Ì morgun hoyrdi eg í útvarpinum Sonju Jógvansdóttir frá “í menniskjum góður tokki”. Ein rørandi samrøða, og eg fekk feril av ringari samvitsku, tá eg hoyrdi hana siga, at einar 380 familjur kring landið fáa jólastuðul frá átakinum “Í menniskjum góður tokki”. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, og eg hugsaði: “Hvar eru hesar 380 illa støddu familjurnar”, eg síggi tær ikki, har eg búgvi, men eg veit, at tær eru einastaðni har úti. Hesi fólkini rópa ikki upp, men heldur halla vangan til tøgnina. Kanska skomm at biðja um hjálp. Læs resten
VÍF, Kyndil ella H71 koma at spæla FM-finalurnar
Seinastu dystirnir fyri jól í bestu mansdeild vórðu spældir leygardagin, og einki broyttist í oddinum uttan tað, at tað vera VÍF, Kyndil ella H71, sum spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Fara vit fyrst til dystin í Hoyvík millum H71 og Neistan, so var ongantíð meira enn eitt mál á muni allan fyrra hálvleik. Dysturin varð avgjørdur í sjey minuttir í seinna hálvleiki. Fýra minuttir spældir og støðan 16-15 til H71, men sjey minuttir seinni er støðan 22-16 til H71. Eftir hetta var sami munir til dystarenda. Læs resten
Vit fáa bara ikki verjuna at rigga, sigur VB spælari
Altíð spennandi at byrja nýtt kappingarár. Og sum ítróttaskrivari og áhuga fyri hondbólti, er altíð áhugavert, at fleiri lið kappast um at koma í FM-finalurnar. Tað sá væl út frá byrjan, tí kvinnuliðið hjá Kyndli, sum hevði mist spælarar, og VB spældu javnleik 22-22 fyrsta dystinum í grundspælinum. Kyndil vann so á Neistanum, sum vann á VB í Vági, og VÍF tapti fyri StÍF á Skála og vann á Kyndli í Havn. Jú, alt talaði fyri einum spennandi grundspæli. Trúgv mær, eg væntaði heilt vist við, at VB kvinnur fóru heilt upp á toppin í vetur, tí liðið skeyt nógv mál í fjør, men verjuspælið haltaði. Men tað ger verjuspælið so sanniliga eisini í núverandi kapping. Eg hitti eftir dystin ein ónøgdan VB spælara, sum næstan ikki vildi tosa við meg, tí hon var so ónøgd við avrikið ímóti Kyndli. Læs resten
Hondbóltsdýrgripur úr Sandvík komin undan kavi á Argjum
Herfyri var eg úti á Argjum og tosaði við 86 ára gomlu Sannu Mortensen úr Sandvík, sum í 1940-árunum spældi hondbólt við SVB, Sandvíkar bóltfelag. Hetta skuldi gerast áhugaverd løta, tí maður Sannu, Henning Mortensen úr Fámjin, mintist eisini, tá tey spældu hondbólt í Fámjin. Sanna sigur soleiðis: Vit spældu hondbólt á góðum hondbóltsvølli í Oddinum í Sandvík, og umframt at vit spældu ímóti liðum á heimavølli, spældu vit í Hvalba, Vági, Skúgvi, Tvøroyri og á Sandi. Tá kríggið var av, fór ungdómurin í allar ættir, og hondbóltsspælið steðgaði í Sandvík, sigur Sanna. Læs resten
Úr myndasavninum – Eg fann mær konuna á hondbóltferð til Suðuroyar (e)

VÍF í 1957. St.f.v: Steinálvur Andreasen, Niels Durhuus, Napoleon Klein, Óla Jákup Olsen og Mannbjørn Mortensen. Fremst f.v: Jógvan Petersen og Hans Petersen. (Páll Hellu savnið)
