Vit fáa bara ikki verjuna at rigga, sigur VB spælari

Møguleikin hjá VB at náa FM-finalurnar er mest um farin. (Mynd Bjartur Vest)

Møguleikin hjá VB at náa FM-finalurnar er mest sum farin. (Mynd Bjartur Vest)

Altíð spennandi at byrja nýtt kappingarár. Og sum ítróttaskrivari og áhuga fyri hondbólti, er altíð áhugavert, at fleiri lið kappast um at koma í FM-finalurnar. Tað sá væl út frá byrjan, tí kvinnuliðið hjá Kyndli, sum hevði mist spælarar, og VB spældu javnleik 22-22 fyrsta dystinum í grundspælinum. Kyndil vann so á Neistanum, sum vann á VB í Vági, og VÍF tapti fyri StÍF á Skála og vann á Kyndli í Havn. Jú, alt talaði fyri einum spennandi grundspæli. Trúgv mær, eg væntaði heilt vist við, at VB kvinnur fóru heilt upp á toppin í vetur, tí liðið skeyt nógv mál í fjør, men verjuspælið haltaði. Men tað ger verjuspælið so sanniliga eisini í núverandi kapping. Eg hitti eftir dystin ein ónøgdan VB spælara, sum næstan ikki vildi tosa við meg, tí hon var so ónøgd við avrikið ímóti Kyndli.

– Vit fáa bara ikki verjuspælið at rigga, og trupulleikin hevur fylgt okkum mest sum allan kappingina tó við undantaki fáar dystir. Og tá ið verjuspælið ikki riggar, so fáa vit heldur eingi skjótálop, sum er eitt av okkara góðu álopsvápnum. Tú fært meg ikki at siga meira uttan tað, at eg eri veruliga ónøgd við úrslitið ímóti Kyndli, sigur vágskvinna í stuttari viðmerking.

Meðan VB liðið haltar og mestsum hevur mist møguleikan at koma í FM-finalurnar, so mennast ungu kyndilskvinnurnar enn meira og eru ávegis í FM-finalurnar. Vit skulu minnast til, at unga kyndilsliðið misti fýra góðar spælarar frá seinasta kappingarári. Simonu Petersen, málverjan Kristinu, Anju Heinadóttir og Jóruna Ludvig. Liðið heldur kortini somu kós sum seinasta kappingar við ongum nýggjum spælara og ongum útlendingi. Hattin av fyri unga kyndilsliðnum og báðum venjarunum.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 14 414 293 121 23
2 Kyndil 13 350 253 97 20
3 VÍF 14 398 308 90 18
4 VB 13 339 284 55 15
5 StÍF 13 302 279 23 10
6 Stjørnan 13 239 350 -111 6
7 Søljan 12 114 389 -275 0

Hevur VB mest sum mist møguleikan at náa FM-finalurnar, so er VÌF framvegis við. VÍF vann í dag 29-21 á StíF í Vestmanna. Dysturin bleiv mest sum avgjørdur beint fyri hálvleik, tá VÍF fór frá støðuni 12-9 til hálvleikstøðuna 17-11. StÍF nærkaðist nakað VÍF tíggju minuttir fyri hálvleik, tá støðan var 23-19 til VÍF.

Stjørnan og Neistin spældi í Klaksvík, og har hendi tað, at heilt javnt var í fyrra hálvleiki og við hálvleik. Eg tosaði til Klaksvíkar eftir dystin, og har iðra tey seg um, at málverjin hjá Stjørnuni mátti á skaðastovuna um hálvleik, tí hon skeiklaði annan fótin so illa. Tá var bara eitt mál millum Stjørnuna og Neistan. Eg síggi á dómaraseðlinum, at javnt gekk á í fyrra hálvleiki, og beint fyri hálvleik var javnleikur 11-11. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Neistin veruliga leyp avstað, tí eftir tíggju minuttir var fyrst 18-16 til Neistan, men korter seinni 28-18 til Neistan, og dysturin endaði 29-20 til Neistan. So skulu vit líka viðmerkja, at Bára Hansen skeyt heili fjúrtan mál fyri Neistan.

jkjkjkj

Neistin og Kyndil liggja best fyri á náa FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Hyggja vit eftir stigatalvuni beint fyri jól í taptum stigum, so hevur Neistin tapt fimm stig, Kyndil seks stig, VÍF tiggju stig og VB ellivu stig. VÌF hevur tveir dystir eftir  ímóti Kyndli, men VB hevur bara ein dyst ímóti Kyndli, tá vit hugsa um at fáa næst ovasta liðið aftur. Samanumtikið, so er brekkan hjá VB enn meira brøtt ella næstan vónleys at náa FM-finalurnar, meðan VÍF sjálvt kann greiða sín setning við at vinna á Kyndli og Neistanum.

Men í løtuni talar alt fyri, at Neistin og Kyndil spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár, tó kann VÍF í seinnu hálvu taka FM-finaluplássið frá antin Kyndli ella Neistanum. Livst so spyrt. Til seinast vil eg leggja afturat, at herfyri skrivaði eg grein um uttanveltaða døming, har eg vísti á, at tað gekk fram á við uttanveltari døming. Eg vildi sagt, at rættast var í hesum umfarinum at sett Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen at dømt í Vestmanna ella teir dømdu í Klaksvík, meðan Heri Petersen og Kári Hansen dømdu dystin millum Kyndil og VB. Tá høvdu vit 100% uttanveltaðar dómarar. Vóni, at fólk skilja, hvat eg meini við, tí eg havi endurtikið hetta óteljandi ferðir. (Vagnur)

Kyndil – VB kvinnur 26 – 19 (16-11) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen

Málskjúttar Kyndil: Anna Brimnes 9, Anna Sofía Hjalt Mohr 6, Bára K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 3, Marianna G. Eystberg 2, Randi S. Wardum 2

Málskjúttar VB: Gintare 7, Gurið Mortensen 4, Rannvá Johannesen 2, Bára K. Mortensen 2, Una Nolsøe 1, Helga E. Kjærbo 1, Una Egilsdóttir 1, Ingrida Kuodyte 1

VÍF – StÍF kvinnur 29 – 21 (17-11) Dómarar: Heri Petersen og Kári Hansen

Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 7, Durita C. Jojic 7, Eilin Hansen 6, Agnas Olsen 6, Tóra Seloy 1, Rakul Joensen 1 og Daniella Joensen 1

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 4, Paula Høgnesen 4, Irena Dam 2, Bára B. Danielsen 1, Sólfríða Pattinson 1, Ansy Sevdal 1 og Birna Tummasardóttir 1

Stjørnan – Neistin 20 – 29 (11-12) Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

Málskjúttar Stjørnan: Mina Sirdal 5, Simona Petersen 5, Ella Petersen 3, Anna Jacobsen 2, Jórun B. Nielsen 1, Gudny Johannesen 1, Annika Ljósstein 1, Edith Hansen 1 og Simona Florea 1

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 14, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 3, Lilja Mohr 2, Ása Christiansen 2, Súsanna Nólsoy 1, Birita Jacobsen 1, Milica Rankovic 1, Birita Wardum 1

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *