
Havnarlagið gerst fjall av hundrað tals bingjum. Eg vónaði, at vit fingu nýggjan 1000 metrar róðrartein, men so er ikki.
Tá eg sá tekningina av nýggja havnarlagnum í Havn, leitaði eg fyrst á tekningini, um tey “kønu” hava hugsað um kappróðurin. Vit, sum eldru eru, minnast, tá róð varð inn í Vágsbotn. Men longdir molar gjørdu, at kappróðurin fyrst í 1970-árunum misti 2000 metrar teinin og noyddist at taka til takkar við 901,25 metrar teini frá Argjahøvda og fram við Molanum.Eitt var at missa 2000 metrar teinin, men havnarfólk mistu eisini Molan, tí nú skuldi trygdin í hásæti. Útlendingar frá ferðamannaskipum kunnu ganga á Molanum, men tað mugu havnarfólk og aðrir føroyingar ikki. At ganga út á Molan hevði nógv at týða fyri havnarfólk. Vit kunnu øll vera samd um, at stórar bingjur fríðka ikki um nakað umhvørvi. Ein bingja er ein ljóður kassi, so er tað sagt.
Tá eg hoyrdi, at havnarlagið í Havn skuldi útbyggjast fyri 360 milliónir krónur, hugsaði eg, at tey “kønu” umframt at hugsa um Skansan, eisini hugsaðu um kappróðurin. Var nú møguleiki at gera tað soleiðis, at kappróðurin í Havn fekk fult 1000 metrar mál, ja, og kanska sleppa vit aftur at spáka út á Molan? Men so er ikki.
Framburður og útlendsk vitjandi allar fyrst. So má Skansi, kappróðurin og at spáka út á Molan koma næstu røð. Á myndini omanfyri dugi eg at síggja, at tað fyrsta tú sært, tá tú kemur á Havnina við skipi, er fjall av bingjum, sum fjalir alt tað vakra og hugnaliga niðri við sjóvarmálan. Summi siga: Hugsið stórt og kagið inn í framtíðina. Tórshavnar kommuna er eisini Kalbaksbotnur, Kollafjørður og Glyvursnes. Er nú neyðugt at byrgja Havnini inni við hundraðtals ljótum bingjum. Eg haldi ikki, tí aðrir møguleikar eru til at taka. (Vagnur)