Ì Vestmanna havi eg hitt eini eldri hjún Anny og Napoleon Klein, sum bæði hava spælt við VÍF. Anny og Poli, sum hann verður róptur, hava eisini vunnið FM-heiti, og Anny spældi á liðnum, tá ið VÍF fyrstu ferð vann FM-heitið í bestu kvinnudeildini, hetta var í 1951. Og góðu hondbóltsminnini eru óteljandi hjá teimum báðum, og størsta minnið var, tá ið mans- og kvinnuliðið hjá VÍF var á veg til Suðuroyar at spæla hondbólt. – Eg var so ring av sjóverki, og Poli, sum ikki hevði sjóverk, hjálpti mær á ferðini suður. Eg helt hann vera so fittan, at vit blivu góð, sigur Anny, og Poli leggur aftrat, at hondbóltsferðin til Suðuroyar førdi til, at eg fann mær verðins bestu konu. Og 79 ára gamli Poli heldur fram. Læs resten
VÍF tapini í Havn broyttu knappliga stigatalvuna nógv
Altíð spennandi og áhugavert at fylgja við stigatalvunum, hyggja at innanhýsisdystum, taptum stigum og ikki minst næstu dystunum. Fjølmiðlarnir, eisini undirritaði. hava skrivað mansliðið hjá VÍF beina kós í FM-finalurnar, men nú hevur VÍF tapt tveir dystir á rað, og nú dregur veruliga saman í oddinum í bestu mansdeild. VÍF kvinnur taptu týdningarmikil stig fyri Neistanum mikukvøldið og má fáa hjálp frá øðrum liðum, skal Neistin takast aftur, tí VÍF og Neistin hava í grundspælinum bara ein dyst eftir hvør ímóti øðrum. Lagnuna hjá VB kvinnum fáa vit at vita meira um næstu dagarnar. Læs resten
Vit nærkast nú nærri og nærri uttanveltari døming
Eg síggi á øllum dómaraseðlunum, eg nú fái sendandi, at stór broyting fer fram í dømingina í bestu deildunum. Næstan bara uttanveltaðir dómarar døma dystirnar, og hetta er stórt frambrot og at fegnast um. Eg veit, at A-dómarar ikki longur mugu sita í dómaranevndini, og skottið millum dómarafelagið og umsitingina í HSF er burtur. Eg havi spurt Hall Danielsen frá HSF, hvussu vit nú knappliga eru komin so langt á dómaraøkinum. Og Hallur sigur: Læs resten
VÍF kvinnur skulu til tvær spennandi sveinaroyndir í vikuna
Tað kann tykjast løgið, at eg fyrst nevni VÍF kvinnurnar, men nú er vorðið so tætt í bestu kvinnudeldini, og vit nærkast jólum, at nú kunnu liðini skjótt missa fótafestið í kappingini. Neistin vann seinnapartin á StÍF 24-22 í tøttum dysti, og VB vann á Stjørnuni í Vági. Longu hóskvøldið skal VÍF til Havnar at spæla ímóti Neistanum, og sunnudagin skal VB á vitjan í Vestmanna. Eg fylgdi eitt sindur við dystinum millum StÌF og Neistan á hondbóltskjaki seinnapartin og havi fingið dómaraseðilin. Læs resten
Flogbólturin í Føroyum hevur unga og áhugaverda søgu (e)
Á okkara ungu døgum spældu vit ikki flogbólt men volleyball. Ikki fyrr enn manslið í flogbólti fór til Íslands miðskeiðis í 70 árunum útvegaði liðið sær orðið flogbólt í samstarvi við málstovuna. Fyrsta landskappingin fór av bakkastokki í 1969, verulig flogbóltsfeløg sum Fleyr og Mjølmir vóru ikki stovnað fyrr enn í 1977, og Flogbóltssambandið var sett á stovn 29. mars 1980. Læs resten
Stigatalvan broyttist lítið og einki í bestu hondbóltsdeildum
Seinnapartin sat eg og fylgdi við á hondbóltskjaki, hvussu gekst í dystunum í Vestmanna, Havn og Hoyvík. Stóru orkuna hesuferð hevði eg at finna dómaraseðilin í dystinum millum Neistan og VB kvinnur. Høllin á Hálsi boðaði frá, at onkur var farin við dómaraseðlinum. At enda fekk eg málskjúttararnar frá einum venjara. í samanteljingin vanta bæði Neistin og VB eitt mál, so arbeiðið er ikki nóg væl frágingið við dómaraborðið. Mansdystirnir báðir vóru javnir mest sum allan dystin, meðan serliga kvinnudysturin millum VÍF og Kyndil fekk løgna vend miðskeiðis í seinna hálvleiki. Læs resten








