum tú einki eigur í, men er settur at umsita. Samarbeiðið við EIK endaði her.
Betur gekk, tá Stuðlafelagið Neistin miðskeiðis í 1990 árunum keyptu tryggar “statsoblikatiónir” í samstarvi við HB stuðlar. Tá forvunnu vit 125.000 krónur í nakrar mánaðir. Hesar statsoblikatiónir vóru seinni kostnaðarmiklar at keypa, tí eldri danir keypti oblikatiónirnar til tess at tryggja sær aldurdómin. Hetta var 100% trygg íløga. Ja, so fingu vit eisini áheitan at keypa partabrøv í Fønix, men hetta gjørdu vit heldur einki við.
Komi at hugsa um hetta, tá eg hoyri um EIK og fólk, sum mistu stórar upphæddir, tí tey trúðu teimum í EIK, sum seldu partabrøvini á sinni. Tað var, sum ein partabrævavindur streymaði inn yvir landið, og tann, sum ikki keypti partabrøv, var ikki í “ordan”. Ein skandala fyri okkum báðar og Stuðlafelagið Neistan, um vit á sinni gjørdu, sum EIK fólkini bóðu okkum gera. Leggjast skal afturat, at vit longu tá spjaddu váðan, tí peningurin hjá stuðlafelagnum stóð ikki allur í einum banka ella sparikassa.
Nú er hetta alt søga, og í dag er Stuðlafelagið Neistin góður kundi í EIK. (Vagnur)
