Málið um steypadystin VB – Kyndil fór av sporinum

Málið um steypadystin VB - Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.

Málið um steypadystin VB – Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.

Nú verður steypadysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældur í Vági hóskvøldið klokkan 20.00, men eina lítla eftirmetin loyvi eg mær at gera, tí eg haldi, at vit serliga ikki kunnu bjóða hvørki vb-spælarum ella kyndils-spælarum slíkar umstøður. Spælarar skulu fyrireika seg sálarliga til slíkan toppdyst, og tá er ógvuliga óheppið, at teir ikki týsdag vita, nær dysturin skal spælast. Tað vóru orðini og harvið grundgevingarnar í fjølmiðlunum frá eina kyndilsvenjaranum, sum fekk øði í grindina, og viðmerkingar streymaðu inn á “hondbóltskjak” Læs resten →

Frálíkt at fáa útlendskar dómarar at koma til Føroya, sigur Agnas

jkjkjkj

Frálíkt átak av HSF at fáa útlendskar dómarar til Føroyar, sigur Agnas.

20 ára gomlu norsku dómararnir Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjeldsrud Pedersen fara aftur til Noreg í dag eftir at hava dømt tveir dystir í Føroyum. Spælarar, eg havi tosað við, eru ómetaliga væl nøgdir við norsku dómararnar. Eg havi ringt til Agnas Olsen, sum spælir við VÍF og spurt hana, um tað er øðrvísi at spæla við dómarum, sum tú ongantíð hevur sæð áður, og sum koma úr øðrum landi.

– Sjálvandi gera vit fyri dystin okkara tankar, hvørja linju norsku dómararnir leggja. Eg haldi, at HSF skal halda fram við at fáa útlendskar dómarar til Føroya, sigur Agnas.

Norsku dómararnir dømdu leygardagin mansdystin millum Kyndil og VÍF, og teir komu væl frá dømingini. Eg hoyrdi í Rás 2 Julian Johansen úr Kyndli siga, at Kyndil í hálvleikinum royndi at fáa laga spælið eftir dómaralinjuni, sum kanska var eitt sindur øðrvísi, enn vit vanliga síggja í Føroyum. Læs resten →

Norsku ungu dómararnir eru sera væl móttiknir í Føroyum

Markus og Mads

Norsku dómararnir Markus Kjeldsrud Pedersen og Mads Dahlby Fremstad. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin hitti eg tveir ungar norskar dómarar Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjelsrud Pedersen. Báðir eru teir tjúgu ára gamlir og koma úr Oslo og har á leiðini. Teir døma í bestu kvinnudeildini í Noregi og næstbestu mansdeildini. Málið hjá teimum báðum er bestu deildirnar í Noregi og altjóðar dómarauppgávur. – Vit ætla at fara allan vegin, siga Markus og Mads, sum byrjaðu at døma sum fjúrtan ára gamlir. Læs resten →

Aftur ein rundkoyring í Tórshavnar kommunu tikin í nýtslu

jkjkjkjkj

Seinna rundkoyringin liðug. Aftur eitt valaverk frá fyritøkuni hjá Andriasi Berg. (Mynd Vagnur)

Nógv virksemi er í høvuðsstaðnum í løtuni, og sum eg havi skrivað áður í vetur, so blinkar ein gravmaskina mest sum á hvørjum gøtuhorni. Stóra arbeiðið hjá kommununi er brúgvin um Sandá, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á ólavsøku. J&K Petersen ger brúnna, og fyritøkan hjá Andriasi Berg hevur gjørt báðar rundkoyringarnar, sum eru lidnar. Áhugavert at fylgt serliga hesum arbeiðinum, tí meðan arbeiðið er farið fram, er ferðslan ikki steðgað. Valaverk. Læs resten →

Smáfuglarnir eru svangir í brádliga komna kavaveðrinum (e)

Smáfuglarnir vóru svangir í morgun í brádliga komna kavanum. (Mynd Vagnur)

Smáfuglarnir vóru svangir í morgun í brádliga komna kavanum. (Mynd Vagnur)

Vit hava mest sum ikki havt kava higartil í vetur, bara eitt sindur av heglingi og vátakava, men nú er kavin lagstur. Tað fyrsta tú hugsar í morgun, tá ið tú hyggur út gjøgnum vindeyguni. “Fuglarnir”. Nógvir smáfuglur er í grannalagnum, og hugtakandi er at geva og fylgja fuglunum. Gott feitt verður goymt til fuglarnar í hjallinum, um kavi legst, tí serliga í kavaveðri leggjast fuglarnir á feittið. Annars fáa teir breyðmolar. Hugaligt og stuttligt at fylgja fuglunum úr vindeyganum. Læs resten →

Meiningahornið – Teknarin í Dimmalætting fór alt, alt ov langt

DimNýggja Dimmalætting hevur teig á síðu tvey við yvirskiftini Jens Klæmint teknar. Alt gott um tað og teknaran, men herfyri fór teknarin alt, alt ov langt. Síðani hendingina í París hevur satira verið á skránni í alheims fjølmiðlum eisini í Føroyum.

