Meiningahornið – Teknarin í Dimmalætting fór alt, alt ov langt

DimNýggja Dimmalætting hevur teig á síðu tvey við yvirskiftini Jens Klæmint teknar. Alt gott um tað og teknaran, men herfyri fór teknarin alt, alt ov langt. Síðani hendingina í París hevur satira verið á skránni í alheims fjølmiðlum eisini í Føroyum.

Havi tað meining, at teknarar kunnu ikki speireka og niðurgera hampafólk í sínum tekningum og sleppa við, at hetta er satira ella onkur vil siga skemtitekningar. Herfyri fór teknarin á Dimmalætting alt, alt ov langt, tá hann tildømis teknaði stjóran í Tjóðpalli Føroya.

Tá eg sá tekningina, hugsaði eg, hvat stjórin hevði gjørt, at hon skuldi síggja soleiðis út á tekningini. Hevði hon gjørt nakað býtt og tí uppiborið vera kropsliga speirekað soleiðis? Stjórin hevði bara søkt um at halda fram sum stjóri á Tjóðpalli Føroya eitt triðja skeið. Haldi, at teknarin fór beinleiðis eftir útsjóndini á stjóranum, og tað hoyrir ongastaðni heima, og hetta hevur hon ikki uppiborið. Summir lesarar flenna, men eg flenni ikki.

Hugsaði júst tað sama, tá Jyllandsposten á sinni borðreiddi við Muhamed tekningunum. Hví speireka og niðurgera Muhamed og øsa fólk, sum hava aðra mentan enn vit, og síggja slíkar tekningar á annan hátt enn vit gera? . Dugi ikki at síggja endamálið. Í míni verð er talan slett ikki um talufrælsi og at tora. Tú háðar og spottar ikki fólk persónliga við vilja, tá tú serliga veitst, hvørjar avleiðingar standast av tekningunum, og hvussu hetta sárar fólk.

Óli Petersen teknaði í Sosialinum í nógv ár, og nógvar tekningar vóru ómetaliga góðar, men mangan fór Óli alt ov langt. Summir persónar vóru teknaðir so ljótir og ófantaligir, at tú øtaðist. Tekningarnar komu út í bók á ólavsøku hvørt ár, men eg stóð ikki í bíðurøð at keypa slíkar bøkur. Í mín fjølmiðlaverð er eingin munur á vanligum teksti og satiru tekningum. Í vanliga tekstinum veitst tú, hvar greinsan gongur, og hvat tú kanst loyva tær at skriva. Tú kanst ikki ærumeiða og háða fólk persónliga, og tað skal teknarin heldur ikki gera. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *