
Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar Jacobsen. (Mynd Vagnur)
Hevur tú myndatólið hjá tær, tá tú spákar í býnum ella niðri við sjóvarmálan, er altíð okkurt áhugavert avmynda og skriva um. Hósmorgunin kom eg fram á bjargingarbát hjá Tórshavnar sløkkiliði, sum tveir menn skuldu flota. Bleiv forvitin og vildi vita meira um skjóttgangandi bátin. Heini Østerø er átaksleiðari hjá sløkkiliðnum.
– Vit keyptu bátin úr Noregi fyri tveimum árum síðani, og hetta var júst báturin, sum vit ynsktu okkum í sambandi við bjarging, og tá vit skulu kava. Eitt er vanlukkur og bjarging, men vit mugu eisini hava góðan bát í sambandi við oljudálking og annað.
– Báturin er sum sagt keyptur úr Noregi og kostaði um 600.000 krónur. Hann hevur tveir 150 HK stórar motorar, gongur tí skjótt og er sjógóður. Inni í Vágsbotni liggur bjargingarbáturin LÌV altíð klárur, men LÌV kann ikki fara so nær landi, sum okkara bátur kann. Um summarið liggur báturin við síðuna av LÍV í Vágsbotni, men um veturin stendur hann inni í Álakeri, har Bátatænastan heldur til.
– Vit hava í nógv ár trýst á myndugleikarnar at fáa drátt til bátin, og nú er drátturin veruleiki. Skjótt er at hála bátin úr “neystinum” og á sjógv, um okkurt er áfatt. Slíkur bátur skal haldast væl og altíð verða klárur at brúka. Tí havi vit løðitól í “neystinum”, so vit ikki knappliga standa har og ikki fáa stóru motorarnar í gongd, sigur Heini.
At enda spurdi eg Heina, hvussu er at arbeiða hjá Tórshavnar sløkkiliði, tí tað koma fyri arbeiðsuppgávur, sum krevja nakað serligt sálarliga. Til tað svarar Heini stutt: – Mær dámar ómetaliga væl arbeiðið, tí arbeiðsuppgávurnar eru so ymiskar. (Vagnur)
