Hondbóltsdýrgripur úr Sandvík komin undan kavi á Argjum

86 ára gamla Sanna Mortensen hevði nógv góð minni frá hondbóltstíðini í Sandvík. (Mynd Vagnur)

86 ára gamla Sanna Mortensen hevur nógv góð minni frá hondbóltstíðini í Sandvík. (Mynd Vagnur)

Herfyri var eg úti á Argjum og tosaði við 86 ára gomlu Sannu Mortensen úr Sandvík, sum í 1940-árunum spældi hondbólt við SVB, Sandvíkar bóltfelag. Hetta skuldi gerast áhugaverd løta, tí maður Sannu, Henning Mortensen úr Fámjin, mintist eisini, tá tey spældu hondbólt í Fámjin. Sanna sigur soleiðis: Vit spældu hondbólt á góðum hondbóltsvølli í Oddinum í Sandvík, og umframt at vit spældu ímóti liðum á heimavølli, spældu vit í Hvalba, Vági, Skúgvi, Tvøroyri og á Sandi. Tá kríggið var av, fór ungdómurin í allar ættir, og hondbóltsspælið steðgaði í Sandvík, sigur Sanna.

Hondbóltsspælið í Føroyum hevði góðan byr undir seinna heimsbardaga, tí so nógv fólk av krígsávum vóru heima. Tað er løgið at ímynda sær, at tey eisini hava spælt hondbólt í Sandvík, Hvalba, Fámjin, Nólsoy og Skúvoy. Fyrr í ár hitti eg sandvíking, sum segði mær, at eldri kvinna býr á Argjum, sum í 1940-árunum spældi hondbólt í Sandvík. Sjálvandi gjørdist eg forvitin, og nú havi eg hitt 86 ára gamla fyrrverandi hondbóltsspælaran úr Sandvík.

Her hava hondbóltsspælararnir ikki enn fingið sær stríputta leikbúnan.

Her hava hondbóltsspælararnir ikki enn fingið sær stríputta leikbúnan. (Myndaeigari: Svanhild Berg)

Henning og Sanna Mortensen hava ómetaliga vakurt og hugnaligt heim á Argjum. Tað angar av rullupylsu, tá eg komi í gongina, tí tey kókaðu 23 rullupylsur, sum vórðu seymaðar kvøldið fyri. Henning, mann Sannu, kendi eg beinanvegin, tí hann arbeiddi langt lív á Tórshavnar skipasmiðju, har vit sum ungir dreingir høvdu okkara dagligu gongd. Og Sanna og Henning høvdu nógv at fortelja mær, sum kundi blivið til nógvar greinar. Men fyrst til hondbóltin í Sandvík, har eg spyrji Sannu, hvussu bar til, at tey ungu fóru at spæla hondbólt.

– Støðan í Sandvík undir krígnum var, at nógvur ungdómur var í bygdini, so okkurt máttu vit taka okkum til. Hvalbingar vóru byrjaðir at spæla hondbólt, sum vit í Sandvík eisini fingu tokka til. Ikki kundu vit spæla á sandinum, tí sandurin var so bleytur, at vit fingu ikki runnið nóg væl og ómøguligt at støkka bóltin í sandin. Tí funnu vit annað øki at spæla á við ánna, sum er mark millum Hvalba og Sandvík. Uppi í Oddinum, sum vit siga. Hetta var slætt og hart grasvallað lendi – gott at spæla hondbólt á. Vit kálkaðu ein vøll og fingu gjørt mál i rættari stødd. Vit høvdu ongan leðurbólt men ein góðan gummibólt. Ein ungur maður í bygdini dømdi dystirnar, og vit vandu nógv.

Á hesum grasvølli í "Oddanum" spældu sandvíkingar hondbólt. (Mynd Bergur Berg)

Á hesum grasvølli í Oddinum spældu sandvíkingar hondbólt. (Mynd Bergur Berg)

– Vit vóru allar um fimtan, sekstan og seytjan ára gamlar. Tá í tíðini var kravt av ungdóminum, at tey skuldu gera nakað til nyttu heima og í bygdini. Eg hevði bara sjey ára skúlagongd, men tú slapst ikki rættiliga av oynni, tí kríggj var. Tú spyrt, hvønn vit spældi ímóti?

Long hondbóltsferð til Vágs

– Eg minnist serliga eina hondbóltsferð, vit gjørdu til Vágs í sambandi við, at VB fylti 40 ár. Hetta skuldi gerast serlig ferð, tí veðrið var so vánaligt. Ein motorbátur sigldi okkum úr Sandavík til Hvalbiar, siðani gingu vit upp á Tvøroyri, haðani ein slupp í sjaskveðri sigldi okkum til Vágs. Flestu genturnar spýðu, og nakrar gentur róptu av ótta. Ein av monnunum bað tær halda kjaft, tí annars fór hann eftir byrsuni, sum hekk í lugarinum.

Sandvíkskvinnur í stríputtum  troyggjum og  vágskvinnur í hvítum leikbúna. Aftast merkið hjá Sandvíks Bóltfelag.

Hondbóltsmyndin tikin í Sandvík seinnapartin í 1940-árunum.  Aftast merkið hjá Vágs bóltfelag. Vágsgentur í hvítum leikbúnum standandi frá vinstru: Tove Herdalur, Estrid Kjærbo, Sanna Skaalum,  Mimmy Hovgaard, Gunhild Hjalt og Hjørdis Joensen. Fremst húkandi: Bette Mikkelsen. Sandvíksgentur í stríputum leikbúnum standandi frá vinstru: Birta Nielsen og Signhild Poulsen. Fremst frá vinstru: Sanna Joensen, Marita Thomsen, málverjin Marin Kristina Thomsen, Maria Poulsen og Brynhild Joensen. Maðurin, sum heldur VB flagginum er Eiler Jacobsen.

– Tá ið vit komu til Vágs, fingu vit ein drekkamunn og so á vøllin. Men vit kundu ikki standa okkum ímóti vágsgentum eftir ta drúgvu og strævnu ferðina til Vágs. At vit vóru bjóðaðar at spæla ímóti VB á hátíðardegnum og ikki hvalbiargentur var tí, at onkur ósemja var íkomin teirra millum. Um kvøldið var veitsluhald og dansur, men eg fór ikki í song eftir dansin. Fyrst helt eg leiðina til Tvøroyrar við báti, og klokkan sjey um morgunin, fór eg av Tvøroyri til gongu heim – fyrst til Hvalbiar og steðgaði ikki fyrr enn í Sandvík, sigur Sanna.

Sanna hevði fingið boð frá sær til telefonstøðina í Sandvík, har tey søgdu mammu Sannu, Sigrid, frá, sum fór úr Sandvík ímóti dóttrini. Tær møttust á Torrabrekku.

Sanna minnist hondbóltstíðina við stórari gleði

– Eg minnist við gleði aftur á hondbóltstíðina í Sandvík. Eg kann minnast, at vit vóru áhugaverda hondbóltsferð í Skúvoy. Mamma mín vildi ikki lova mær, tí hon visti, at eg hevði serliga gott eyga á einum skúvingi. Men eg fór kortini, og eg minnist, at hondbóltsvøllurin í Skúvoy lá niðan frá bygdini, og slætt var at spæla. Frálíkur grasvøllur til hondbólt. Eg spældi fyri tað mesta høgri bakkur, men seinastu tíðina var eg málkvinna.

Hondbóltsgentur úr Sandvík:

Hondbóltsgentur úr Sandvík: Aftara rað vinstumegin frá: Brynhild í Garðinum, Kathrina á Hólum, Lítla Maria og Marita á Hvilvt. Fremra rað vinstumegin frá: Svanhild hjá Johan Stóra, Marin Kristina í Hvilvt og Sanna uttan Ánna

– Vit spældu í stríputum troyggjum við reyðum og hvítum strípum, bláum buksum og hvítum hosum. Ein slagsang gjørdu vit okkum, sum vit sungu á hondbóltsferðunum fyri og eftir dystir. Hann ljóðaði soleiðis: – Til ítróttakapping vit stevna avstað til dyst – vit óttast ei mótstøðumenn – vónandi skulu vit vinna í dag – men SVB dugir enn, sigur Sanna hjá bóndanum, sum hon varð rópt. Vit vóru eisini á Sandi og spældu ímóti Vípuni, spældu ímóti TB og í Hvalba, og øll hesi liðini vitjaðu eisini í Sandvík, sigur Sanna.

 

Beiggi Sannu eitur Suni Joensen. Hann segði mær eina fitta søgu um Sannu hjá bóndanum. Einaferð tá sandvíksgentur vóru í Hvalba og spældu, kom abbi Sannu, Dánjal á Hólum, framvið, hann skuldi upp á Tvøroyri, men gav sær stundir at hyggja at sandvíksgentum, meðan tær spældu. Nú einaferð Sanna kláraði seg so væl ímóti eini heldur mandigari hvalbiargentu, rópti Dánjal abbi: – Handan er ikki gødd við putursukri. Hann meinti við Sannu.

Tá ið seinni heimsbardagi endaði, broyttist føroyska samfelagið, tí nú kundu menn fara aftur til skips, og ungu kvinnurnar fóru út at tæna ella at nema sær útbúgving. Hondbóltsspælið, sum hevði blómað kring landið øll krígsárini, steðgaði brádliga nógva staðni og eisini í Sandvík. Sanna var nú vorðin átjan ára gomul og fór til Sands at tæna.

Bergholið kom til Hvalbiar í 1963 og bergholið til Sandvíkar í 1970.  Tað búgvu um  90  fólk í Sandvík. (Mynd Áki Bertholdsen)

Bergholið kom til Hvalbiar í 1963 og bergholið til Sandvíkar í 1970. Tað búgva um 90 fólk í Sandvík. (Mynd Áki Bertholdsen)

– Ja, mín lívsleið broyttist sum átjan ára gomul, tá eg fór til Sands at tæna, fyrst í sama stað í trý ár og so at tæna hjá lækna í eitt ár. 22 ára gomul kom eg til Havnar at arbeiða hjá Tórshavnar skipasmiðju. 23 handverkarar og arbeiðsmenn búðu í parti í gamla hospitalinum. Nakrir svóvu í “sellini”, sum vit róptu húsið, og aðrir svóvu í gamla hospitalinum. Eg gjørdi mat til menninar, og eg búði í kamari í gamla hospitalinum.

– Tað var her, eg hitti mann mín Henning, sum er úr Fámjin, og sum lærdi á skipasmiðjuni til skipstimbrara. Vit komu saman, tá eg var 24 og hann 22 ár. – Eg helt, at eg mátti taka mær av unga manningum úr Fámjin, sigur Sanna at enda og smílist til mannin.

Tað sást týðuliga, at tey bæði, sum eiga fimm børn, eru bæði hjún og vinir og kunnu skemtast hvørt við annað. Henning minnist væl sum smádrongur, tá ungdómar spældu hondbólt í Fámjin. Áhugavert hesa løtuna á Argjum. (Vagnur)

Henning og Sanna. Henning er úr Fámjin, og hann minnist sum smádrongur, tá tey spældu hondbólt í Fámjin. (Mynd Vagnur)

Henning og Sanna. Henning er úr Fámjin, og hann minnist sum smádrongur, tá tey spældu hondbólt í Fámjin. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *