Meiningahornið – Stóra virðing fyri “í menniskjum góður tokki”

Sonja sigur, at ein millión krónur eru savnaðir inn til átakið á jólum. (Mynd Vagnur)

Sonja sigur, at ein millión krónur eru savnaðar inn til átakið á jólum. (Mynd Vagnur)

Ì morgun hoyrdi eg í útvarpinum Sonju Jógvansdóttir frá “í menniskjum góður tokki”. Ein rørandi samrøða, og eg fekk feril av ringari samvitsku, tá eg hoyrdi hana siga, at einar 380 familjur kring landið fáa jólastuðul frá átakinum “Í menniskjum góður tokki”.  Tankarnir reikaðu hesa løtuna, og eg hugsaði: “Hvar eru hesar 380 illa støddu familjurnar”, eg síggi tær ikki, har eg búgvi, men eg veit, at tær eru einastaðni har úti. Hesi fólkini rópa ikki upp, men heldur halla vangan til tøgnina. Kanska skomm at biðja um hjálp.

Sonja nevndi, at nógvar vóru orsøkirnar, at fólk vóru komin á skuggasíðuna í samfelagnum í longri ella styttri tíðarskeið, at tey ikki høvdu ráð at halda jól eins og vit onnur. Talan er um einstakar uppihaldarar, eldri fólk og fólk, sum á ymiskan hátt eru komin illa fyri á lívsleiðini. Tildømis sjúka, hjúnarskilnaður og annað. Rúma løtu eftir, at samrøðan við Sonju endaði, reikaðu mínir tankar framvegis, og eg kom at hugsa um einstakar uppihaldarar og at seta búgv hjá teimum í Føroyum.

Tildømis hevur einsamøll kvinna við børnum ongan møguleika at keypa sær íbúð fyri 1,5 milliónir krónur ella meira. Roknistykkið gongur slett ikki upp, um kvinnan forvinnur einar 22.000 til 25.000 krónur um mánaðin. Skattur, húsaleiga ella lánibyrða, olja, el, matur, klæði, sjónvarpsgjald, tryggingar og kanska ein lítlan bil. Mánaðarlønin strekkir slett ikki til hesar útreiðslur.

Og so eru tað tey gomlu, sum politikararnir eru so góð við upp undir val. Nógv teirra hava bara vanligu ellisrentuna at liva av, sum bara strekkir til mat, klæði, el og olju. Tey mugu ikki hava lán í húsunum, og tey megna ikki at gjalda størri umvælingar í húsinum. Eg veit, hvat mamma mín hevði at liva fyri, áðrenn fór á Ellisheimið.

Tú hoyrir mangan í fjølmiðlunum, at gjógvin millum rík og fátøk í Føroyum gerst bara størri og størri. Er tað slíkt samfelag, føroyingurin ynskir. Nei, tað vóni eg ikki. Fyri meg hevur tað ómetaliga stóran týdning, at tey gomlu hava tað gott, at einstakir uppihaldarar hava møguleikar at seta búgv, ja, at allir borgarar í landinum kunnu liva eitt virðiligt lív. Hvør skal syrgja fyri, at so er í Føroyum? Sjálvandi politiska skipanin. Tað má ikki gerast soleiðis, at fólk mugu flyta av landinum, tí umstøðurnar er betri tildømis í Danmark.

Eg havi varhuga av, at vit ikki í løtuni eru á rættari kós hesum viðvíkjandi. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *