Í grundspælinum eru vit bara í øðrum umfari í bestu hondbóltsdeildunum, men longu nú mugu vit staðfesta, at kollfirðingar óivað ikki síggja sítt manslið spæla FM-finalunum í apríl mánað næsta ár. KÍF tapti fyri Team Klaksvík á heimavølli mikukvøldið og hevur bara fýra stig higartil. Tað kom heilt óvart á meg, at neistakvinnur fingu slíkan avsmurning í Vestmanna, og nú hevur VB knappligt tapt fæst stig í deildini. So skjótt kann alt broytast.
Mikukvøldið vann VÌF 30-21 á Neistanum, Kyndil vann 21-20 á StÍF og Team Klaksvík vann 30-23 á KÍF. Hyggja vit í stigatalvuna, so hevur KÌF fingið katastrofala byrjan, tí liðið er føroyameistari og lá klárt á odda í øllum grundspælinum seinasta kappingarár. Òivað heilt vist, at KÍF spælir ikki FM-finalur í apríl mánað næsta ár. Tað gongur, sum eg spáddi fyri einum, tveimum vikum síðani. Vit skulu rokna við Kyndli ella H71 at fylgja VÍF í FM-finalurnar. StÍF og Neistin halda fram at tapa dystir. Kann nevna, at StÍF hevur tapt seinastu tveir dystirnar bara við einum máli, og at liðið fyrr í kappingini vann tveir dystir við einum máli.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 8 | 216 | 173 | 43 | 14 |
| 2 | Kyndil | 8 | 185 | 161 | 24 | 11 |
| 3 | H71 | 7 | 175 | 139 | 36 | 10 |
| 4 | Neistin | 8 | 178 | 206 | -28 | 7 |
| 5 | StÍF | 8 | 185 | 201 | -16 | 4 |
| 6 | KÍF | 7 | 170 | 186 | -16 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 8 | 188 | 231 | -43 | 4 |
Kyndil sær út at halda tørn, og tað má liðið takka serliga verjuni og málverjanum fyri, tí liðið skjýtur fá mál í løtuni. Tað liggur um tjúgu mál pr.dyst. Tað er undrunarvert, at so stór spjaðing longu er á stigatalvuni, men tá tildømis StíF tapir tveir dystir á rað við einum máli, so hendir slíkt. Áhugaverdir dystir eru fyri framman. Leygardagin spæla StÍF og KÌF, sunnudagin Neistin-Kyndil og H71-VÍF. Og mikukvøldíð í næstu viku spæla Kyndil og H71.
VÍF og VB greiddu sínar uppgávur
Tá eg sigi, at VÍF og VB greiddu sínar uppgávur seinastu dagarnar, so merkir hetta, at VÍF og VB máttu vinna sínur dystir, skuldu liðini hanga í toppliðunum Neistanum og Kyndli. Her vendi eg kikaran serliga til Vágs sunnudagin, har VB vann á Kyndli og mikukvøldið, har VÍF vann á Neistanum. Nú er knappliga heilt tætt millum fýra lið. Neistan, Kyndil, VB og VÍF. Mikukvøldið vunnu kyndlakvinnurnar 25-18 á StíF og VÍF vann 30-22 á Neistanum.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 8 | 242 | 167 | 75 | 12 |
| 2 | Kyndil | 8 | 211 | 165 | 46 | 11 |
| 3 | VÍF | 8 | 225 | 185 | 40 | 10 |
| 4 | VB | 6 | 159 | 125 | 34 | 9 |
| 5 | StÍF | 7 | 165 | 150 | 15 | 6 |
| 6 | Stjørnan | 7 | 122 | 208 | -86 | 2 |
| 7 | Søljan | 6 | 63 | 187 | -124 | 0 |
Nú er VB knappliga á odda við taptum stigum. VB hevur tapt trý stig, Neistin fýra stig, Kyndil fimm stig og VÍF seks stig. Eg roknaði við, at Kyndil fór at vinna á StÍF mikukvøldið, men tað kom heilt óvart á meg, at neistakvinnur fingu slíkan avsmuring í Vestmanna. Einastaðni hevði eg tó mistankan, tí VÍF vann jú á Kyndli í Havn, og eg sá Neistan spæla ímóti StÍF í Havn, har serliga álopsspælið var ógvuliga trilvandi og óskipað. Komi at hugsa um, at hevur eitt kvinnulið úr Vestmanna nakrantíð áður skotið tretivu mál ímóti Neistanum. Neyvan.
Nú mugu vit bíða í fjúrtan dagar til tess at síggja, um nýggj nøvn kanska standa ovast á stigatalvuni. Longu sunnudagin spæla Neistin og Kyndil í Havn. Og 30. november spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna og Neistin og VB í Havn. Kvinnukappingin er spennandi í vetur, har fýra liðið kappast um ovastu tvey plássini, sum geva atgongd til FM-finalurnar. Málskjúttar tími eg ikki at fáast við í løtuni, tí eg síggi ikki allar dómaraseðlarnar. Dómaraseðlar úr Vestmanna eru sum lundi á jólanátt. (Vagnur)
