Tá ið eg í góðveðrinum í morgun stóð uppi á Oyggjarvegnum og sá Havnina frá síni allar bestu síðu, hugsaði eg, tá eg sá nýggja BankNordik húsið, at í hesum snotuliga bygningi skuldi borgarstjórin í Havn húsast heldur enn nakrir bankastjórar. Nýggi bygningurin hjá BankNordik tekur seg væl út og kemur veruliga til sín rætt í umhvørvinum. Ikki ein av hesum stóru betongkassunum, sum misprýða nógvastaðni í býnum. Alt týður uppá, at nógv glas verður í bygninginum. .
Á ovastu rók kundi borgarstjórin sitið og skoðað Havnina í allar ættir, tí bygningurin er rundur og útsýnið er gott. BankNordik má hava gjørt kvettið fyrst at selja nakrar gamlar ótíðarhóskandi bygningar til Tórshavnar kommunu fyri 90 milliónir krónur, sum mugu umvælast fyri nógvar milliónir krónur, fyri síðani at byggja nýggjan bygning á besta økinum í Havnini. Tú hevur útsýnið í allar ættir, tú sært skip koma á Havnina, sært bæði niðan í Hoyvíkshagan, oman í miðbýin, út á Argir, norður, eystur og suður í hav og út í Havnardal. Ùtsýnið kann ikki vera betri.
Nýggi bygningurin hjá BankNordik skal hava fjarhita, men stóru høvuðsrørini eru ikki enn komin oman í Gundadal, tí er fyribils lítil fjarhitastøð bygd við Tjaldursveg. Fyribilshitastøðin skal eisini veita hita til nýggja húsið hjá Fótbóltssambandinum. Ætlanin er, at allur Gundadalur við svimjihøll, fimleikahøll og ítróttahallum við tíðini skal fáa hita frá fjarhitafelagnum.(Vagnur)

