Meðan eg mikukvøldið í útvarpi fylgdi við steypadystunum í Vestmanna og í Hoyvík, har mansliðini VÍF og Neistin spældu seg í steypafinalurnar, fylgdi eg eisini við dystinum millum Danmark og Spania. Frálíkur hondbóltsdystur har bara smálutir í seinastu sekundunum gjørdi av, at Spania vann dystin við einum máli. HM-kappingin í Katar er løgin á tann hátt, tí umframt at Australia ikki slapp upp í part, tí tað loysti betur fíggjarliga at fáa Týskland við í kappingina, so fekk Týskland og Ísland sokallað “fríkort”. Tey høvdu ikki spælt seg til HM-kappingina. Men so er tað landsliðið hjá Kadar, sum fólk halda lítið um.
Katar er lítið ríkt oljuland ikki størri enn Sæland, ein lítil nøs, sum stingur seg út í Golfin. Torført er at siga nágreinliga, hvussu nógv fólk búgva í landinum, tí hundraðtúsundtals lágløntir útlendskir arbeiðsmenn arbeiða í landinum. Hesir koma flestir úr Filippinunum, Sri Lanka, Irak, India og Nepal. Amnesty hevur mangan verið eftir Katar, tí útlendsku arbeiðsfólkini hava so ringar umstøður. Landið svimur í peningi, og upprunafólkið arbeiðir mest sum ikki, men bara livir av oljuríkidøminum.
Sum hondbóltstjóð er Katar ikki væl umtókt millum hinar HM-spælararnar, tí Katarska landsliðið er keypt landslið, sum er mannað við útvaldum spælarum úr átta londum. Reglurnar eru soleiðis í IHF, at hevur spælari ikki spælt landsdyst við landi seinastu trý árini, so kann spælari spæla landsdystir við øðrum landi. Tí kann Katar keypa sær eitt landslið, sum nú er komið í fjórðingsfinaluna. Er hetta rætt, sjálvandi ikki eftir mínum tykki.
Umframt at Katar nú skipar fyri HM-kappingni í hondbólti, so skal HM kappingin í fótbólti fara fram í Katar í 2022. Trupulleikin í landinum er hitin, tí einki vetrarveður er í Katar, har hitin um summarið liggur millum 40 og 50 stig og um veturin millum 25 og 30 stig. Katar er ríkasta landið í heiminum pr. íbúgva, og milliardirnar rulla hvønn einasta dag í landinum, tí olju og gas keldurnar eru so ómetaliga stórar.
Eg havi frá ungum árum fylgt væl við dansku landsliðunum í hondbólti, óivað tí, at vit sóu bara dystirnar hjá Danmark í sjónvarpinum. Nú er øðrvísi. Fyri meg er HM-kappingin av, tí Danmark tapti fyri Spania. Hvør nú vinnur HM-kappingina er líkamikið fyri meg. Í skrivandi løtu siti eg við eini løgnari kenslu, tí eg skilji ikki rættiliga mannagongdina hjá donsku landsliðvenjarunum, sum í fleiri ár hava skift vengurnar út uppá tíð. Í gjárkvøldið skeyt Eggert seks mál í fyrra hálvleiki og var í hopla, men hann sleppur ikki at spæla seinna hálvleik. Hetta er heilt burturvið í mínum hondbóltshugaheimi.
Nógvur føroyskur hondbóltur er á skránni í hesum døgum. Fyrst í kvøld kvinnudystirnir í steypakappingini millum VB og Kyndil í Vági og í Vestmanna VÍF og Neistin. Longu um vikuskiftið spæla liðini aftur dystir í landskappingini. Men fyrst er spennandi, hvørji kvinnulið koma í steypafinalurna. (Vagnur)