Havi tað meining, at teknarar kunnu ikki speireka og niðurgera hampafólk í sínum tekningum og sleppa við, at hetta er satira ella onkur vil siga skemtitekningar. Herfyri fór teknarin á Dimmalætting alt, alt ov langt, tá hann tildømis teknaði stjóran í Tjóðpalli Føroya. Læs resten →

Ein hondbóltslogi er aftur tendraður í Sandavági

Arnleyg í dysti ímóti Neistanum. Kvinnurnar úr Søljuni ætla eisini at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. (Mynd Álvur)

Arnleyg í dysti ímóti Neistanum. Kvinnurnar úr Søljuni ætla eisini at spæla í bestu deildini næsta kappingarár.

Søljan er nýggja liðið í bestu kvinnudeildini, og vit eru nógv, sum á síðulinjuni hava fylgt liðnum higartil í vetur. Sjálvur havi eg givið til kennar, um tað nú var rætt, at Søljan kom í bestu deildina heldur enn at spæla kanska eitt ár aftrat í 1. deild. Søljan hevur tapt allar dystirnar í vetur,  men felagið meinar í álvara at hava lið í bestu deildini, tí sáttmálin er júst longdur við venjaran Jakob Jónsson. Eg havi hitt Arnleyg Haraldsen, sum er uppvaksin í Søljuni og er elsti spælarin á liðnum. Fyrst eitt sindur um hondbóltsleiðina hjá Arnleyg, sum millum annað hevur spælt í Grønlandi. Læs resten →

Hondbóltssambandið eigur at endurskoða dómaranevndina

Hondbóltssambandið má fáa skil á virkseminum í dómaranevndini. ((Vagnur)

Hondbóltssambandið má fáa endurskoða dómaranevndini. ((Vagnur)

Nú hevur Hondbóltssambandið sett fólk í fulltíðarstarv, og nógv gott virksemi er í HSF í løtuni, men ikki haldi eg, at alt tó virkar nóg væl í HSF. Síðani steypadystirnar sunnudagin, hevur kjak verið á hondbóltskjaki um “inhabilar” dómarar. Eg helt, at nakrir dómarar sunnudagin vóru alt ov “inhabilir” at døma dystir. Stórur áhugi var millum manna fyri kjakinum, sum nú er endað. Í sambandi við málið hava fólk, sum standa umrøddu liðunum nær, eisini sent mær teldupostar og sagt sína meining. Alt gott um hondbóltskjakið, men orðini hjá formanninum í dómaranevndini í HSF við portal.fo fekk meg at stúrsa við. Læs resten →

85 ára gamla Tórgerð Jensen vann FM-heitið við Vípuni í 1944 og 1949 (e)

Vípan føroyameistari í 1944. St.f.v: Sanna Gretha Hentze, Tórgerð Jensen, Hilda Sandoy og Gikka Hentze. Húkandi f.v: Andrea Heinesen, Fía Poulsen, Marita Viderø, Ásla Olsen og Herborg Davidsen.

Tá ið eg hoyrdi, at tey ætlaðu at endurstovna hondbóltsfelagið Vípuna á Sandi, fór eg í heimið hjá 85 ára gomlu Tórgerð Jensen, sum eg visti var á mynd í bókini ÌSF 50 ár. Myndin var av Vípuni kvinnum, sum vunnu FM-heitið í 1949,  men eingi nøvn vóru undir myndini. Tórgerð var bæði blíð og týð, og eg fekk nógv at vita frá fyrrverandi vípuspælaranum. (Skrivað í 2012) Læs resten →

Gott nýggjár – mest lisnu søgurnar higartil á hvannrok.fo

Søgan um Svein Rógva 29. juli 2013 er mest lisna greinin higartil. 4938 fólk lósu søguna í einum døgnið. (Mynd Vagnur)

Søgan um Svein Rógva 29. juli 2013 er mest lisna greinin higartil. 4938 fólk lósu søguna fyrsta døgnið. (Mynd Vagnur)

Um fyrsta apríl í 2015 eru trý ár liðin, síðan eg av álvara byrjaði at skriva á míni nýggju heimasíðu hvannrok.fo. Havi higartil skrivað 910 greinar, tað vil siga í miðal eina grein um dagin. Undirtøkan gjørdist frá byrjan nógv størri, enn eg nakrantíð ímyndaði mær. Eri væl nøgdur. Eg visti heldur ikki, hvønn leistur var best, tí eg hevði so nógv upp á hjartað. Frá byrjan vildi eg ikki skriva tilfar, sum fjølmiðlar annars skriva um í bløðum og á portalum. Læs resten →