Norsku ungu dómararnir eru sera væl móttiknir í Føroyum

Markus og Mads

Norsku dómararnir Markus Kjeldsrud Pedersen og Mads Dahlby Fremstad. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin hitti eg tveir ungar norskar dómarar Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjelsrud Pedersen. Báðir eru teir tjúgu ára gamlir og koma úr Oslo og har á leiðini. Teir døma í bestu kvinnudeildini í Noregi og næstbestu mansdeildini. Málið hjá teimum báðum er bestu deildirnar í Noregi og altjóðar dómarauppgávur. – Vit ætla at fara allan vegin, siga Markus og Mads, sum byrjaðu at døma sum fjúrtan ára gamlir.

Mads og Markus dømdu mansdystin leygardagin millum Kyndil og VIF. Hetta er fyrstu ferð, at teir døma uttan fyri Noregi, og vóru teir ómetaliga spentir til føroyaferðina og at døma fyrsta dystin. Ungu fyrikomandi dómararnir vóru væl nøgdir við dystin. Og teir siga:

Dysturin millum Kyndil og VÍF endaði við javnleiki.

Dysturin millum Kyndil og VÍF endaði við javnleiki 23-23.

– Vit byrjaðu sum sagt at døma sum 14 ára gamlir, og vit funnu skjótt út av, at eitt er at forvinna sær nøkur oyru sum ungur dómari, annað er seinni at gerast altjóða dómari og døma í bestu norsku deildunum. Vit funnu skjótt út av, at vit dámdu væl at døma, og jú eldri vit gjørdust, jú fleiri dómaraskeið tóku vit. Tú spyrt, hvat vit tildømis fáa fyri at døma ein dyst í bestu kvinnudeildini? Vit fáa 3000 norskar krónur hvør fyri dystin, og so allar ferðaútreiðslur goldnar.

– Í Noregi er soleiðis, at dómaraútbúgvingin er í fleiri stigum. Vit siga stig 1, 2 og 3, men dómarafólk fylgja væl við og velja út ungar dómarar, sum tey halda kunnu og vilja gerast dómarar á høgum støði. Í løtuni døma vit tveir dystir um vikuna ein í vikuskiftinum og ein mitt í viku kanska mikudag. Fjarstøðan er stór í Noregi, so vit sita mangan í flúgvara til hondbóltsdyst. Ein dómaraeygleiðaraskipan fylgir dómarunum, so vit fáa alla tíðina at vita, hvussu gongst hjá okkum, siga teir báðir.

Altjóða eykleiðarin Kristian Johansen eygleiddi norsku dómararnar. (Mynd Vagnur)

Altjóða eygleiðarin Kristian Johansen eygleiddi norsku dómararnar. (Mynd Vagnur)

Míni ørindi at hitta Markus og Mads var serliga at frætta, hvussu dygdin er á hondbóltsspælinum í Føroyum, og um spælarar, venjarar og áskoðarar í Føroyum uppføra seg øðrvísi enn í Noregi, og her bleiv eg veruliga bilsin.

– Vit vóru ómetaliga spentir til dystin, og hvussu vit vórðu móttiknir. Og her mugu vit siga, at “respektin” fyri dómarum er betri í Føroyum enn vit eru vanir við Noregi. Skiljast á tann hátt, at spælarar og venjarar tóku í hondina á okkum, vóru vinaligir frá byrjan til endan, og vit upplivdu bara góða atferð hjá spælarum í dystinum. Frálíkur hondbóltsdystur, har menn kýttu seg bæði í verju og álopi, sum endaði javnur 23-23. Haldi, at vit fingu lagt røttu linjuna frá dystarbyrjan.

– Dømingin var eisini eygleidd leygardagin, og Kristian Johansen eygleiddi. Eftir dystin fingu vit bara góð orð frá Kristiani, so vit eru ómetaliga væl nøgdir. Hondbóltsstøðið er lægri í bestu deildini í Føroyum enn í Noregi, siga teir báðir norsku dómararnir Mads og Markus at enda.

Mads og Markus søgdu mær eisini, at Mads spælir nakað av hondbólti, meðan Markus gavst at spæla hondbólt sum átjan ára gamal. Tveir fyrikomandi ungir norskir uttanveltaðir dómarar, sum fyrrapartin gleddu seg at døma kvinnudystin millum Neistan og VÍF. Teir komu til Føroya fríggjadagin og fara aftur Noregs í morgin (mánadagin).

Ómetaliga týdningarmikið, at útlendskir dómarar koms til Føroya. Uppliving fyri sjálvar dómararnar, men eisini føroyskar spælarar, venjarar, áskoðarar og føroyskar dómarar. Mads og Markus eru einast tjúgu ára gamlir, men kanska ganga ikki so nógv ár, so síggja vit teir í sjónvarpinum døma altjóða dystir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *