Fara upp fyri klokkan seks á morgni og til Havnar í fótbóltsskúla

Árni og Tóki er væl nøgdir við fótbóltsskúlan. Tað er ein avbjóðing at koma til Havnar í fótbóltsskúlan. (Mynd Vagnur)

Árni og Tóki eru væl nøgdir við fótbóltsskúlan. Ein avbjóðing at koma til Havnar í fótbóltsskúla. (Mynd Vagnur)

Í Gundadali fríggjamorgunin hitti eg fýra ungfólk, sum ganga í 8. flokki, og sum júst vóru komin úr skiftingarrúmunum og á vøllin at venja fótbólt í hálvanannan tíma. Tey ungu eru Árni Sarvendra Hansen úr Miðvági, Tóki Klakk Olsen úr Syðrugøtu og genturnar Julia Helena Dal Henriksen og Maria Reinert Simonsen úr Havn. Hetta skuldi gerast hugnaligt prát við fótbóltsspælarar, sum ikki angra, at tey valdu fótbóltsskúlan. Um hálvthundrað ung ganga í 8. og 9. fólki í Tórshavnar kommunuskúla, sum hava valt fótbóltsskúlan, og sum í framtíðini skulu halda til nýggju skúlahølunum í húsunum hjá Fótbóltssambandinum. Læs resten →

Nógv virksemi er framvegis á Tórsvølli og í Gundadali

Her síggja vit stóru fjarhitarørini verða løgd í lendið. (Mynd Vagnur)

Her síggja vit stóru fjarhitarørini verða løgd í lendið. (Mynd Vagnur)

Í morgun spákaði eg mær í Gundadal til tess at vita, hvussu gongst at gera nýggja áskoðaraskýlið á Tórsvølli. Jú, har vóru arbeiðsmenn, lyftir og gravmaskinur, og nú leggja teir seinastu hond á áskoðaraskýlið eystureftir. Tak er komið yvir áskoðaraplássini eystureftir og suðureftir.Tórsvøllur er um at fáa altjóða skap. Læs resten →

Betsy Wairimu Gichuki er ongantíð happað í Føroyum

Betsy er fyrikomandi  eru rólig við báðum beinum á jørðini. (Mynd Vagnur)

Betsy er fyrikomandi og rólig kvinna við báðum beinum á jørðini. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum verður í fjølmiðlum skrivað og tosað nógv um útlendingar. Nógvir útlendingar eru komnir til Føroya seinnu nógvu árini, og tú sært ikki skúlaflokk, uttan littur næmingur er í flokkinum. Betsy var í lestrarørindum í Russlandi, tá hon kom í samband við mann sín Sigmund Christiansen. Tey samskiftu fyrst á alnótini, til Betsy í desember mánað í 2007 kom til Føroya fyribils í tríggjar mánaðir. – Eg var frá fyrsta degi væl móttikin, og í Føroyum er frítt og gott at búgva, sigur Betsy. Læs resten →

Klaga, barnagentur og skriviborðstig órógva spælarar ov nógv.

Sjáldan eru sæddir so nógvir neistaáskoðarar í høllini.

Sjáldan eru sæddir so nógvir neistaáskoðarar í høllini.

Eg havi ikki fylgt steypakappingini og harvið finalunum, tí tað gera bæði Kringvarpið, Sosialurin, Rás 2 og portalar. Æltaði tí ikki at skriva nakað frá steypafinalunum leygardagin, men tað vóru orðini eftir dystin frá Jórun Ludvig úr Kyndli og Jacklin Durhuus úr Neistanum, sum gjørdi, at eg broytti støðu og hava skrivað nøkur orð. Læs resten →

Talgildur dómaraseðil tikin í nýtslu frá næsta kappingarári

Ári Rouch til arbeiðis í Hondbóltssambandinum. Spennandi, tá talgildur dómaraseðil gerst veruleiki. (Mynd Vagnur)

Ári Rouch til arbeiðis í Hondbóltssambandinum. Spennandi, tá talgildur dómaraseðil gerst veruleiki. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin var eg inni á gólvinum hjá Hondbóltssambandinum, har ørindini míni vóru at fáa eitt sindur at vita um talgilda dómaraseðilin, sum tey í HSF ætla skal fara av bakkastokki næsta kappingarár. Til arbeiðis Í nýumvældu snotuligu hølunum hjá HSF vóru Ári Rouch, Hallur Danielsen og ung genta, sum er í starvsvenjing. Tá eg segði frá mínum ørindum, vísti Ári mær dømi um talgildan dómaraseðilin á telduni. Í stuttum segði Ári soleiðis. Læs resten →

Úr myndasavninum – 1995 vóru aðrar tíðir í skiftingarrúmunum eftir dyst (e)

neistamenn í 1995.

Neistamenn í 1995 á Skála. Frá vinstru Bjartur Nolsøe, Jòn Hansen við sigarettini, Tróndur Bogason, Eyðun R. Jensen, Sigmundur Christiansen, Høgni í Jákupsstovu og Páll Nólsoy. Gentan við stóra smílinum uttast til vinstru er Kára á Dunga við heiðursmerki um hálsin?

Fekk sendandi mynd av neistamonnum frá 1995 eftir dyst á Skála, sum teir vunnu á StÍF. Ølfløskur eru mangan sæddar í skiftingarrúmum, og tað gera tær óivað enn, men tað serliga við hesi mynd er, at neistaspælari hevur sigarett í hondini, og tað sært tú ikki longur í skiftingarrúmum. Tað er slett ikki loyvt at roykja nakrastaðni inni í hallunum kring landið, og roykipolitikkurin í samfelagnum er nógv broyttur, síðani myndin omanfyri varð tikin í 1995. Læs resten →

Úr myndasavninum – Danskir dómarar dømdu minniligu steypafinaluna í 1994

Neistin steypavinnari í 1994. St.f.v: Karl Oddmar Rasmussen, Kári Mortensen, spælandi venjari, Tróndur Bogason, Birgir Kass, Freddie Poulsen, Jóhan Stenberg, Annfinnur Debess og Vagnur Michelsen, skifti út. Húkandi f.v: Uni Wardum, Páll Nólsoy, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Rúni Nolsøe.

Neistin steypavinnari í 1994. St.f.v: Karl Oddmar Rasmussen, Kári Mortensen, spælandi venjari, Tróndur Bogason, Birgir Kass, Freddie Poulsen, Jóhan Stenberg, Annfinnur Debess og Vagnur Michelsen, skifti út. Húkandi f.v: Uni Wardum, Páll Nólsoy, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Rúni Nolsøe.

Danin Lars Nedegaard vandi VÍF í 1994, og hann og onnur vildi hava, at danskir dómarar skuldu døma steypafinaluna millum Neistan og VÍF. Um hetta mundið var nógv prát millum manna um dømingina í føroyskum hondbólti. Neistamenn vunnu minniliga finaludystin. Dysturin endaði fyrst 21-21, men eftir umdyst og við fýra neistamonnunum á vølli, vann Neistin finaluna 25-24. Uni Wardum skeyt avgerandi málið í allar seinastu sekundunum. Og Hilmar Jan frá Sosialinum segði millum annað soleiðis um dystin við yvirskiftini “Dreymafinalan”. Læs resten →

VÍF kvinnur fingu sunnudagin hjálp frá neistakvinnum

Neistin og Kyndil spæla leygardagin steypafinalu. (Mynd Álvur)

Neistin og Kyndil spæla leygardagin steypafinalu. (Mynd Álvur)

Eitt er steypafinalurnar, sum verða spældar komandi vikuskifti, annað er landskappingin, sum byrjaði aftur um vikuskiftið. Stigatalvan í bestu deildunum broyttist veruliga, tí mansliðið hjá H71 tapti fyri VÍF, og neistamenn mistu seinasta møguleikan at náa FM-finalurnar. í kvinnudeildini hendi tað, at Neistin vann á Kyndli, og tá VÍF samstundis vann á Stjørnuni, eru bara tvey stig millum Kyndil og VÍF um at náa FM-finalurnar. Og liðini spæla hvør ímóti øðrum í næstum. Læs resten →

Teir eru ómetaliga væl nøgdir við nýggja bjargingarbátin

Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar. (Mynd Vagnur)

Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar Jacobsen. (Mynd Vagnur)

Hevur tú myndatólið hjá tær, tá tú spákar í býnum ella niðri við sjóvarmálan, er altíð okkurt áhugavert avmynda og skriva um. Hósmorgunin kom eg fram á bjargingarbát hjá Tórshavnar sløkkiliði, sum tveir menn skuldu flota. Bleiv forvitin og vildi vita meira um skjóttgangandi bátin. Heini Østerø er átaksleiðari hjá sløkkiliðnum. Læs resten →

HM kappingin í Katar er ein løgin HM kapping

Sjálvandi skuldi Eggert eisini byrjað seinna hálvleik. (Mynd EB)

Eggert skuldi eisini byrjað seinna hálvleik. (Mynd EB)

Meðan eg mikukvøldið í útvarpi fylgdi við steypadystunum í Vestmanna og í Hoyvík, har mansliðini VÍF og Neistin spældu seg í steypafinalurnar, fylgdi eg eisini við dystinum millum Danmark og Spania. Frálíkur hondbóltsdystur har bara smálutir í seinastu sekundunum gjørdi av, at Spania vann dystin við einum máli. HM-kappingin í Katar er løgin á tann hátt, tí umframt at Australia ikki slapp upp í part, tí tað loysti betur fíggjarliga at fáa Týskland við í kappingina, so fekk Týskland og Ísland sokallað “fríkort”. Tey høvdu ikki spælt seg til HM-kappingina. Men so er tað landsliðið hjá Kadar, sum fólk halda lítið um.

Katar er lítið ríkt oljuland ikki størri enn Sæland, ein lítil nøs, sum stingur seg út í Golfin. Torført er at siga nágreinliga, hvussu nógv fólk búgva í landinum, tí hundraðtúsundtals lágløntir útlendskir arbeiðsmenn arbeiða í landinum. Hesir koma flestir úr Filippinunum, Sri Lanka, Irak, India og Nepal. Amnesty hevur mangan verið eftir Katar, tí útlendsku arbeiðsfólkini hava so ringar umstøður. Landið svimur í peningi, og upprunafólkið arbeiðir mest sum ikki, men bara livir av oljuríkidøminum. Læs resten →