Skalt tú gera tær eina meining um nýggja havnarlagið, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja, so er ikki nógmikið at síggja tekningarnar í fjølmiðlunum. Tú mást fara tær út á Skansa, hyggja suður í hav og síggja alt virksemið á Eystaru bryggju. Júst tað, eg gjørdi í morgun. Ikki eri eg dagligur gestur á Skansanum, men tað gingu ikki nógvir minuttir, tá eg gjørdi mær niðurstøðuna um nýggja havnarlagið, sum ætlanin er at byggja fyri 360 milliónir krónur. Nýggja havnarlagið má ikki fara norður um grótkastið.
Sjálvandi kunnu allar útbyggingar ikki steðga og harvið allur framburður, tí eitt fornminni forðar hesum. Men sjálvandi mugu vit øll taka atlit til eina so stóra “fornperlu” sum Skansin er. Eins og áður var eg í morgun bergtikin av Skansanum. Allir teir vøkru lagaðu garðarnir, ja, og so standa og hyggja suður í hav í nógva vindinum. Tær báðu rustaðu kanónirnar frá seinna heimsbardaga siga mær ikki nógv, men húsið og tey gomlu goturstykkini fáa tankarnar at sveima, tí goturstykkini skuldu á sinni verja havnaborgarar ímóti sjórænarum. Og so ikki at gloyma vitan, sum vit plagdu at fara upp í og harfrá síggja allan sjónarringin, tað veri seg alla Havnina og suður og eystur í hav.
Eina løtu reikaðu tankarnir frá tekningini av nýggja havnarlagnum, og til myndina, eg hevði beint framman fyri mær. Mín støða er púra greið. Skansin má ikki missa útsýnið suður og eystur í hav. Nýggja útbyggingin má ikki koma eystur/norður um grótkastið. Útsýnið, og at gomlu kanónirnar peika út á hav, er týdingarmikið og stóri parturin í fornminninum. Eg vil heita á fólk um at spáka sær ein túr niðan á Skansan, tí tá kanst tú gera tær røttu myndina, hvussu alt fer at síggja út, tá ið møguliga havnarlagið er liðugt.
Molin í Havn hevur sína søgu, og vilt tú vita alla søguna um Molan, so finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um Molan byrjar. Søgan um Molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri.
Ja, so er “Nyhavn” eisini ein søga fyri seg. Tórshavnar kommuna boðaði á sinni frá, at nú mátti nýggja atløgubryggja byggjast uttan fyri høvuðsmolan. Brimgarður varð gjørdur á Skansaboða, og atløgupláss gjørt til farmaskip. Men “Nýhavn” verður lítið og einki brúkt, tí tað er mest um altíð ókyrt í “Nyhavnini”. Øll farmaskipini og ferðamannaskipini, sum ikki stinga ov djúpt, koma inn um Molan. Havnarfólk plagdu at standa á seiðabergi í Nyhavnini, men tá Molin og alt havnarlagið varð stongt fyri almenninginum, mistu fólk bæði Molan og góða seyðaplássið.
Sjálvandi skal Tórshavnar kommuna víðka um havnarlagið, men tekningarnir, vit síggja í fjølmiðlunum, eru ikki góð loysn ella rættari sagt ikki rætta loysning. Tað mátti borið til ikki at fara út um grótkastið, so Skansin, um ikki annað, ikki missir útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Spell, um so er.
At Havnin missir 700 arbeiðspláss, um ein bingjuhavn verður bygt á øðrum staði, er nakað tvætl. Veit ikki, hvussu borgarstjórin kemur fram til hetta talið. Skipini hjá Strandferðsluni koma altíð at sigla á Havnina, og tað gera ferðamannaskipini eisini. Tórshavn kommuna umfatar eisini Sund og Kollafjørð, sum kunnu avlasta Havnina. Bara hugflogið er har, so ber alt til. (Vagnur)




