20 ára gomlu norsku dómararnir Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjeldsrud Pedersen fara aftur til Noreg í dag eftir at hava dømt tveir dystir í Føroyum. Spælarar, eg havi tosað við, eru ómetaliga væl nøgdir við norsku dómararnar. Eg havi ringt til Agnas Olsen, sum spælir við VÍF og spurt hana, um tað er øðrvísi at spæla við dómarum, sum tú ongantíð hevur sæð áður, og sum koma úr øðrum landi.
– Sjálvandi gera vit fyri dystin okkara tankar, hvørja linju norsku dómararnir leggja. Eg haldi, at HSF skal halda fram við at fáa útlendskar dómarar til Føroya, sigur Agnas.
Norsku dómararnir dømdu leygardagin mansdystin millum Kyndil og VÍF, og teir komu væl frá dømingini. Eg hoyrdi í Rás 2 Julian Johansen úr Kyndli siga, at Kyndil í hálvleikinum royndi at fáa laga spælið eftir dómaralinjuni, sum kanska var eitt sindur øðrvísi, enn vit vanliga síggja í Føroyum.
Hetta eydnaðist í seinna hálvleiki, segði Julian við Rás 2. Haldi, at eg sá á dómaraseðlinum, at ellivu útvísingar vóru í mansdystinum. Fimm til eina liðið og seks til hitt liðið. Sunnudagin dømdu norsku dómararnir so kvinnudystin millum Neistan og VÍF, og Agnas var væl nøgd við dømingina. Og hon sigur:

Hóskvøldið klokkan 19.30 spæla VÍF og Neistin seinnu hálvfinaluna í Vestmanna. Neistin vann í Havn 28-27
– Vit hoyra mangan, at føroysku dómararnir loyva ov hørðum spæli enn dómarar uttanlands. Mær dámdi væl dømingina sunnudagin, og linjan, teir løgdu frá dystarbyrjan, var góð. Tað er nakað serligt at koma á vøllin og síggja nýggj dómaraandlit, tí tú gerst tær sum spælari nakrar tankar, hvørja linju teir leggja í dømingina. Haldi eisini, at tað valdar eitt sindur meira “respekt”, tá dómararnir eru útlendskir, og at tú ikki kennir teir.
– Frá byrjan sóu vit, at dómararnir ikki funnu seg í, at spælarar mutaðu ímóti teirra døming. Hetta fekk VÍF venjarin eisini at vita og fekk gult kort. Teir stýrdu dystinum væl, dómaralinjan var góð, og tað er gott íkast til føroyskan hondbólt, at HSF fær útlendskar dómarar til Føroyum. Vónandi heldur HSF fram við hesum. Sjálvandi er týdningarmikið, at føroyskir dómarar døma avgerandi og toppdystir í Føroyum, men tað er eisini týdningarmikið at fáa útlendskar dómarar at døma steypafinalur og avgerandi dystir í Føroyum. Og so er frálíkt, at føroyskir dómararini eisini fara uttanlands at døma, sigur Agnas at enda. (Vagnur)
