Seinastu dystirnir fyri jól í bestu mansdeild vórðu spældir leygardagin, og einki broyttist í oddinum uttan tað, at tað vera VÍF, Kyndil ella H71, sum spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Fara vit fyrst til dystin í Hoyvík millum H71 og Neistan, so var ongantíð meira enn eitt mál á muni allan fyrra hálvleik. Dysturin varð avgjørdur í sjey minuttir í seinna hálvleiki. Fýra minuttir spældir og støðan 16-15 til H71, men sjey minuttir seinni er støðan 22-16 til H71. Eftir hetta var sami munir til dystarenda.
Í Havn millum Kyndil og Team Klaksvík misti Team Klaksvík longu takið fyrst í dystinum. Eftir tjúgu minuttir spæl var Kyndil longu á odda 14-5, og hesin munur og meira enn tað var restina av dystinum. Eg síggi á dómaraseðlinum, at Bogdan Florea einki mál skjýtur fyri Team Klaksvík, ja, og hin útlendingurin er givin í Team Klaksvík. Hetta boðar ikki frá góðum.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 14 | 396 | 335 | 61 | 22 |
| 2 | Kyndil | 14 | 322 | 284 | 38 | 19 |
| 3 | H71 | 13 | 332 | 285 | 47 | 17 |
| 4 | KÍF | 13 | 347 | 347 | 0 | 13 |
| 5 | Neistin | 14 | 340 | 369 | -29 | 12 |
| 6 | StÍF | 14 | 341 | 379 | -38 | 7 |
| 7 | Team Klaksvík | 14 | 309 | 388 | -79 | 6 |
Í Vestmanna millum VÍF og StÍF fekk StÍF góða byrjan, men longu um miðjan hálvleik dregur VÍF veruliga frá og vinnur sær tryggja hálvleikleiðslu 18-11. Í seinna hálvleiki minkar StÍF frástøðuni niður í fýra mál eina løtu, men missir aftur takið seinast í dystinum, har VÍF økir frástøðuna til átta mál.
Hyggja vit í stigatalvuna síggja vit, at VÍF liggur best fyri við serliga Kyndli og H71 upp á sleip um at náa FM-finalurnar. Eg vil siga tað soleiðis, at Kyndil og H71 koma at kappast um seinna finaluplássið við KÍF sum heilt lítlum møguleika. Tvey umfør eru eftir at spæla í grundspælinum, og innanhýsisúrslitini telja so ómetaliga nógv næstu dystirnar. Neistin og StÍF eru so mikið óstøðug lið, sum tey hava verið higartil í kappingini, at tey bara kunnu órógva ovaru liðini einstakar dystir.
Næsta umfar í bestu mansdeild er ikki fyrr enn 31. januar og 1. februar. 31. januar spæla KÍF og StÍF, og 1. februar spæla VÍF og H71 og Kyndil og Neistin. Í stigum hava annars VÍF tapt seks stig, Kyndil og H71 tapt níggju stig. Fara vit longur niður á stigatalvuni, so hevur KÍF tapt trettan stig og Neistin sekstan stig. (Vagnur)
VÍF – StÍF menn 30 – 22 (18-11) Dómarar: Heri Petersen og Kári Hansen
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 3, Hanus Christophersen 3, Sjúrður Olsen 2, Teis Rasmussen 2, Sjúrður Nielsen 2, Áki Egilsnes 1, Heini Hanusarson 1 og Mads Eriksen 1
Málskjúttar StÍF: Eyðbjørn Eiriksson 5, Kjartan Johansen 4, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 2, Pætur Johansen 2, Jógvan G. Joensen 2, Steinar Prestá 2, Jón Rasmussen 1 og Jákup Johansen 1
Kyndil – Team Klaksvík 36 – 20 (19-11) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. Thomsen
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 6, Hjalti Bachmann 5, Birgir Poulsen 4, Frank Askildsen 4, Julian Johansen 3, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 3, Ludvík Súnason 2, Rúni Olsen 2 og Andrias Sólsker 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jens Pauli Mohr 5, Beinir Johannesen 3, Andrias Ellingsgaard 3, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Leivur Petersen 1
H71 – Neistin menn 33 – 26 (13-12) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam
Málskjúttar H71: Mark Lauser Marcher 8, Hallur Biskopstø 8, Rúni V. Højgaard 5, Sigmundur Nolsøe 3, Djóni V. Højgaard 2, Hans Kári Hansen 2, Jesper Pedersen 2, Pætur Thomsen 1, Oddur Bech 1 og Tróndur Arge 1
Málskjúttar Neistans: Aleks Buha 8, Tommy Fletcher 4, Rói Berg Hansen 4, John í Innistovu 4, Sjúrður Thomassen 2, Jugoslav Djumic 2, Andras Joensen 1 og Herbjørn Lava 1
